Á aðalfundinum hjá FIFA fyrr í vikuni boðaði Sepp Blatter frá, at hann ætlar at halda fram sum forseti fyri FIFA. Hann er í dag 78 ára gamal og hevur verið nógv umstríddur orsaka av millum annað mutri. Eitt nú í samband við HM í 2022, sum verður í Katar.
- Meldingarnar eg havi fingið eru, at allar konfederatiónirnar burtursæð frá UEFA tóku væl móti boðunum. Er hetta veruliga støðan, so verður hann afturvaldur, tí UEFA hevur ikki meirilutan í FIFA, sigur Christian Andreasen, FSF forseti.
Tað hava í longri tið verið spent viðurskifti millum UEFA, sum er ein av seks limum í FIFA, og FIFA. Tað hevur eisini ljóðað, at UEFA forsetin, Michel Platini, skuldi stilla upp sum forseti fyri FIFA, men tað ger hann undir ongum umstøðum, um Sepp Blatter stillar upp.
- Tað er nýtt fyri mær, at Blatter hevur tikið hesa støðu. Eg havi fingið upplýst, at á forfundinum hjá UEFA, har Sepp Blatter altíð er hjásaddur, fekk hann ikki applaus, tá hann gav boðini til UEFA, greiðir Christian Andreasen frá.
UEFA, sum er limur í FIFA, kemur við eini almennari útmelding í august ella septembur.
- Í einum máli sum hesum hava Norðurlond eina fasta siðvenju um at tosa saman, hvørja støðu Norðurlond hava til forsetavalið í FIFA. Norðurlendski fundurin verður miðjan august, og tá rokni eg við, at Norðurlond koma við eini felags útmelding, sigur Christian Andreasen víðari.
- Áðrenn Norðurlendski fundurin er hildin, haldi eg ikki at tað er rætt at gera konkretar viðmerkingar til, hvønn FSF stuðlar sum forseta í FIFA, sigur Christian Andreasen at enda.
Danska fótbóltssambandið hevur givið til kennar, at teir helst ikki stuðla Sepp Blatter um hann stillar upp á nýggjum. Um hann situr enn eitt skeið, so verður hann 83 ár, tá skeiðið endar.
FIFA er altjóða fótbóltssamgongan. UEFA er ein av seks limum í FIFA. UEFA er fótbóltssamgongan fyri Evropa. FSF atkvøddi fyri Sepp Blatter seinast.