EISINI føroyingar ella rættari ein partur av Føroya fólki stuðlaðu ANC og teirra frælsisstríði. Tí er tað einki annað enn náttúrligt, at umboð fyri Føroyar eisini eru hjástødd, tá Mandela takkar fyri stuðulin. Og tað er eingin minni enn Føroya løgmaður, sum er boðin við. Um Føroya løgmaður at Atli Dam, so vildi tað verið bæði rætt og rímuligt, at hann varð boðin við til hesa hátíðarløtu, tí hann var millum teirra, sum talaðu søk teirra svørtu á sinni, tá hesi høvdu mest tørv á tí. Men Føroya løgmaður eitur ikki Atli Dam, hann eitur Anfinn Kallsberg, og hann er haraftrat formaður í Fólkaflokkinum, tí flokki, sum uppá tað allar harðasta royndi at trútta niður í føroyingin, hvat tað var fyri eitt harkalið av ?fladnæsede? kommunistabandittum við monnum sum Mandela og Desmond Tuto á odda, sum stóð fyri ANC.
TAÐ eydnaðist partamanni løgmanns, sum nú fer til Danmarkar at taka í hondina á Nelson Mandela, at seta ein kíla dygt inn í tann sanktiónspolitikk, sum øll Norðurlondini, USA og mong onnur lond róku ímóti hvíta apartheidstdýrinum í Suðurafrika. So langt fór Fólkafloksins stavnamaður, at hann við at m.a. at misbrúka sín løgtings- og fólkatingssess ?lokkaði? góðtrúnar føroyskar vinnulívsmenn til at taka upp samstarv við apartheidstuðlaða stýrið í suðurafrikanska hjálandinum Namibia. Hvør minnist ikki tær ótespuligu, tær haturfullu og niðurgerandi greinarnar í Dagblaðnum fyri ikki at tosa um røðurnar á fólkatingi og løgtingi hjá Óla Breckmann, har hann tileinkisgjørdi tann solidariska sanktiónspolitikkin hjá teimum londum, sum Nelson Mandela nú vitjar fyri at takka fyri sanktiónirnar.
NÚ fer so partamaður Mandela- og ANC-hataran Óla Breckmann til Danmarkar at verða hjástæddur, tá sami Mandela takkar fyri stuðulin. Vit hoyrdu løgmann siga við útvarpið hósdagin, at hann fór sum Føroya løgmaður og ikki sum umboð fyri Fólkaflokkin og legði hann aftrat, at vit áttu at gloyma fortíðina. Men er tað ikki nettup fyri at minnast aftur á fortíðina, at Mandela kemur til Danmarkar harra løgmaður! At løgmaður í somu samrøðu sigur, at hann telist ikki millum teirra, sum í seinastuni í útvarpinum hava sett heit ynski fram um at hitta Mandela, er honum til lítlan sóma. Vildi hann liva upp til sítt løgmansembæti leyst av Fólkaflokki, so átti løgmaður tvørturímóti at sagt hetta høvið vera ein stóran dag fyri seg og teir føroyingar, sum í síni tíð tóku so dyggiliga undir við sanktiónspolitikkinum. Løgmaður eigur nettup at fara til Danmarkar at umboða tey í Føroyum, sum Mandela nú ynskir at takka. Hann eigur at taka í egnan barm og fordøma tað, sum Óli Breckmann og Fólkaflokkurin stóðu fyri, tá Mandela og hansara fólk høvdu mest brúk fyri hjálp - sanktiónshjálp! Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur ein moralskan trupulleika.









