Eirikur Lindenskov
Trupulleikin í kirkjuni er, at undirlagið undir sjálvum gólvinum ikki er nóg gott. Gólvið, sum er tað sama, sum varð lagt á, tá kirkjan varð bygd í 1788, er tikið upp, men skal leggjast á aftur. Fyrstu skal runa og onnur væta fáast burtur, eins og drenað verður undir kirkjugólvinum.
? Tá vit tóku gólvið upp sóu vit, at fleiri hyljar vóru undir gólvinum - onkur var upp til hálvan metur djúpur, sigur Jórun í Dali.
Nú verður eisini bjálvað undir gólvi - ikki bara fyri trekk, men eisini fyri ljóðgóðskuna í kirkjuni.
Tað sermerkta við hesum umvælingararbeiði er, at gólvið verður umvælt á sama hátt, sum gjørt var fyri 200 árum síðani - við handamboðum, so einki sæst til maskinhølvingar. Fingið er til vega tilfar ovarliga í Finnmørkini.
? Tað er sera gamal viður, sum hevur fingið frið í nógv ár. Millum áringarnar er 1/2 - 1 millimetur, og ber tað prógv um, at talan er um sera gott tilfar, sigur Jórun í Dali, sum er arkitektur fyri kirkjustjórnina og tískil hevur umsjón við øllum 62 kirkjunum í landinum.
Men tað er ikki bara sum at siga tað, at fara undir slíkt arbeiði, og tí kemur norðmaðurin Anders Halstad at standa fyri arbeiðinum at umvæla gomlu brettini og gera tey nýggu til. Hetta arbeiðið verður gjørt á Margarinfabrikkin í Tórsgøtu í samráð við tekniska stjóran hjá býráðnum, Marius Müller, sigur Jórun í Dali.
Gomlu brettini verða nýtt undir stólunum - har tað gamla tilfarið verður savnað saman. Nýggjara tilfarið verður so brúkt til miðgongina, men hetta skal gerast so hegnisliga, at tað verður líkt tí gamla gólvinum, sigur Jórun í Dali.
Roknað verður við, at arbeiðið í Havnar Kirkju verður liðugt til 1. mars - og er tá øll kirkja liðugt umvæld.