Minningarorð um verforeldur míni

Dánial og Ingibjørg Eliasen, Fuglafirði.

Dánial, føddur í Fuglafirði 18. januar 1916 og deyður 10. decembur 2002.Ingibjørg, fødd á Slættanesi 26. juni 1926, deyð 8 decembur 2004


Hóast er kenni meg lítlan at skriva minningarorð um verforeldur míni, Dánial og Ingibjørg, so havi eg tó valt at royna.

Eg haldi, eg tori at siga, at eg, síðan eg var smádrongur, havi vitað, hvør Dánial var. Ingibjørg visti eg minni um. Fyrstu ferð, eg minnist hana, var stutt eftir, at Poula systir og Dávur Emil vóru gift, 25. apríl 1964. Tað var soleiðis, at Astrid systir og Ingibjørg høvdu ligið á stovu saman á sjúkrahúsi, og Poula tá dagliga hevði vitjað tær. Nokk sum fylgja av tí, var Ingibjørg komin niðan á gólvið hjá okkum á Ttrøðni, einaferð Poula, sum annars búði í Streymnesi, var á vitjan.
Meg minnist, at tær, Poula, Ingibjørg og mamma sótu í stovuni, og vit sótu nøkur í køkinum og prátaðu, tá Dánial so spakuliga bankaði uppá. Vit, sum í køkinum vóru, skuldu til at bjóða honum inn í stovuna, so hann kundi fáa ein kaffimunn saman við teimum, men tað legði hann ikki í, men setti seg á ytsta bonk, tí hann var bara komin fyri at fylgja konuni oman. Tað var heldur ófýsið veður. Tá komið var til, at Ingibjørg skuldi fara oman, kom Poula og spurdi, um ikki onkur kundi fylgja Ingibjørg oman. Tá svaraði Dánial, sum Poula ikki visti av, at tað var tað, hann var komin til. Síðan hevði eg ikki lagt so nógv merki til Ingibjørg fyrr enn út ímóti, at hon bleiv vermóðir mín. Dánial, sum var handverkari alla mín tíð, sást av og á, tá hann arbeiddi sjálvstøðugt ymsa staðni í bygdini og hjá Jákup Oluf. Onkrar dagar arbeiddu vit saman hjá Jákup Oluf.
Dánial var lættur at koma í prát við, men hann steðgaði ikki á við arbeiðinum fyri tí. Ein dygd, sum mangur kundi notið gott av. Viðhvørt, tá hann hevði kanska bæði nakrar naglar og ein blýantstubba í munninum, kundi tað vera trupult at skilja, hvat hann segði.
Ingibjørg og Dánial vóru fólk, sum tað var sera hugnaligt og lætt at vera saman við, bæði á ein og annan hátt. Hvat tey høvdu sum fremsta mál her í lívinum, tað vístu tey meira við sínum atburði, enn at siga tað alment við nógvum orðum.

Eg visti, bæði frá áðrenn eg og Eyðgerð giftust og aftaná, at Dánial var tjóðveldismaður um ein háls, hóast hann ikki gjørdi so nógv burtur úr tí. Sjálvt um eg ikki valdi sama flokk, so royndi eg ikki at ávirka Dánial, tí tað metti eg upp á forhond at vera til fánýtis. Hinvegin, so helt eg, at vermóðir var ikki so avgjørd politiskt, so hana royndi eg einaferð at fáa at velja sama flokk, sum eg valdi. Men tá fekk eg av sonnum at kenna, at har var eg farin heilt skeivur, og eg fekk so dyggiliga at vita, at allar aðrar leiðir politiskt annað enn tjóðveldið var skeivt, og tí veik hon ikki frá.

Sum smádrongur átti eg tveir abbar. Abraham á bakka í Oyndarfirði og Óla á Bakkanum í Fuglafirði.
Eg var nokk ikki meir enn eini 5 ár, tá Abraham abbi doyði, og 15, tá Óli á Bakkanum doyði. Einastu ferð, eg minnist Abraham abba í Fuglafirði, var, tá ein grind hevði lagt beinini á sandinum. Eg minnist væl, tá abbi kom niðan eftir Traðargøtuni, at eg og Tórfríður fóru rennandi oman móti honum og runnu beint í fangið á honum. Óla á Bakkanum havi eg fleiri góð minnir um, og eg vil nevna eitt.
Abbi hevði veltu úti á Klovningi og á Toftanesi til hann var væl upp í áttati ára aldri. Pápi átti ein vogn við tveimum hjólum, sum bleiv brúktur til at trilla ymiskt við. Tá vit vóru komnir úr skúlanum tann eina dagin, bað mamma meg og Tórfríða fara út við drekka til abba og hava vognin við at trilla eplini heimaftur. Tað gjørdu vit við gleði. Tá vit vóru komnir innaftur á Breiðá, spurdu vit abba, um hann ikki vildi sleppa upp í vognin? Hann kundi sita á eplasekkinum! Hann var glaður við og setti seg upp á vognin. Men tá vit komu inn mót húsum, tá var stoltleikin ov stórur til, at hann vildi vera trillaður sum eitt smábarn, og hann vildi sleppa aftur at ganga.

Eg havi ongantíð átt eina ommu, men tað saknaði eg heldur ongantíð. Síðan vit hava fingið børn, sum upplivdu at eiga tvær ommur og ein abba, til tey øll vóru tilkomin, havi eg sæð, hvussu ómetaligan týdning tað hevur havt fyri okkara børn at eiga abba og ommur. Tað eru 25 ár síðan pápi doyði, so hann hómar nokk bert tann elsta dótturin. Tann týdning, sum tað hevur havt fyri okkara heim sum heild, dugi eg ikki at seta orð á, men tað er heilt ómetaligt, bæði í tí dagligu umsorganini og tey góðu og vegleiðandi og vinsælu orðini, bæði andaliga og tímiliga. Eg kom ongatíð at siga teimum nóg stóra tøkk fyri tað, og minni at løna teimum fyri tað.

Í Hebrearabrævinum kap 13, ørindi 7 stendur:" minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara, lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgi trúgv teirra eftir."

Soleiðis minnist eg tykkum, og kann við vissu siga tað sama fyri børn tykkara og ommu- og abbabørn tykkara.
Eg takki Guði fyri, at gleðin yvir, at hava havt tykkum sum verforeldur og lært tykkum at kenna, vinnur týðuliga á sakninum, nú tit á ellisárum eru farin her frá. Dánial mettur av døgum og Ingibjørg, hóast 78 ár, sum um hon varð rykt úr lívsins fagra blóma.
Friður veri yvir minninum yvir verforeldur míni, Dánial og Ingibjørg Eliasen, Fuglafirði.

Ellintur