Rasmussen, sum situr í nevndini fyri Zarepta. Yvir 300 fólk vóru komin til móttøkuna, tá Niðaralon varð tikin í nýtslu í gjár. 144 nýggj seingjarpláss standa tilreiðar at taka ímóti gentunum í summar. Gomlu [...] lat lív í flogvanlukkuni á Knúki í Mykinesi 26. septembur 1970. Hon dylir tó ikki fyri, at tað er ein serlig kensla, at nú standa á odda fyri tí arbeiði, sum pápi hennara byrjaði, og at sita í leiðsluni [...] vóru við Áir í 1965. Um hetta var ein vanlig fyritøka, so hevði Zarepta kanska farið í arv til mín longu tá, men Zarepta er eitt andaligt arbeiði. Tì er tað ikki fyrst og fremst gjøgnum pápa mín, at eg eri
so sera væl. Mamma og babba komu at hava sítt andaliga heim í Samkomuni í Betesda í Klaksvík. Tey hava bæði tvey lagt orku í at vísa trúfesti í samkomuni og tóku okkum systkini við sær. Mammu dámdi altíð [...] Mamma kom í húsið hjá abba sínum Jóhannes Matras (Jóhannes á Heygnum) á Stongunum í Klaksvík at búgva, og tá mostir hennara Marit Matras giftist við Reinhold Jacobsen, búsettust tey í norðara enda í húsunum [...] hon kallaði Ísak fyri pápi. Í Árnafirði átti mamma trý systkin Annu, Ingrid og Torleif, og í Klaksvík somuleiðis trý Davis, Gerdu og Bergur, og hava tey øll 6 verið henni líka kær. Í 1950 giftist mamma við
orðum: Ja í Skopun tá mánin á kvøldi Sendir glamur um Skopunarfjørð Tað var sum eg bert stóð har og droymdi Um tað vakrasta heimstað á jørð. Hvíl í friði mín góði vinur! Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar [...] **** Ja, í gjár ringdi ein av mínum av skipi, fyrsta hann segði var: pápin, veit tú, at vinmaður tín Elis er deyður í kvøld. Nei, góði, tað veit eg ikki av. Ja, Elis hevur verið tyngdur av sjúku í nøkur ár [...] við mikrofon, hann reikaði landið runt, altíð í góðum lag. Vit í Skopun høvdu ein ógloymandi vin, sum altíð var klárur at varpa ljós á tað, sum gekk fyri seg í bygdini, og eggjaði til ymiskt. Jú, eg má siga
Beintu. --- Einaferð mitt í áttatiárum hevði pápi mín verið í Sandavági, har fótbóltsdystur var millum SÍF og HB. Sjálvur var eg av oynni við MB tað vikuskiftið. Tá vit báðir, pápi, hittust, spurdi hann ikki [...] "den flotte Roy", sum hon mintist plagdi at fylgjast við mær í lestrartíðini í Álborg. Eg segði: " Ja. Tað er hann." --- Kvøldið fyri hevði eg í telefonini lagt ráð saman við tveimum øðrum av næstu vinmonnunum [...] okkara ítarsta. Hesin ansur fyri tí skemtiliga kom okkum eisini til góðar í øðrum samanhangi, har Rói var við, m.a. í Føroyingafelagnum í Álborg. Har hevur mangur fingið ein góðan látur, tá Rói Árting læt sín
at mennast og ansa eftir okum sjálvum. Í skúlanum gingu okur í sama flokki fyrstu 4 árini, inntil okur, av einari ella aðrari merkiligari orsøk, vórðu koyrdir í hvør sín flokk. Kanska ikki so pedagogiskt [...] kvøldarnar ella at fylgja við TB í 70´unum. Okur vóru skótar í skótaliðnum FLØTT og fóru at rógva kapp við Huldu og seinni við Tvørabátinum, har okur mundu blivið føroyameistar í 1980. Eg havi ofta hugsað, at [...] dreingjalótirnar. Fyrstu árini gingu við at spæla á Tvørabakka ella har um leiðir. Gingu nógv í mølini ella uppi í haganum og kannaðu býin, so hvørt sum okkara radius gjørdist størri. Onkuntíð varð farið á
hjarta. Eisini vil eg takka Gudi fyri, at eg slapp at hava teg í 28 ár, hóast eg so fegin vildi havt teg longur. Í skrivandi løtu siti eg í kamarinum hjá mær umborð og royni at skrivi nøkur orð. Tað fer [...] segði; »Kanska eg ikki var ein so góður pápi, men eg eri ein óluksáliga góður abbi« Og ja, tað var tú so heilt sikkurt, tann besti abbin, ein kundi ynskja sær, eingin ivi í tí. Altíð vart tú har fyri meg óansæð [...] ferð, síðan eg fór fyrsta túrin til skips fyri 13 árum síðani. Tú hjálpti mær altíð at bera í land. Eg minnist sum í gjár, at tú fylgdi mær fyrsta túrin til skips. Minnist at tú hevði hug at reypa eitt sindur
settust í búgv niðri í húsunum, sum Jógvan Djúrhuus, sonur sjóðarbóndan hevði bygt. Tað sigst, at hann gekk norður til Skopunar at byggja húsið, ígjøgnum 7 ár. Hann var nevndur prest-Jógvan. Í 1984 vórðu [...] hon vísti á dag og tíma, tá hon tók ímóti Jesusi og í sannheit livdi hon lívið sum ein trúgvandi. Hon forsømdi einki møti, hon gekk í Missjónshúsið í Skopun og har hoyrdist rødd hennara prísa Jesunavni [...] Vilhermina var væl dámd í heimbygdini Skopun. Lívsins skúli hevði gjørt hesa kvinnu kontanta! Hon segði tað, sum hon ætlaði, ballaði ikki nakað inn. Tá hon var 3 ára gomul, doyði pápi hennara, Karl Arnason
annars búði í Streymnesi, var á vitjan. Meg minnist, at tær, Poula, Ingibjørg og mamma sótu í stovuni, og vit sótu nøkur í køkinum og prátaðu, tá Dánial so spakuliga bankaði uppá. Vit, sum í køkinum vóru [...] Ingibjørg fyrr enn út ímóti, at hon bleiv vermóðir mín. Dánial, sum var handverkari alla mín tíð, sást av og á, tá hann arbeiddi sjálvstøðugt ymsa staðni í bygdini og hjá Jákup Oluf. Onkrar dagar arbeiddu [...] Abraham á bakka í Oyndarfirði og Óla á Bakkanum í Fuglafirði. Eg var nokk ikki meir enn eini 5 ár, tá Abraham abbi doyði, og 15, tá Óli á Bakkanum doyði. Einastu ferð, eg minnist Abraham abba í Fuglafirði,
Tveir dagar eftir, at vit vóru í Havn og hildu føðingardag hjá hey abba, fóru vit aftur til Leirvíkar. Tað var seinasta ferð eg sá Atla. Eg minnist tað, sum tað var í gjár. Vit øll stóðu á trappuni uttanfyri [...] Astu heima í Havn, og fyri køkuna hann bakaði. Tað var onki at takka fyri segði hann, og vit síggjast skjótt aftur, tá skal abbi bakað eina køku aftur við einum drekkamunni. 1. mai vóru vit boðin í føðingardag [...] av at vera stórasystur og tað veit eg, at tú, abbi, eisini hevði verið, um tú var her. Hvíl í friði kæri pápi, verfaðir og abbi. Heilsan Hendrik, Jansy, Asta og Karlina
tað var so langt ímillum, at man sást. Ein dagin fóru babba, Stefan og eg niðan í hagan. Mær hevur altíð dámt væl at gingið í haganum saman við babba, tað er nakað, eg havi gjørt nógv av sum barn. Vit gingu [...] væl at fortelja um alt. Babba hevur eisini gingið nógv í haganum, tað var fast hjá honum, tá hann kom frá fiskarínum, at fara ein gongutúr niðan í hagan, og tað blivu eisini nakrir gangitúrar, áðrenn hann [...] 15. desember um morgunin ringdi mamma og segði, at babba var farin á sjúkrahúsið í Klaksvík. Hann hevði fingið blóðpropp í hjartað, men hevði fingið tað betri. Tað vóru eini ring boð at fáa. Tað var, sum