hann aftur at flúgva jagaraflogfar og var við í bardøgunum um Grikkaland. Skaðarnir frá neyðlendingini gjørdu kortini, at hann noyddist at gevast at flúgva. Í fleiri ár royndu læknarnir at pjøssa hann [...] er, at Lewis vandar sær illa um, tá ið hann skrivar, meðan Tolkien var kendur fyri at skriva umaftur og umaftur. Í fyrstani helt eg, at eg mundi fara skeivur, men við nærri kanning vísti tað seg, at allir [...] hon sigur honum, at hann verður ikki gamal, um hann ikki lærir at skyna á, tá ið hann sær eina heks. Heksir hata børn og vilja gera alt fyri at beina fyri teimum. Tað er ikki lætt at síggja mun á eini heks
intellektuelt við í myndunum, meðan tað at avmynda náttúruna meira upptók meg og Torbjørn. Vit báðir hoyra til ein slíkan bólk av listafólki, ið er besettur av at avmynda. At leggja beinleiðis tankar í myndina [...] hann sýndi fram. Hetta var á ólavsøku í 1974. - Eg var heppin at koma at kenna Janus Kamban tíðliga. Tá legði eg glansbíløtini á hillina, minnist Hans Pauli. - Janus gjørdi eina høvuðmynd av mær, og tað gjørdi [...] Torbjørn og einum, sum var komponistur og klaverspælari. - Har var bíligt at búgva, ja, so bíligt, at sambært prísinum skuldi tú trúð, at tað var fyri hundrað árum síðani. Slíkar íbúðir finnast neyvan longur
hjá gentuni. Hann vísti á, at søgan var skrúva eitt stig ógvusligari orsakað av slatrinum gjøgnum tíðina. Hann vildi tó iki siga, at gentan leyg, men at hon var ávirkað av slatri og øðrum kenslum. Eitt annað [...] gamla gentu, liðug. Bæði ákærin og verjin dugdu væl at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum. Ákærin helt, at talan var um eitt álvarsmál, og kravdi ákærda at verða dømdan í fongsul í 10 mánaða fongsul. Hann bygdi [...] eisini frágreiðingarnar hjá John Petersen sjálvum. Hann vísti serliga á, at tað ikki kundi bera til, at John Petersen visti, at gentan vildi sleppa í song við honum. Hon hevði aldri sýnt hetta í atburði
fyri at verða upptikin til framsýningar. Eg vil ikki siga, at nýggju rákini, ið eru frammi, siga mær so nógv. - Møguliga eri eg ov tradisjónellur, eg máli landsløg og havi ikki beinleiðis hug til at finna [...] umráðandi at vera í gongd hvønn dag, ganga nakrir dagar ímillum er ringt at koma í gongd aftur. Sum so nógv onnur havi eisini eg ein dreym um at mála burturav, men tað vil tíðin vísa, um tað ber til. At mála [...] Eg eri sloppin frá at gera nakað søkjandi arbeiði fyri at sleppa framat at sýna fram og tað er av tilvild, sigur Øssur Mohr. Møguliga eri eg ov tradisjónellur Ætlanin hjá Øssuri er at hava eina framsýning
Tær nýtist ikki tann stóra kunnleikan at fata, at útreiðslurnar hjá einum miðnámsnæmingi eru tær somu og hava einki við aldurin at gera. Ein bók kostar tað sama at keypa hjá einum seytjan ára gomlum sum [...] teirra møguleikar at byrja miðnámsskúlan beint eftir 9. ? ella 10. flokk. Hvat álit og hvørja virðing koma tey at kenna fyri einum slíkum samfelag? Fara tey at koma aftur at virka her í vaksnamannalívinum? [...] upplagt, at eingin av hesum nýggju veljarunum fer at atkvøða fyri teimum løgtingsmonnum, ið fara at atkvøða fyri stuðulslógini í tí líki, hon nú fyriliggur. Tað er mín áheitan til tykkum ungu: minnist til hetta
hósdagin, at hann fór sum Føroya løgmaður og ikki sum umboð fyri Fólkaflokkin og legði hann aftrat, at vit áttu at gloyma fortíðina. Men er tað ikki nettup fyri at minnast aftur á fortíðina, at Mandela kemur [...] a. So langt fór Fólkafloksins stavnamaður, at hann við at m.a. at misbrúka sín løgtings- og fólkatingssess ?lokkaði? góðtrúnar føroyskar vinnulívsmenn til at taka upp samstarv við apartheidstuðlaða stýrið [...] vitjar fyri at takka fyri sanktiónirnar. NÚ fer so partamaður Mandela- og ANC-hataran Óla Breckmann til Danmarkar at verða hjástæddur, tá sami Mandela takkar fyri stuðulin. Vit hoyrdu løgmann siga við útvarpið
Norðurlandahúsinum í 5 ár, var at hjálpa til við at halda hýrinum á føroyingum uppi, soleiðis at teir fingu treysti aftur, styrkja sjálvsálitið mentunarliga, og vera við til at vísa, at hóast tað gekk illa bú [...] ár á baki, var frammi, at leikluturin hjá stovninum eigur at verða endurskoðaður - uttan tó, at sagt varð, hvør leikluturin hjá húsinum so eigur at vera. - Tað er altíð neyðugt at steðga á og seta spurnartekin [...] lá í andaleypi royndi hann, við at bjóða eitt mentunartilboð fyri og annað eftir, at fáa føroyingar at venda eyguni frá kreppuni eina løtu og vísa okkum og umheiminum, at hóast tað stóð illa til fíggjarliga
hví. Eiga vit kanska at kvøða ?Tað var Flóvin Bænadiktsson, hann sat í búnari telving...?? Málfrøðisliga färt tú ikki prógvað, at svimjingarhylur er rættari ella føroyskari at siga enn svimjihylur. Tað [...] kunngjørdi fyri føroyingum, at tað eitur svimjingarhylur, og at svimjihylur er óføroyskt! Hví fingu vit ongantíð at vita, tí sum vanligt grundgóvu teir ikki. Hjá Føroya fólki var bara at gapa, tyggja og svølgja [...] Tí undar tað meg ikki sørt, at summi leggja so alstóran dent á týdningarleysar smálutir, tá ið tað snýr seg um føroyska málrøkt. Eitt er at lúka útlendskt burturúr; men at lúka tað burtur úr málinum, sum
n vildu ganga so vítt, sum at seta sær sum mál at skipa Føroyar sum fullveldi. Tað var nógv meiri, enn eg nakrantíð hevði roknað við og væntað av hesum flokkum. Satt at siga havi eg nógv størri virðing [...] At fjølmiðlarnir hava eina velduga ávirkan á fólk, eigur eingin at ivast í. Vit kunnu næstan siga, at tað eru bløð, útvarp og sjónvarp, sum í stóran mun avgera, hvat fólk tosa um - ja, fjølmiðlarnir kunnu [...] brøðralagið líka sum hug at spøkja aftur. Teir vita fullvæl, at tað er ikki í andstøðu, at slík mál vinna frama; tí eru slík uppskot eisini púrasta óforpliktandi fyri henda flokk. Men at »spæla« sosialir - tað
sera væl frá sínum leikluti. Betri enn Barbara At siga, at "Dansurin" er betri enn Barba, er kanska at nærkast evinum frá skeivari síðu. Men lat okkum siga, at hann stendur einki aftanfyri, hóast hann neyvan [...] týddi úr Íslendskum, stuðlaður av Tóru Tóroddsdóttur. Hugaligt, at slíkt fæst í lag. Og við góðum fólki handan ætlanina, er einki at siga til, at hetta er vælaverk. Fíggjarligan stuðul til hetta eintakið av [...] Tað serstaka við at síggja filmin er, at hann hevur føroyskan undirtekst. Tað er Forlagið Fannir, sum hevur tikið stig til at teksta. Árni Dahl týddi úr íslendskum og fekk stuðul frá Þóru Þóroddsdóttir