JÓGVAN ISAKSEN
C.S. Lewis: Ljónið, gívurin og klædnaskápið. Carl Jóhan Jensen týddi. Myndir: Pauline Baynes, 190 s. Bókadeild Føroya Lærarafelags 1998.
Roald Dahl: Heksirnar. Umsett hevur Eyðun Andreassen. Myndir: Quentin Blake, 202 s. Bókadeild Føroya Lærarafelags 1998.
Barnabøkurnar hjá C.S. Lewis og Roald Dahl eru millum tær mest umhildnu bøkurnar í enska heiminum, og tað finnast tíðarrit, sum bara snúgva seg um hesar høvundar og teirra avrik. Um okkara leiðir hevur C.S. Lewis ikki verið nógv lisin áður, meðan Roald Dahl ivaleyst er mest kendur fyri sínar stuttu ræðusøgur ætlaðar vaksnum. Ræðusøgurnar hava verið sýndar sum smáir sjónvarpsleikir, har Roald Dahl sjálvur leggur fyri, men C.S. Lewis hevur heldur ikki verið við sviðið soð, hvat sjónvarpi og filmi viðvíkur. Fleiri filmir hava verið gjørdir yvir bøkurnar hjá honum og somuleiðis bæði sjónleikur, sjónvarpsfilmur og biograffilmur um hvat ið hendi, tá ið C.S. Lewis sum gjørdur gamal drongur hitti amerikonsku kvinnuna Joy Gresham. Tann hjartanemandi filmurin, »Shadowlands«, um kærleika og sjúku var leikstjórnaður av Richard Attenborough og hevði Anthony Hopkins og Debra Winger í høvuðsleiklutunum.
Gívurin og heksirnar
Sjálvur las eg sum tólv ára gamal ræðusøgurnar hjá Roald Dahl á tamb, og eg haldi meg minnast nógvar enn, hóast eg eftirsíðani ikki havi lisið tær. Til fyri stuttum hevði eg kortini ikki kunnað meg við barnabøkurnar hjá hvørgum av hesum monnum, men nú Bókadeildin er farin undir at geva tær út á føroyskum beyðst eitt eyðsætt høvi.
Av teimum sjey Narnia-bókunum hjá C.S. Lewis er tann fyrsta, »Ljónið, gívurin og klædnaskápið«, komin í týðing eftir Carl Jóhan Jensen, og av bókunum hjá Roald Dahl eru tvær, »Dánjal á fuglaveiðu« og »Heksirnar«, komnar í umseting eftir Eyðun Andreassen. Hóast »Dánjal á fuglaveiðu« av mongum verður roknað sum ein av heimsins bestu barnabókum, havi eg í hesi grein valt at avmarka viðgerðina til Narnia-bókina og »Heksirnar«. Hesar bøkur eru um somu tíð líkar og stak ólíkar, og tað er áhugavert at eftirkanna í hvørjum tær bregða frá og í hvørjum ikki. Tær føroysku týðingarnar, við hvør síni málsligu stevnu, verða eisini umrøddar.
Tann trúgvandi høvundurin
C.S. Lewis (1898-1963) tókst einahelst við miðaldarbókmentir - eins og vinmaðurin J.R.R. Tolkien - og hann starvaðist í Oxford til hann í 1954 gjørdist professari í Cambridge. Lewis kallaði seg sjálvan ein dinosaur, tí hann sum trúgvandi bæði hugsaði og skrivaði øðrvísi enn næstan øll hansara samtíðarfólk. Tolkien er fyri ein part undantikin her. Grundhugsanin í næstan øllum skaldskapinum hjá C.S. Lewis er samvirkan ímillum fleiri heimar, og soleiðis er tað eisini í »Ljónið, gívurin og klædnaskápið« frá 1950, sum leggur fyri við ævintýrorðunum: »Einaferð vóru tað fýra børn...«
Systkini Pætur, Súsanna, Edmund og Lovisa eru flutt úr London undan bumbuálopum og búgva nú hjá einum gomlum professara úti á landsbygd. Hann er ógiftur og býr í einum stórum, gomlum húsum, sum eru so sermerkt, at fólk koma langt av leið at síggja tey. Í einum kamari er bara eitt stórt klædnaskáp inni, og í skápinum hanga frakkar, mest loðskinskápur. Lovisu dámar so væl loðskinn, so hon fer inn í skápið at kenna luktin og at nerta við frakkarnar, men tað tykist, sum um eingin bakveggur er. Hon fer longur og longur inn, og áðrenn hon veit av, stendur hon í einari skóg á náttartíð og í kava.
Lovisa møtir fauninum Tumnus, sum fortelur henni, at hon er í landinum Narnia, har tann hvíta gívurin ræður. Tað er allatíðina vetur og ongantíð jól, og øll sum muta ímóti gívrini umskapar hon til stein. Lovisa fer inn aftur í skápið úr Narnia, og hóast hon hevur verið burturi í tímar, so er eingin løtan gingin, tá ið hon aftur er saman við systkinunum. Tíðin í Narnia og í okkara heimi er hvør sítt.
Seinni fer beiggin Edmund inn í Narnia og loksins øll systkini, har tey gerast partur í stríðnum ímóti gívrini, sum hevur allar illar verur sínumegin, meðan løvan Aslan stendur á odda fyri teimum góðu kreftunum. Bardagin er ímillum gott og ilt, og tann hvíta gívurin roynir at spilla Edmund, tí hansara mura er tann skroypiligasta.
Lewis og Tolkien
Nettupp samvirkanin ímillum ymiskar heimar er ein av aðalmununum ímillum Narnia-bøkurnar og »Lord of the Rings« hjá Tolkien, sum tær í summum minna um. Tolkien skapar sína egnu verð uttan beinleiðis tilvísingar til okkara heim, meðan tað í Narnia-søgunum alla tíðina er samband ímillum mannaheimin og Narnia. Tað sigst, at Tolkien av somu grund ikki brýggjaði stórvegis seg um hesar bøkur.
Tvídráttirnir í teimum mytologisku heimunum hjá báðum høvundunum eru líkir, tí í báðum førum er óndskapur, og hvat hann ber við sær, kjarnin. Ein avgerandi munur er kortini, at tað ikki er nøkur gudshugsan í »Lord of the Rings«, men bara ein veik kensla av, at ein forsjón finst. Hjá Tolkien valdar ein dualistisk hugsan, har tær góðu og tær óndu kreftirnar eru eins sterkar, og tað er líka til søguenda ivingarsamt, hvør ið fer at vinna. Í skaldskaparheiminum hjá Lewis finst afturfyri ein greið gudsfatan, og Løvan Aslan er týðuliga tann holdgjørdi Kristus. Narniasøgurnar ferðast sostatt í heilum í nánd av allegoriini, har hugtøk verða persóngjørd.
Í Narniasøgunum er tann hvíta gívurin tað ónda, og drívmegin er maktgirnd. Tað serliga við heksini er samansjóðingin av makt, óndskapi og vandamiklum kvinnuligum vakurleika. Her er lýsingin av henni, tá ið Edmund sær hana á fyrsta sinni koma fúkandi í sletu við reinsdjórum fyri og einum dvørgi við teymarnar:
»Men aftan fyri hann í einum heldur hægri sessi mitt í sletuni sat ein onnur vera - ein veldiskvinna. Edmund hevði ongantíð fyrr sæð eitt so stórvaksið konufólk. Eisini hon var sveipað inn í hvítan feld, og í hondini hevði hon eitt langt gullkelvi og á høvdinum gullkrúnu. Andlitið á henni var hvítt, ikki følt ella bleikt, men hvítt sum kavi, pappír ella flormelis, alt uttan munnurin, tí varrarnar vóru fagurreyðar. Hetta var eitt í mangar mátar ásýnligt andlit, men yvirbragdið var errið, kaldligt og bonskt«.
Vit mugu ikki gloyma, at tað er ein gamal drongur, ið skrivar, og tað er ikki eiðasørt, at lesarin kennir samhuga við honum.
Ein munur ímillum Lewis og Tolkin gjørdist mær ábærur, tá ið eg las »Ljónið, gívurin og klædnaskápið«, og tað er, at Lewis vandar sær illa um, tá ið hann skrivar, meðan Tolkien var kendur fyri at skriva umaftur og umaftur. Í fyrstani helt eg, at eg mundi fara skeivur, men við nærri kanning vísti tað seg, at allir smálutir vóru ikki líka væl umhugsaðir. Tá ið Lovisa fer inn í klædnaskápið verður í tveimum førum sagt, at hon letur hurðina standa opna, tí tað eru óráð at steingja seg inni í klædnaskápum. Tá ið Edmund fer aftan á henni, letur hann hurðina aftur eftir sær, »men hugsaði ikki um, hvussu býtt tað var«. Men tað fær ongar avleiðingar hvørki so ella so, og tað er undrunarvert, tá ið høvundurin ger sær sovorðnan ómak at gera lesaran varan við, hvussu býtt tað er, at lata skápshurðina aftur eftir sær.
Eitt annað dømi er í endanum á bókini, har Lovisa hugsar, at Edmund er broyttur frægara vegin og »heilt øðrvísi, enn hann hevði verið, síðani hann fór í handa ræðuliga skúlan, sum so við og við hevði spilt muruna í honum«. Men lesarin hevur einki hoyrt um nakran skúla áður, og tað er eitt sindur snópisligt, at hendan frágreiðingin kemur upp í leikin beint fyri søgulok. Annars er hetta ivaleyst ein tilsiping til kostskúlaárini hjá C.S. Lewis? sjálvum, sum hann í endurminningunum gav heitið »Concentration Camp«.
»Ljónið, gívurin og klædnaskápið« er undirhaldandi og áhugaverd á fleiri stigum, og vaksnir lesarar seta ivaleyst prís upp á teir filosofisku hugkveikjararnar, sum koma fyri her og har. Tað ber ikki altíð til at fara ígjøgnum klædnaskápið, og Pætur sigur tí tortrúgvin við professaran: »Jú men, tygum, um okkurt er veruligt, eigur tað at vera til alla tíðina.« Svarið hjá professaranum er bara: »So?« Okkara avgjørda fatan fær ein undir vangan!
Flogskiparin
Tá ið tað snýr seg um fólkaeydnu stendur Roald Dahl ikki aftanfyri C.S. Lewis. Sambært bókmentaritstjóran á The Observer vísti ein uppgerð í 1997, at Roald Dahl hevði skrivað 7 av 10 av teimum mest seldu barnabókunum á enskum.
Foreldur Roald Dahls vóru norsk, men hann var sjálvur føddur í Wales í 1916 og bleiv níggju ára gamal sendur á kostskúla, sum honum ikki líkaði stórt frægari enn C.S. Lewis gjørdi. Eftir skúlaár arbeiddi hann fyri Shell í Eysturafrika og var í Dar-es-Salaam, tá ið kríggið brast á. Hann bleiv útbúgvin flogskipari, men varð stutt eftir illa skaddur undir neyðlending í libysku oyðimørkini. Várið 1941 fór hann aftur at flúgva jagaraflogfar og var við í bardøgunum um Grikkaland. Skaðarnir frá neyðlendingini gjørdu kortini, at hann noyddist at gevast at flúgva. Í fleiri ár royndu læknarnir at pjøssa hann saman, og hann fekk m.a. nýggja mjødn. Eyðkent fyri hvussu Roald Dahl spældi sær við tí óhugnaliga var, at hann brúkti endan av lærlegginum, sum læknarnir høvdu sagað av, sum brævapressu.
Tað óhugnaliga
er veruleiki
C.S. Lewis leggur fyri sum í ævintýrum og ger í stóran mun søguna hjá sær til eitt ævintýr, meðan Roald Dahl í »Heksunum« ger ævintýrini til ræðandi veruleika. Í C.S. Lewis? føri er tað í stóran mun ein andaligur bardagi, sum fer fram, meðan Roald Dahl vil vera við, at hendingarnar eru nøtrandi veruleiki. Inngangsreglurnar til »Heksirnar« eru í samsvari við hetta:
»Í ævintýrum plaga heksir altíð at vera í fjákutum, svørtum hatti, í svørtum kappa, og tær flúgva á kustaskafti. / Men hetta er onki ævintýr. Henda bókin er um HEKSIR AV TEIMUM, SUM ERU TIL. LIVANDI HEKSIR«.
Her er einki við at krógva seg aftan fyri, at hetta bara er eitt ævintýr ella ein allegori; tann óhugnaliga søgan er ikki bara veruleiki í søguni, men eisini tín veruleiki.
»Heksirnar« er um ein smádrong, hvørs foreldur doyggja í ferðsluvanlukku, og hann skal tí vera hjá norsku ommuni, men í Onglandi. Omman fortelur honum, at heksir veruliga finnast, at tær líkjast kvinnum, men í roynd og veru eru eitt dýraslag. Tær eru devlar í fólkalíki. Í fyrstani hevur drongurin ilt við at trúgva ommuni, men hon sigur honum, at hann verður ikki gamal, um hann ikki lærir at skyna á, tá ið hann sær eina heks. Heksir hata børn og vilja gera alt fyri at beina fyri teimum.
Tað er ikki lætt at síggja mun á eini heks og t.d. eini skúlalærarinnu, men millum eyðkennini eru, at tær ganga altíð í handskum, somuleiðis við parúkki, tí tær eru berskallutar, og tær hava blátt spýtt. Omman fortelur somuleiðis, at heksirnar hittast einaferð um árið á onkrum hotelli at halda ársfund. Og hvør halda tit fer av tilvild á sama hotell og verður fyri øllum handa slagi av ógvusligum hendingum?
Í parti við børnunum
Roald Dahl vildi vera við, at orsøkin til hansara framgongd sum barnabókahøvundur var, at hann helt við børnunum ímóti teimum vaksnu. Tey vaksnu eru fíggindin, tí tey royna at uppdraga hendan skapningin, ið er føddur sum eitt dýr uttan siðvenju og moralkenslu. Ummælarar vóru ikki altíð líka fegnir um søgurnar og søgdu, at tær vóru ljótar, antisosialar, harðrendar og antifeministiskar. Afturfyri háðaði høvundurin teir og segði, at hann hevði ongantíð fingið mótmælir frá børnum, men bara gnisan og látur.
Onkur vil kanska halda, at ólíkari høvundar enn C.S. Lewis og Roald Dahl kunnu illa hugsast - og tað er í mangar mátar ikki púra burturvið - men um somu tíð hava hesar báðar bøkurnar hjá teimum ymiskt í felag.
»Heksirnar« snýr seg eins og »Ljónið, gívurin og klædnaskápið« um bardagan ímóti tí ónda, og hvat ið hendir við okkum undir stríðnum. (Vit kenna spurningin aftir frá »De fortabte Spillemænd« hjá Williami Heinesen, har Moritz kemur í hesa støðu). Í bókini hjá C. S. Lewis fer bardagin fram í einum trúnaðarligum hami, og sostatt er tilvitskan um frelsu altíð til staðar. Hjá Roald Dahl er eingin vón um bjarging á hesum støði. At berjast ímóti tí ónda eru eksistentiel kor - sig bara lagna - sum tú ikki gremur teg um, men tekur við, tí soleiðis er verðin nú einaferð. Roald Dahl aftraði seg tískil aldrin fyri at lýsa deyðan sum ein veruleika.
Málslig heimamissión
Í »Ljónið, gívurin og klædnaskápið« hevur Carl Jóhan Jensen skrivað hátíðarligan inngang nevndur: Til tykkara, sum vara av teimum yngru lesarunum. (Eyðun Andreassen hevur ongan sovorðnan inngang í síni umseting, men tað hevði eisini verið í beinleiðis mótsvari við skrivingina hjá Roald Dahl). Eg eri ikki vísur í, at eg skilji alt, sum stendur í hesum formælinum, har tað áhugaverdasta er tann málsliga kósin:
»Tað merkir við øðrum orðum, at í týðingini er máltilfar skotið inn, ið ikki er tað, vit kalla »talað mál«, men sum kortini eigur at vera ein partur av tí óvirkna orðatilfarinum hjá føroyskum lesarum, skulu bókmentir okkara fáa ta tyngd, ið tær krevja, og kunnu javnmetast við tað, ið skrivað verður í norðurlondum annars og aðrastaðni við«.
Sambært innganginum hevur Carl Jóhan Jensen átikið sær tað didaktiska kall at vilja økja um máltilfari millum føroysk børn. Ein rósverd stevna vilja summi ivaleyst halda, meðan hon fær undirritaða at hugsa um málsliga heimamissión, sum kann brúkast sum grundgeving fyri at nýta ein so egnan og løgnan málburð, sum tað hóvar týðaranum. Men í veruleikanum hevur lesarin lítið og einki at frykta, tí umframt eitt løgið ella óvanligt orð av og á, so liggur bara væl fyri hjá Carl Jóhan Jensen. Sum heild er málið flótandi, og tá ið orð koma fyri, sum eru »ein partur av tí óvirkna orðatilfarinum hjá føroyskum lesarum«, stendur í flestu førum viðmerking niðast á breddanum, har orðið verður umsett til vanligt mál.
At Eyðun Andreassen og Carl Jóhan Jensen halda hvør sína málsliga kós sæst longu á titlunum, har Eyðun umsetir »The Witches« við »Heksirnar«, meðan Carl Jóhan umsetir »the Witch« við »gívurin«. Í stuttum kanst tú siga, at Eyðun Andreassen nýtir eitt liðiligt gerandismál við støði í føroyskum bygdarmáli, meðan Carl Jóhan Jensen - í flestu førum - brúkar smidligt orðabókamál.
At enda vil eg bara nevna, at báðar bøkurnar eru myndprýddar við teimum upprunaligu tekningunum, og at endurgávan er á høgum støði. Tvey valaverk frá Bókadeild Føroya Lærarafelags.