At fjølmiðlarnir hava eina velduga ávirkan á fólk, eigur eingin at ivast í. Vit kunnu næstan siga, at tað eru bløð, útvarp og sjónvarp, sum í stóran mun avgera, hvat fólk tosa um - ja, fjølmiðlarnir kunnu enntá vera við til at avgera, hvat fólk skulu halda um tey ymisku viðurskiftini.
Nógvar eru snildirnar. Føroyingar yvirhøvur eru í hesum tíðum nógv upptiknir av kjakinum um fullveldi, og tað fegnast vit um, sum hava trúð uppá einar frælsar Føroyar alt okkara lív. Tað var við tárum í eygunum, at undirritaði fylgdi gongdini, tá ið samráðingar vóru um samgongu og seinni um samgonguskjal eftir seinasta løgtingsval. Og serliga fløvandi var tað, at Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vildu ganga so vítt, sum at seta sær sum mál at skipa Føroyar sum fullveldi. Tað var nógv meiri, enn eg nakrantíð hevði roknað við og væntað av hesum flokkum. Satt at siga havi eg nógv størri virðing í dag fyri Anfinni Kallsberg, Jógvani á Lækjuni, Eyðuni Viderø, Helenu Dam á Neystabø, Sámal Peturi í Grund og øðrum góðum fólkafloks- og sjálvstýrisfólkum enn áður. Á hinari síðuni er virðingin fyri Javnaðarflokkinum, tá ið ræður um »frælsi, javnað og brøðralag« á einum ógvuliga lítlum staði. Líka síðan eg gjørdist áhugaður fyir politikki, hevur tað verið mær ein gáta, hví Javnaðarflokkurin treytaleyst vil vera ein partur av danska ríkinum. Havi ongantíð skilt, at hetta skal vera nakað mál í sjálvum sær. Orsøkin kann bara vera, at Javnaðarflokkurin er »gitin og føddur« ófrælsur, at hann við sínari stovnan sum »útsendur« av dønum hevur sína »missión« í Føroyum sum er, at renna sneisaørindi fyri danska imperialismu. Hvat flokkurin meinar við frælsi, trúgvi eg neyvan, at javnaðarfólk vita sjálvi; tað kann so bara vera frælsi til at velja ófrælsi, so Føroya fólk um allar ævir vera húskallar hjá dønum í Føroyum.
Hvussu langt »javnaðurin og brøðralagið« røkka, ivist eg stórliga í, tí henda partin av politikkinum sóu vit lítið til, tá ið ringast stóð til um landið. Ikki fyrr enn, nú flokkurin er í andstøðu, hevur brøðralagið líka sum hug at spøkja aftur. Teir vita fullvæl, at tað er ikki í andstøðu, at slík mál vinna frama; tí eru slík uppskot eisini púrasta óforpliktandi fyri henda flokk. Men at »spæla« sosialir - tað duga teir sum fáur, og tað gevur atkvøður til Javnaðarflokkin at uppihalda donsku imperialismuni í Føroyum.
Eg nevndi í byrjanini, at fjølmiðlarnir hava eina velduga ávirkan á fólk. Ein háttur at leiða fólkið burtur frá teimum eymu stórmálum, sum ávísir fjølmiðlarnir helst ikki vilja, at fólk skulu vera so nógv upptikin av, er at gera smámál til stórmál. Og hetta dugur málgagnið hjá Javnaðarflokkinum betur enn nakar. Rætt er, at Sosialurin hevur boðið fólki at skriva um fullveldisætlaninar í blaðnum, men serliga tær samrøður, ið blaðið hevur gjørt um hetta stórmál, eru ofta so »snaraðar« í yvirskriftini, at tú sum lesari ivast í, um tey, sum ganga á odda í arbeiðinum at skipa Føroyar sum fullveldi, yvirhøvur meina nakað við tað. Dømir um hetta eru samrøður, sum blaðið hevur havt við eitt nú Anfinn Kallsberg og Høgna Hoydal - bert fyri at taka tvey ítøkilig dømir.
Herfyri gjørdi Sosialurin ein heilan hóp burtur úr, at fólkaflokskvinnan í Norðoyggjum, Rúna Sivertsen, segði nøkur orð um Almannastovuna og veitingar hennara. Soleiðis, sum blaðið leikaði, skuldi tú trúð, at hon hevði mælt til at »avtaka« Almannastovuna. Men tað gjørdi hon ikki. Í staðin vísti hon á, at fleiri, sum hava hjálp fyri neyðini, ikki fáa hana, meðan onnur, sum kanska ikki hava brúk fyri almannahjálp, fáa hana viðhvørt. Somuleiðis fanst løgtingskvinnan at Almannastovuni, tí tú sum »brúkari« bara fært fatur á henni nakrar heilt fáar tímar um dagin.
Men hesa lítlu músina gjørdi Sosialurin beinanvegin til ein elefant. Var tað nú nakað forgjørt í, at Rúna segði tað, sum henni lá á hjarta? Ella skal eingin hava loyvi at seta spurnartekin við ein stovn, sum umsitur ein so stóran part av okkara fíggjarlóg? Undirritaði veit av góðum grundum ikki, um fólk, sum tørva pening og áttu at fingið frá Almannastovuni, ikki fáa tað, tey hava rætt til. Men eg veit, at tað eru mong, sum helst høvdu bíðað leingi, um eingin var at hjálpt teimum. At tú sum borgari bara fært fatur á Almannastovuni nakrar fáar tímar um daign, mugu vit geva løgtingskvinnuni rætt í, tí soleiðis er tað bara. Er tað nakað, sum tann »sosiali« Javnaðarflokkurin kann liva við? Ella - hevur flokkurin bara áhuga fyri teimum, sum starvast innan almennu umsitingina. Hvat við brúkarunum, sum kanska eru nógv verri fyri enn starvsfólkini? Hava hesi ikki eisini rætt til eina tænastu, sum tey kunnu liva við?
Eg ivist onga løtu í, at tey, sum arbeiða á Almannastovuni, gera eitt gott arbeiði, men tað kann væl ikki vera nøkur vanlukka, at slík viðurskifti, sum tey, ið Rúna umrøddi, verða tikin upp á tungu. Eingin - heldur ikki tey alment løntu - eiga at verða friðað í klassa A, um eg so kann siga, tí tað kann koma at ganga útyvir tænastuna hjá teimum fólkum, sum eisini áttu at hava áhuga hjá Javnaðarflokkinum.
Men tað stutta av tí langa er, at soleiðis hóreiggja Sosialurin og Javnaðarflokkurin sær í royndini at fáa Føroya fólk at vera minni upptikin av spurninginum um fullveldi, tí hesin »útsendi« flokkur ynskir tað kjakið og fullveldisætlanir landsstýrisins, har piparið grør.
Við samhaldsfastari fullveldiskvøðu
Vilmund Jacobsen