- Eg gleði meg til uppgávuna

- Hetta er nýggjur stovnur, sum eg saman við starvsfólkunum fái møguleika at mynda og seta eina kós fyri, sigur Vivian Bjartalíð Samson.

Hálvan februar byrjaði Vivian Bjartalíð Samson í starvi, sum leiðari á nýggja dagstovninum á Norðoyri. Vivian er útbúgvin námsfrøðingur. Hon hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur og hevur seinastu mongu árini starvast sum leiðari og varaleiðari á dagstovnaøkinum.

 

- Eg havi glett meg til uppgávuna. Hetta er ein nýggjur stovnur, sum eg saman við starvsfólkunum fái møguleika at mynda og seta eina kós fyri. Í mínum námsfrøðiliga arbeiði havi eg altíð verið hugtikin av sangi, rørslu og náttúru sum stýringsamboði, sigur hon.

 

Í samrøðu við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu vísir nýggi leiðarin á, at umstøðurnar og náttúran úti á Norðoyri er fantastisk, og útiøkið í barnagarðinum byrjar veruliga at taka skap.

 

- Her er lagt upp til bæði rørslu og hugna. Fleiri av starvsfólkunum hava eisini grønar fingrar, so vit gleða okkum at fara undir at planta bæði trø og grønmeti, sigur Vivian Bjartalíð Samson.

 

Tvær barnagarðsstovur eru í løtuni, men eftir páskir verður latið upp fyri einari aftrat, og tá verður pláss fyri 35 børnum. Nýggi leiðarin í Baldursbráði sigur, at tvey av starvsfólkunum hava tikið motorikkvegleiðaraútbúgving.

 

- Eg fegnist um, at pláss eisini er til eitt sansarúm, har serligur dentur verður lagdur á at stimbra ta motorisku menningina hjá børnunum, men eisini sosiala lívið, trivnað, málsliga menning, innlæring og bindindi hjá børnunum, sigur Vivian Bjartalíð Samson.