Miriam førir verkið hjá pápanum víðari

- Hetta er ein ómetaliga stórur dagur fyri okkum øll, sum eru góð við Zarepta, sigur Miriam Rasmussen, sum situr í nevndini fyri Zarepta.

 

 

Yvir 300 fólk vóru komin til móttøkuna, tá Niðaralon varð tikin í nýtslu í gjár. 144 nýggj seingjarpláss standa tilreiðar at taka ímóti gentunum í summar. Gomlu gentukømurini verða nú nýtt til starvsfólkakømur og har eru eisini gjørdi smærri broytingar. Millum annað eru gomlu koyggjusengurnar koyrdar út og nýggjar sengur settar inn. Pláss er gjørt fyri fýra fólkum á hvørjum starvsfólkarúmi.

 

- Umframt at gleðast um nýggja bygningin og tær góðu umstøðurnar, sum genturnar fáa, so er tað sera gleðiligt, at tað hevur verið gjørligt hjá okkum at betra so nógv um umstøðurnar hjá starvsfólkunum á legunum, siur Miriam Rasmussen.

 

 

Miram Rasmussen er dóttir Brynleif Hansen, sum tók stig til summarlegurnar í síni tíð. Summarlegurnar byrjaði við Áir í 1965, men hava verið hildnar á Zarepta síðani 1967. Samstundis sum fyrstu bygningarnir hjá Zarepta vóru bygdir á Vatnsoyrum, vóru eisini húsini hjá Brynleif og Else Hansen bygd. Her búði Miriam Rasmussen eisini til hon var 17 ára gomul. Brynleif Hansen lat lív í flogvanlukkuni á Knúki í Mykinesi 26. septembur 1970.

 

 

Hon dylir tó ikki fyri, at tað er ein serlig kensla, at nú standa á odda fyri tí arbeiði, sum pápi hennara byrjaði, og at sita í leiðsluni, nú Zarepta byggir út.

 

- Eg eri voksin upp á Vatnsoyrum og havi verið á summarlegu hvørt einasta summar, longu áðrenn eg var fødd. Mamma bar meg undir belti, tá fyrstu summarlegurnar vóru við Áir í 1965. Um hetta var ein vanlig fyritøka, so hevði Zarepta kanska farið í arv til mín longu tá, men Zarepta er eitt andaligt arbeiði. Tì er tað ikki fyrst og fremst gjøgnum pápa mín, at eg eri knýtt til Zarepta, men gjøgnum blóð Kristusar, sigur hon.