fjør í brævui til fjølmiðlarnar gjørdi greitt, at hesin dagur var altjóða handikappdagur samstundis sum fýlst varð á, at landsstýrið einki hevði gjørt fyri at markera henda dagin. Í brævi til løgtingið seinni [...] føroyskan sosialpolitikk vyirhøvur. Frágreiðing skuldi lýsa viðurskiftini hjá brekaðum, og hvussu vit bøta um tey. Nýggj forsorgarlóg skuldi samtykkjast eins og nýggj barnaforsorgarlóg. Skapast skuldu [...] hjá brekaðum skuldu takast upp. Hetta var ein partur av innihaldinum í tí væntaða orðaskiftinum. Nú vit eru komin inn í fjórðu viku av 1999, hevur enn einki orðaskifti um støðuna hjá samfelagsins veikasta
verður undir kirkjugólvinum. ? Tá vit tóku gólvið upp sóu vit, at fleiri hyljar vóru undir gólvinum - onkur var upp til hálvan metur djúpur, sigur Jórun í Dali. Nú verður eisini bjálvað undir gólvi - ikki bara [...] Trupulleikin í kirkjuni er, at undirlagið undir sjálvum gólvinum ikki er nóg gott. Gólvið, sum er tað sama, sum varð lagt á, tá kirkjan varð bygd í 1788, er tikið upp, men skal leggjast á aftur. Fyrstu [...] bara fyri trekk, men eisini fyri ljóðgóðskuna í kirkjuni. Tað sermerkta við hesum umvælingararbeiði er, at gólvið verður umvælt á sama hátt, sum gjørt var fyri 200 árum síðani - við handamboðum, so einki
um og øðrum veitingum, sum kunnu lætta um gerandisdagin hjá teim, ið bera brek ella hava varandi sjúku. Men tú kannst ikki hava eitt vøruútboð sum SMS og eitt starvsfólkalið sum kioskin á Landssjúkrahúsinum [...] og enn er ikki fingin fígging til annan bil. Vit eru sannførd um, at við at styrkja HTM rakstrarliga fáa vit ikki einans bøtt týðandi um tænastuna, men eisini betri møguleika fyri at stýra útreiðslurnar [...] Vit vita ikki, hvat ítøkiliga lá í orðum Kristians um, at tað viðvíkjandi hjálpartólatænastuni ikki ?er ein spurningur um pengar, men um at fáa skipanina at arbeiða betur?. Men vit ivast ikki í, at tað
tó ikki landsstýrismaðurin, sum í fyrsta umfari merkir trupulleikarnar av tiltøkunum, sum bygdarráðið nú hevur sett í verk. Tað ger Strandferðslustjórin harafturímóti. Vit hava biðið Reidar Nónfjall um [...] vestmenningum? - Sum eg segði, so er tað eftir míni meting ikki mítt borð at loysa henda trupulleikan. Eg havi tosað við Vinnumálastýrið í morgun, men tað er enn einki sum talar fyri, at vit fara at gera júst [...] leggja at inni á Fjørð, men tað var eisini einastu ferð í gjár. Hjá ferðafólkunum var harafturímóti eingin trupulleiki. Tey gingu umborð og í land, so øll ferðafólk, sum skuldu um Sundið, men tey fingu so
fólkini, sum føla avleiðingarnar av blokaduni. - Vit hava havt fleiri fundir um eitt nú at hækka havnargjøldini og eitt nú um leigu av básum á havnaøkjunum, men tað er nakað, sum tekur drúgva tíð og vit eru [...] Finnbogi Arge viðgongur, at hann skilir støðuna, sum vestmenningar eru í, men hann leggur afturat vestmenningar eisini mugu skilja støðuna hjá Landsstýrinum. - Vit kunnu ikki taka ferjuleguna í Vestmanna burtur [...] fóru um Sundið í gjár og sum nevnt aðrastaðni, so var endamálið við blokaduni at fáa landsstýrismannin í tal um rakstrarkostnaðin av ferjuleguni. Men tað verður, eftir tí sum skilst á landsstýrismanninum
teir skoraðu helmingin av málunum, sum GÍ fekk ? men teir kunnu brúkast alla staðni á vøllinum, og tað hevur meiri ella minni verið mett sum ein neyðloysn, at teir, sum á landsliðnum í fjør mannaðu vongverjan [...] tveir spælarar úr Brasilia í somu sending, sum toftamenn fáa sínar spælarar, og nú tykist, at teir endiliga fara at fáa bilbukt við tørvin á álopsspælarum, sum teir hava havt síðani John Petersen í 1997 [...] spælarar á liðnum, kom fram, at gøtumenn umframt brasilumenninar eisini hava gjørt avtalu við Alexander Radosavljevic ella Sasha, sum hann varð nevndur á Tvøroyri, har hann var í álopinum í fjør (hann
teprum meiriluta, sum tað ber til, var afturvaldur sum næstformaður í eitt tvey ára skeið, og at Mortan Poulsen, sum var stillaður upp ímóti sitandi næstformanninum, fall við so teprum tapi, sum tað bar til [...] valið tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi, so fari eg at ynskja Børga tillukku við afturvalinum, samstundis sum eg vóni, at Mortan framvegis fer at vera tann hjálpin í FSF, sum hann hevur verið, bæði meðan [...] og onkrir, sum hava við ÍSF at gera, sum arbeiddu fyri at fáa feløgini at velja Børge B. Hansen. Tá Jógvan Arge tók seðlarnar og rópti nøvnini upp, gjørdist dramatikkurin eins stórur, sum hann var, tá
krónur. - Tað er tað bíligasta, ið er á marknaðinum. Vit spara eisini fólk fyri byggirentur, tey gjalda ikki fyrr enn tey flyta inn. Orsøkin til at vit ikki krevja depositum er, at tað bindur fólk meiri [...] eru longu seld. Húsini, sum eru í tveimum hæddum, eru sokallað lyklaklár, einans gólválegging og máling vantar umframt hvítvørur. Økið aftan og framman fyri húsini verður eisini liðugt og atkomiligt er [...] monnum við húsabyggingini á Løgmannabreyt í Hoyvík. Um hálvan mei verður fyrsta byggistig liðugt, sum er tólv samanbygd hús, og nú lýsir hann í bløðunum við næsta byggistigi, ið er trettan hús av sama
standa á egnum beinum, mugu vit eisini byggja brýr millum Føroyar og umheimin, tí einsamøll koma vit ongantíð at standa. EFTIR okkara tykki er eitt orðaskifti um uttanlandsmál sum heild kanska av størri týdningi [...] er at leggja lunnar undir einum framtíðar útviklingi, sum skal koma bæði okkum og komandi ættarliðnum til góða. Tí er so avgerandi, at vit eisini hyggja eftir, hvat tænir okkum uppá longri sikt, heldur [...] uttanlandsmálini inn í myndina. Hvat vilja vit við viðurskiftunum við Danmark, við Norðurlond, við ES, við næstu grannar okkara og við umheimin annars? Sohvørt vit menna land og fólk okkara til at gerast
eitt av teimum undantøkunum, sum vit hava sett í samgonguskjalið, at tað er ein so stórur biti uppá ein gang, at tað er nakað, sum vit mugu gera eina avtalu um, hvussu vit skipa tað frameftir saman við [...] Orsøkin til hetta er sum sagt tann, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Anfinn Kallsberg vísir á, at vórðu vit ein sjálvstøðug tjóð, so høvdu vit kunnað valt sjálvir. -Tað vit kunnu velja í dag er [...] føroyingar eru í tí sera óhepnu støðu - sjálvt um vit hava ríkisfelagsskap við danir - eru vit avskornir at luttaka sum partur av ríkinum í tí útviklingi, sum Danmark hevur fingið, tvs. at meðan Danmark er