var hjá okkum at gera. Erland Mørkøre dugir ikki at meta um, hvørt tað hevði verið møguligt at hildið bilinum uppi í sjónum við bátshakanum, um hann hevði fingið fatur á bilinum, áðrenn hann sakk. [...] fór út av bryggjukantinum, tá ið hann skuldi bakka umborð á Smyrli. - Men soleiðis er tað ikki. Hetta er ein misskiljing, tí bilurin var ikki komin heilt út til okkara, tá ið óhappið hendi, sigur yvi
fólki á ymiskan hátt stendur aftan fyri og er partur av. Vit fegnast um at hava fólk í økinum, sum ár um ár taka tøk, soleiðis at hetta tiltak kann reisast á føtur. Vegna Eysturkommunu ynskir Jóhan Christiansen [...] eina árinum, tá hann ikki var heima. - Heilt síðan byrjan havi eg saman við familjuni verið á G!, og hetta er eitt tiltak, sum okkum øllum dámar væl. Hann vísir á, at G! ikki minst er eitt familjutiltak, og [...] Festivalin, sum verður í døgunum, 14.-16. juli. - Eg gleði meg altíð til G!, og tað gera mong við mær. Hetta er eitt frálíkt høvi hjá okkum at leggja gerandisdagin frá okkum eina løtu, sigur borgarstjórin.
øðrum nútímans hentleikum. Men teir, sum eiga Stovuna, eru glaðir fyri bátin og hava ongar ætlanir um at skifta hann út við nútímans frítíðarbát. Saman við einum øðrum báti vóru eigarar av Stovuni ein [...] umborð, og onkur mynstraði av. Gunnbjørn Joensen sigur, at vanligt er at gera ein slíkan túr einaferð um árið. - Hesaferð sigldu vit runt Sandoynna. Hóskvøld lógu vit í Skopun, og fríggjadag vóru vit í Skálavík [...] 2005. Gunnbjørn Joensen sigur, at motorurin er ein Buck 54 HK, sum er frá fyrst í sjeytiárunum, so hetta er eisini ein gamal motorur. - Báturin gongur kanska einar 5, 6 ella 7 míl - á ”sløttum”, sum hann
verða eisini stundir at fara til ólavsøkukabarett. Hon vísir á, at um kvøldið verður farið til fólkafundin á Doktaragrund, og eftir hetta verður farið at uppliva ymiskt í býnum, eitt nú konsertir og undirhald [...] roynt at hava virksemi til børn á fleiri støðum, so vónandi fer hetta at verða ein góð loysn. Tað hevði eisini verið ein fyrimunur, heldur hon, um børn høvdu atgongd til fleiri av upplivingunum uttan kostnað [...] føroysku klæðini verða gjørd klár, og við at gera mat kláran til ólavsøkuna. Ólavsøkuaftan hugna vit okkum um morgunin við morgunmati, lurta eftir ólavsøkusendingini í útvarpinum og lata okkum og børnini í føroysku
Tað var summarið 2003, at føroyingar løgdu merki til ein hálvan føroying í Danmark. Hetta var tá 22 ára gamli Christian Lamhauge Holst, sum hevur mammu úr Tórshavn. Tølini talaðu fyri seg, og hann varð [...] ikki gera sær víðari mál. - Fyrst og fremst stendur sjálvandi Superligaen, tað er tað einasta eg hugsi um nú, sigur Christian. Sum landsliðsleikari hevur hann væl eisini síni mál har. - Eg gleði meg at skora [...] Følir seg sum Føroying Christian hevur búð alt sítt lív í Danmark, men mamma hansara er úr Tórshavn. Hetta fær hann at føla sítt føroyska í sær. - Tá ið eg renni inn á vøllin fyri Lyngby, føli eg meg ikki
av trimum. Veist tú nakað um, hvør tykkara fekk flestar atkvøður? - Nei, eg havi hoyrt okkurt smávegis, men havi einki alment fingið at vita, sigur Guðrun. Klæðini Spurd, um hon hevði nervar til semifinaluna [...] skuldu vit víðari út at syngja ymsastaðni. Familjan er spent uppá finaluna, men um tey koma við til Danmarkar tá, velst um so nógv. Millum annað er ikki greitt, hvussu nógv Guðrun fær atgongumerki til ella [...] Frederiksbergsentrinum leygardagin vóru eini 5000 fólk, sigur Guðrun, og tykist ikki hugsa stórvegis um hetta í løtuni. Malta og finalan Meðan heit suppa verður sopin hjá ommuni, og vit í bakgrundini hoyra
mongu árini starvast sum leiðari og varaleiðari á dagstovnaøkinum. - Eg havi glett meg til uppgávuna. Hetta er ein nýggjur stovnur, sum eg saman við starvsfólkunum fái møguleika at mynda og seta eina kós fyri [...] Baldursbráði sigur, at tvey av starvsfólkunum hava tikið motorikkvegleiðaraútbúgving. - Eg fegnist um, at pláss eisini er til eitt sansarúm, har serligur dentur verður lagdur á at stimbra ta motorisku
lívsleiðini. Men, hetta hevur ikki altíð verið so. Haldi, at hetta er komið, síðani eg setti meg í borgarstjórastólin, har tú millum ár og dag fær mangt og mikið hongt um hálsin. Um tú ikki dugir at sletta [...] spakin varð settur í, stórar løtur fyri meg. At bøta um korini hjá teimum við serligum avbjóðingum í oynni havi eg stríðst fyri í áravís, og tí var hetta ein sera søtur biti at fáa undir tonnina. Hann sigur [...] um at halda eyga við øllum, men eg havi sett mær fyri, at eg skal brúka ta tíðina sum krevst til hetta. Hann sigur, at tá tú ert nógv upptikin av politikki, sum hann hevur verið seinastu árini, er ikki
endaliga gjørt av, um hetta verður so – ella um teir fýra føroyingarnir bara sigla skipið til Írlands. Tróndur í Gøtu hevur sína søgu, og ein heilur hópur kundi verið sagt um hetta skip og søguna aftanfyri [...] á Gøtuvík. - Eg hugsaði slett ikki um skipið ella stálið sum fór, men um tey fólk, sum hava verið um hesa verkætlan, heilt frá byrjan til dagin í dag. Eg hugsaði um allar teir og øll tey, sum hava staðið [...] fríggjadag – nakað um somu tíð sum Tróndur í Gøtu – er hetta aðru ferð, at hann verður seldur úr Føroyum. Høgaberg hevur nevniliga áður verið heimahoyrandi í Føroyum undir navninum Gullfinnur. Hetta skip er soleiðis
talað at, um ætlanir eru um at gera broytingar, fyri at fáa alt at hóska í ein avmarkaðan fíggjarkarm. Eg taki ikki støðu til, hvør skal byggja skipið. Fyri mín part sigi eg bara ongantíð betri, um tað verður [...] verður bygt í Føroyum. Men tað er ikki tað, ið alt snýr seg um. Sum valdur sandoyartingmaður havi eg bert úttalað meg um, at eg kann ikki góðtaka broytingar í sera skilagóðu upprunaætlanini. Í hvussu er [...] Páll á Reynatúgvu er ikki heilt samdur við tíðindini um, at hann skal hava sagt, at sandoyarferjan skal byggjast í Føroyum og hjá Poul Mohr. Hann sigur seg bert hava mótmælt, at broytingar verða framdar