Klaksvík orðar útlendingapolitikk

Klaksvíkar kommuna hevur sett David Im í verkætlanarstarv, har hann fer at kanna umstøður og ynski hjá útlendingum í kommununi.

Klaksvíkar kommuna hevur sett David Im í eitt verkætlanarstarv, har hann fer at kanna umstøður og ynski hjá útlendingum, sum eru búsitandi í kommununi, og út frá hesum at gera uppskot til politikk á økinum.

 

Verkætlanin, sum Klaksvíkar kommuna og David Im samstarva um, hevur til endamáls at kanna og lýsa, hvussu innflytarar til Klaksvíkar kommunu best kunnu verða integreraðir í lokalsamfelagið.

 

David fer í hesum verkætlanarstarvi at kanna tørvir og ynski og annað hjá innflytarum og út frá tí at orða og byrja at fremja ein integratións- og útlendingapolitikk fyri Klaksvíkar kommunu.

 

- Vit ynskja at skapa teir best møguligu karmarnar og at veita tær tænastur, sum kunnu viðvirka til at styrkja ta sosialu integratiónina millum lokalar og tilfluttar borgarar úr útlandinum, sum higartil hava búsett seg í Klaksvíkar kommunu, og teir sum í framtíðini fara at búseta seg í kommununi.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum mánadagin beyð Davidi Im vælkomnum til arbeiðis í býráðshúsinum, sigur, at endamálið er stutt sagt at viðvirka til, at hesir borgarar í mest møguligan mun verða enn betur integreraðir í samfelagið. 

 

- Í sínum starvi fer David í stóran mun at samskifta við tilflytarar í kommununi fyri at kanna og lurta eftir teirra royndum, tørvum og ynskjum í mun til lokalsamfelagið og borgaratænasturnar, sum her verða veittar.

 

Jógvan Skorheim vísir á, at David sjálvur er útlendingur, ið hevur búsett seg í Klaksvíkar kommunu, og hetta gevur honum góðar fyritreytir fyri at síggja tingini við eygum tilflytarans og út frá tí at byggja brýr tvørtur um tær gjáir – tað veri seg mentanarliga, málsliga o.s.fr. – sum nattúrliga eru millum eina og hvørja kommunu og borgarar av ymiskum uppruna.

 

- David Im er úr Suður Korea og hevur búð í 10 ár í USA og seks ár í Týsklandi. Hann er útbúgvin “Bachelor of Arts in Political Science” og “Master of Arts in Intercultural Studies” og hevur tí eisini góðar fakligar førleikar innan hetta økið, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu.