NÚ tað verður so nógv tosað um framtíðar støðu Føroya í bæði viðurskiftunum við Danmark og umheimin annars, hevur eitt orðaskifti um uttanlandsmálini stóran týdning. Helst hava føroyskir politikarar higartil lagt ov lítlan dent á nettup slíkt orðaskifti, tí okkara egnu heimligu gerandismál hava tikið so nógv av tíðini og orkuni.
VIT eiga tó at gera okkum púra greitt, at politikkur er og eigur at vera meira enn bert dagurin í dag. Ein týðandi partur av tí politiska arbeiðinum er at seta út í kortið og tilrættaleggja framtíðina. Tað er at leggja lunnar undir einum framtíðar útviklingi, sum skal koma bæði okkum og komandi ættarliðnum til góða. Tí er so avgerandi, at vit eisini hyggja eftir, hvat tænir okkum uppá longri sikt, heldur enn bert til dagin í morgin.
OG her koma uttanlandsmálini inn í myndina. Hvat vilja vit við viðurskiftunum við Danmark, við Norðurlond, við ES, við næstu grannar okkara og við umheimin annars? Sohvørt vit menna land og fólk okkara til at gerast meira sjálvstøðug og at kunna standa á egnum beinum, mugu vit eisini byggja brýr millum Føroyar og umheimin, tí einsamøll koma vit ongantíð at standa.
EFTIR okkara tykki er eitt orðaskifti um uttanlandsmál sum heild kanska av størri týdningi enn orðaskiftini um samband, samveldi og fullveldi. Men tað er greitt, at hesi viðurskiftini eru nær tengd at hvørjum øðrum. Tað ber ikki til at viðgera tey heilt isolerað, og tí er orðaskiftið um framtíðar støðu okkara í danska ríkinum ein avgjørd fortreyt fyri at kunna viðgera og taka støðu til aðrar uttanríkispolitiskar spurningar.
LØGMAÐUR sigur við Sosialin í dag, at hann er eitt sindur bangin fyri, at tingmenn hava ikki neyðugu ballastina og innlitið til at kunna umrøða tey ymsu uttanlandsmálini. Hetta er ikki sagt í niðursetandi týdningi, men tað er meira ein staðfesting av, at føroyskir politikarar eru vanir við at viðgera heimlig viðurskifti. Lat okkum so bara vóna, at hetta orðaskiftið kann vera eitt vegamót í so máta, og gott hevði verið um tingmenn eina løtu gloymdu flokspolitiska litin og heldur sóu hetta málið út frá støðu Føroya mótvegis umheiminum.