- Hetta hava verið tveir uppbyggjandi dagar. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Í tveir dagar hava umboð fyri allar politisku flokkarnar sitið vesturi í Vágum at vita um tað ber til at finna eina felags semju um, hvussu ein føroysk eftirlønarskipan skal verða í framtíðini. Annika Olsen, sigur, at talan er um eitt stórmál sum viðkemur hvørjum einasta føroyingi og tí heldur hon, at tað er rímiligt, at eisini andstøðan verður boðin við at viðgera málið í eini roynd at fáa so stóra undirtøku fyri tí sum tilber. Tað ger eina semju trúverdugari, heldur hon. Tí boðsendi hon øllum flokkum í arbeiðslegu vesturi í Vágum og tað heldur hon, hevur eydnast væl. Hon staðfestir, at hon er eisini sinnað at lurta eftir andstøðuna, so at allir flokkar kunnu føla at teir eru við í semjuni. - Allir flokkarnir hava verið jaligir í síni viðger, so hetta hevur verið tveir gevandi dagar sigur hon. Hon sigur, at tað fyrsta á skránni var at fakfólk, bæði úr Almannamálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Búskaparráðnum og Hagstovuna. - Tey hava útgreinað fyri okkum tær fíggjarligu avbjóðingarnar, vit hava, hvussu aldursbýtið fer at vera tey næstu nógvu árini, og, hvat skal til fyri at tryggja fíggjarliga haldførið í búskapinum sigur hon. - Flokkarnir hava fingið eitt gott fakligt grundarlag til tað víðari viðgerðina, sigur landsstýriskvinnan. Hon sigur, at flokkarnir eru samdir um at greina ymisk viðurskifti og at arbeiða víðari við teimum, men hon vil ikki í smálutir við tí, sum er viðgjørt. Nógv hevur verið tosað um eftirlønarskipanina og eitt, sum fleiri ferðir hevur verið ført fram, er, at fólk, sum hava sínar egnu eftirløn, skulu ikki eisini hava eina almenna fólkapensjón. Hetta er eisini ein spurningur, stór ósemja hevur verið um. Men Annika Olsen leggur dent á, at nú tey eru farin undir samráðingar ímillum allar flokkar, verður byrjað á einum hvítum arki og at allir spurningar eru til viðgerar. Og hon heldur eisini, at allir flokkar eru sinnaðir at flyta seg fyri at finna eina felags semju. |