Higartil í ár hevur HB ikki tapt á bygd. Í fyrsta umfari endaði tað 1-1 við Margáir, og síðani hava føroyameistararnir vunnið allar ferðirnar, tá ið teir hava verið burtur úr Gundadali. Nú skal HB aftur norður til Streymnesar. Í HB siga teir seg ikki hugsa um FM heitið, men at teir royna at vinna hvørja ferð, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at roynast.
EB/Streymur hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunnið góða úrtøku. Bæði í heimadystinum ímóti B36, tá ið úrslitið var 1-0, og mánakvøldið í Gøtu, tá ið úrslitið var 1-1, eydnaðist tað Rúna Nolsøe og hansara monnum at vinna stig, hóast tað leingi stóð nógv á.
HB vann tepran 1-0 sigur á Skála fyri viku síðani:
-Vit vóru væl nøgdir við avrikið í 1. hálvleiki, tá ið vit vóru frammanfyri. Eftir steðgin var tað tætt og intenst, og tá vóru vit undir trýsti í løtum, men vit eru nøgdir við avrikið og úrslitið. Ímóti EB/Streymi verður tað torført, tí liðið hjá teimum er eitt tað besta, tá ið tað riggar hjá teimum. Vit ætla okkum at vinna við Margáir, sigur Heðin Askham, fyrrverandi EB/Streyma venjarin, sum nú hevur ábyrgdina av HB.
Umframt langtíðarskaddu Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen og Gunnar Haraldsen, er nú eisini René S. Joensen eisini skaddur.
Hjá Rúna Nolsøe og EB/Streymi verður neyðugt at skipa verjuna av nýggjum, nú veteranurin Egil á Bø er leikbannaður. Gert Hansen er tøkur aftur, og tí verður tað hann ella Marni Djurhuus, sum verður í miðverjuni saman við Høgna Madsen. Rógvi E. Nielsen hevur orsaka av skaða ikki verið við seinastu ferðirnar. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag.
Serliga hugaligt hjá teimum í Sundalagnum er tað, at Arnbjørn Hansen tykist vera komin seg orduliga, eftir at hann fyrr í ár hevur verið nógv skaðaplágaður. Mánakvøldið skoraði hann í Gøtu, og tá ið EB/Streymur fyri tveimum vikum síðani sendi B36 úr Streymnesi við ársins fyrsta tapi, var Arnbjørn Hansen einsamallur málskjútti.