13 nýggj hús á skránni

Farið er undir annað byggistig av samanbygdu sethúsunum á Løgmannabreyt og í summar verða tey fyrstu seks húsini klár at flyta inn í.

Tað gongur við rúkandi ferð hjá Høgna Mikkelsen og hansara monnum við húsabyggingini á Løgmannabreyt í Hoyvík. Um hálvan mei verður fyrsta byggistig liðugt, sum er tólv samanbygd hús, og nú lýsir hann í bløðunum við næsta byggistigi, ið er trettan hús av sama slagi. Tey fyrstu seks verða liðug í juni og tey seinastu um eitt ár.

Øll húsini í fyrsta byggistigi og tvey í næsta eru longu seld. Húsini, sum eru í tveimum hæddum, eru sokallað lyklaklár, einans gólválegging og máling vantar umframt hvítvørur. Økið aftan og framman fyri húsini verður eisini liðugt og atkomiligt er á asfalteraðum vegi. Húsaprísirnir liggja úr 880.000 krónur.

- Tað er tað bíligasta, ið er á marknaðinum. Vit spara eisini fólk fyri byggirentur, tey gjalda ikki fyrr enn tey flyta inn. Orsøkin til at vit ikki krevja depositum er, at tað bindur fólk meiri enn heppið er. Hava tey av eini ella aðrari orsøk grund til at leypa frá keypinum kunnu tey tað. Tað einasta vit krevja er, at fólk hava útvegað fígging, tá ið tey tekna seg fyri einum húsi, sigur Høgni Mikkelsen.

Tað eru serliga ungfólk við børnum, ið teljast millum keypararnar hjá Høgna Mikkelsen. Tí kann hugsast at stórt trýst verður á dagstovnarnar og skúlarnar í økinum í framtíðini.


Aðrar ætlanir

Høgni Mikkelsen, sum byggir hesi nógvu húsini, er størsti einstaki byggiharrin í landinum. Hann hevur áður roynt seg við slíkari húsabygging, og er undirtøka verður farið hann undir triðja byggistig á Løgmannabreyt.

Fyri nøkrum mánaðum síðani keypti Høgni Mikkelsen í harðari kapping við onnur áhugað trøðna á Boðaneshamri fyri 3,1 mill. krónur. Trøðin er ikki byggibúgvin enn, men eitt skitsuprojekt við 24 húsum liggur á borðinum.

- Tey húsini verða í einum øðrum prísklassa enn tey í Hoyvíkshaganum. Og kanska í øðrvísi sniði eisini. Eg havi fingið ørgrynnu av fyrispurningum um tey húsini, fólk hava víst sera stóran áhuga og tað kemst ivaleyst av umhvørvinum á Boðaneshamri. Gott útsýni og tætt við býin, sigur Høgni Mikkelsen.

Ætlanin á Boðaneshamri liggur eini trý ár frammi í tíðini. Høgni Mikkelsen hevur átta mans í arbeiði umframt málarar, múrarar, el-innleggjarar og onnur.