er fantastiskt at Óli Jacobsen og Óli Breckmann skulu ditta sær at nýta eina herferð móti FA og Ingeborg Vinther sum rættvísgering av eini ætlan, sum bert hevur til endamáls at lívga teimum, sum longu [...] Í sambandi við viðgerðina í tinginum av málinum um skattalætta til sjómenn kom til illnar millum fyrrverandi floksfelagarnar Óla Jacob-sen og Ingeborg Vinther, og tey brikslaðu hvør øðrum mangt og hvat [...] er tí einfalt ikki førur fyri at vera í nøkrum parti politiskt. Hann er kanska bæði klókur og annað gott, men hansara hugburður ger, at hann má og skal fríggja til høgru og vinstru bæði floks- og fakpolitiskt
kann avlýsa eina ferð til Føroya av trygdarávum, uttan at nakar fær at vita nágreiniliga hví. »Í øllum góðum» Onkur hevur sagt, at avlýsingin komst av, at tað í einum av brøvunum, har fólk varð kallað til [...] báðum Nyrup og Edmund hava brúk fyri hvørjum øðrum. Kanska er talan um eitt slag av sínamillum stuðli - ella einum slag av hjálp til sjálvhjálp. Nyrup hevur ikki verið heppin, tá ið hann hevur skulað svarað [...] helst at útskriva val, so skjótt frægasta løtan vísir seg. Tá kann vera gott at sóla sær í einari vitjan - ella báðum tveimum - av tí danska forsætisráðharranum. Vánalig timing Nógv vildu helst sagt, at
unga fólk, ið lutfalsliga verður mest rámað av ferðsluvanlukkum, gjørdi starvsnevndin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd tí av fyri 1 1/2 ári síðan at nýta meginpartin av orku síni til henda aldursbólkin. Fløgan [...] m í samband við útgávuna av Koyribókini og fløguni Síðsta Skríggj, helt Helena Dam á Neystabø, leiðari á Skúlabókagrunninum, hesa røðu: Ferðsluvanlukkur ráma mest ungdómin Av øllum fólkatali landsins er [...] eigur meira enn ein triðing av øllum teimum, sum deyð eru í ferðsluni. Tað eru serstakliga teir ungu menninir, ið vera so meint raktir. Teir umboða meir enn tveir triðingar av teimum, sum deyð eru í ferðsluni
fyribrigdi varð vitskapur og gransk-ing-ar-evni, gjørdi ein hin fín-asti granskarin av hesum fyr-i-brigdi, amerikanarin Hans Kohn, av týskari-jød-isk-ari ætt, ta eygleiðing, at tað var ein grundleggjandi munur [...] felagsnevnari fyri eina størri heild av smærri eindum, sum tó vórðu á-sann-að at hava grund-leggj-andi virði saman og í felag. Men hvussu verður so eitt menniskja ein partur av ein-ari mentan og ber henda arv [...] tigandi, í ó-tøvdum vøttum, mólu við spakunum rundan um spæl-ið, og tað ófrættakenda dun-ið av brimi og vindi uttan av Djúpunum, alt hetta fest-ir seg djúpt í sinnið og fer ikki seint úr minni. Heimið Bókin
Hann yrkti nógv-ar sálmar og fost-ur-lands--sangir. Og haraftrat týddi hann ein hóp av sálm-um til føroyskt. Mangir av hansara sálmum og týð-ing-um standa í Sálmabók okk-ara. Í 1916 gav hann út »Før-oyskar [...] týddar av Axel Tórgarð, prestir. Præ-d-ikurnar eru týddar eftir hond-skrivaðari bók, sum Heini Jeonsen á Ryggi við familju eigur. Teir, sum kendu Gud-mund siga, at hann var eitt ómetaliga gott, vinsælt [...] dið sera gott. Gudmund var altíð sera væl fyrireikaður, tá hann kom á prædikustólin. Præd-ik--urnar, hann helt fyri før-oy-ingum í Keypmannahavn eru útgivnar undir Heit-in-um: Ljósið rann av kærleiks runni
keypa hann frá Esbjerg. Fyrispurningurin kom heilt óvart á Jan Allan, sum tó ikki vildi leypa fram av, og áðrenn hann svaraði grikkum, vildi hann síggja umstøðurnar hjá felagnum. Týsdagin setti hann seg [...] kom tað eitt sindur óvart á meg, at umstøðurnar her skuldu vera so vánaligar, sigur Jan Allan Müller av hotellkamarinum hjá sær í Volosniki. Í býnum búgva okkurt um 200.000 fólk. ? Eg verði her til leygardagin [...] felagnum, sum er primitivt og ótrygt. ? Nú havi eg so sæð umstøðurnar, og havi fingið staðfest hvussu gott vit hava tað í norðureuropa. Í so máta var ferðin ikki til einkis, men við sáttmálanum spyrst einki
eftir »Odense Å«, kemur ein av ferðaleiðarunum, Elisabeth Olsen, ættað úr Vestmanna, til mín og sigur, at Gudmundur Bruun, próstur, vildi hitta meg. Hann hevði spurt, um nakar av bóndafólkunum á Ryggi var [...] Hjá Gudmundi komu eisini at búgva Sámal Erik Matras, lærari, sum var ein av ferðaleiðarunum, og Dánjal Nielsen úr Sandavági, ein av skúlabørnunum. Blíðskapurin var framúr. Tey vistu ikki alt tað góða, tey [...] rætt, vóru skúlabørnini 67 í tali úr øllum landinum. Við í ferðini vóru fýra ferðaleiðarar. Vit fóru av Havnini við Tjaldrinum og skuldu sova í lastini. Flestu okkara høvdu sjóverk, sum vera mann. Hetta
triðja barn, men av tí at hon fekk fostureitran tríggjar mánaðir áðrenn hon skuldi eiga, noyddist hon til Danmarkar á Ríkishospitalið, har hon átti sonin Alex, sum nú er sjey mánaðir gamal. Av tí at hon átti [...] Birgir eru takksom fyri alla ta hjálp, sum tey hava fingið í sambandi við barnsburðin og seinni viðgerð av lítla Aleks. Tað vilja tey fegin vísa, við at senda læknum, starvsfólkum o.ø., sum hava verið um tey [...] skuldu flyta móður og son heim, eftir eini óvanligari farleið. - Fyri tað fyrsta skuldi verðið vera gott, harnæst var neyðugt at flúgva so lágt, sum til bar. Flogfarið stóð at kalla tilbúgvið í nærum eina
fløskuhálsur. Hetta merkist í størstan mun hjá teimum, sum eru bundin av farleiðini dagliga, men eisini tey, sum bert av og til nýta hesa farleið gerast skjótt klár yvir, at her má eitthvørt gerast. Vinnulívið [...] Fíggjarliga var tó grundarlagið ikki gott nokk, tá íløgan skuldi lánsfíggjast, samstundis sum landskassin var á veg inn í alt ov stóra lánibyrði. Tað var so gott sum eingin, sum setti spurnartekin við [...] seinni«. Hetta sær út til at vera niðurstøðan viðvíkjandi tunnilsgerð undir Vestmannasundi. Tey, sum nýta farleiðina millum Vestmanna og Oyragjógv, ella millum Vágoynna og tann partin í Føroyum, sum vit kunnu
góður hýrur godt humør gott humør ein liður et led eitt led O.s.fr. ? M.a. ORÐAFAR hevur annað slíkt av dømum. ?Onkur? og ?blíður? eru dømi um orð, sum eru hvørvandi úr føroyskum, av tí at danskt ikki skilur [...] vera verri føroyskt« at nýta eitt orðsnið enn annað. Hetta »argument« setti V. U. Hammershaimb út í kortið á sinni við tí einfalda sjónarmiðinum, at har ið fleiri snið vóru av sama orði, var at velja tað [...] føroysk, kanska tí at nokk so fitt av sovorðnum sagnorðum eru komin inn í føroyskt úr donskum«? ? um danskt úr týskum og latíni hevði verið rættari at sagt. Í fyrra helmingi av 19. øld var tað skaldamóti í