Tað var summarið 2003, at føroyingar løgdu merki til ein hálvan føroying í Danmark. Hetta var tá 22 ára gamli Christian Lamhauge Holst, sum hevur mammu úr Tórshavn. Tølini talaðu fyri seg, og hann varð alt fyri eitt úttikin til landsdystin hjá Føroyum ímóti Skotlandi.
Málslúkari
Nú Christian hevur leikt yvir teir 100 dystirnir fyri besta mansliðið hjá Lyngby, hevur hann ikki skorað færri enn 64 mál. Eitt tal, ið man fara at nærkast tí hjá Toda Jónsson í FCK, har hann á sinni gjørdist mest skorandi leikarin í søgu felagsins.
Árið 2007 stendur einki aftanfyri hini hjá Christiani.
- Tað gongur framúr væl, eg havi skorað nógv mál í venjingardystunum her í 2007, sigur Christian.
Superligan
Málið hjá Christiani er fyrst og fremst at røkka bestu donsku deildini, Superliguni. Málið er at sær komiligt, tí liðið liggur í løtuni ovast í næstbestu deildini. Tó eru liðini sera jøvn í oddinum.
Christian vil ikki gera sær víðari mál.
- Fyrst og fremst stendur sjálvandi Superligaen, tað er tað einasta eg hugsi um nú, sigur Christian.
Sum landsliðsleikari hevur hann væl eisini síni mál har.
- Eg gleði meg at skora nógv mál fyri føroyska landsliðið, sigur Christian.
Følir seg sum Føroying
Christian hevur búð alt sítt lív í Danmark, men mamma hansara er úr Tórshavn. Hetta fær hann at føla sítt føroyska í sær.
- Tá ið eg renni inn á vøllin fyri Lyngby, føli eg meg ikki sum ein heilan danskara, - eg føli tað føroyska blóðið í mær, sigur Christian.
Christian hevur sáttmála við Lyngby til 31. desembur 2008. Í Lyngby verður hann mettur sum ein sera málfarligur og tekniskt sterkur harri, og vælhóskandi er fyrimynd hansara Diego Maradona.