Hjún í Føroyum vinna pengar við at skiljast

Fyri eini hjún í Føroyum, sum eru pensjónistar, er tað ein stórur fíggjarligur fyrimunir at skiljast

Hjá einum hjúnum í Føroyum sum eru pensjónistar, er tað ein stórur fyrimunur, at tey bara lata seg skilja og halda fram at liva saman sum ógift.

Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Kári P. Højgaard, tingmaður, hevur spurt hana um hon heldur at tað er rætt, at sambúgvandi skulu hava betri sømdir, enn hjúnafelagar.

Hann vil eisini hava at vita um hon ætlar sær at gera nakað við hendan spurningin.

 

Annika Olsen staðfestir, at eini hjún, sum ikki hava aðra inntøku enn fólkapensjón og samhaldsfasta, hava eina inntøku á umleið 16.500 krónur um mánaðin tilsamans, aftan á skatt.

Men eitt sambúgvandi par hevur eina inntøku á 19.700 krónur um mánaðin.

 

Tað merkir, at at eitt sambúgvandi par hevur eina inntøku, ið er einar 3.200 krónur hægri um mánaðin enn tað gifta parið hevur, sigur Annika Olsen

 

- Eitt sambúgvandi par, og eini hjún, hava vanliga sama uppihaldstørv, og tí eri eg samd við spyrjaran í at tað ikki er rætt og rímiligt, at giftu pensjónistarnir skulu hava eina so mikið lægri inntøku, sigur Annika Olsen

 

Hon sigur, at í grannalondum okkara er meginreglan, at gift og sambúgvandi eru javnsett.

Tað merkir, at gift og sambúgvandi fáa somu upphædd í fólkapensjón, meðan tey, sum búgva einsamøll fáa eina pensjón, sum er hægri.

 

Landsstýriskvinnan heldur, at tað er neyðugt at viðgera hendan spurningin av nýggjum soleiðis, at giftir pensjónistar fáa somu sømdir sum sambúgvandi fólkapensjónistar.

 

Ein broyting í pensjónslógini, sum hevur við sær, at giftir pensjónistar fáa somu pensjón sum sambúgvandi pensjónistar, kostar landskassanum einar 55 - 65 milliónir krónur um árið.

Og Annika Olsen staðfestir, at sum fíggjarligu umstøðurnar eru nú, ber ikki til at gera nakað við málið fyribils.

 

Men hon heldur, at tað er neyðugt at taka spurningin um hjúnastøðuna upp í einum breiðari høpi, tí spurningurin er eisini viðkomandi á øðrum økjum í føroysku almannalóggávuna.