rukku í fjør. - Ungu spælararnir eru svangir. Í fjør skoraðu vit fleiri mál enn hini liðini. Avbjóðingin er at fáa verjupartin at rigga betri, og at fáa fleiri stig í fyrstu umførunum, enn vit fingu í fjør [...] landskappingini í 2013. Í seinna hálvleiki átti hann næstseinasta fótin á, tá Páll Klettskarð og Álvur Christiansen øktu um leiðlsuna. Við sigrinum hevur KÍ lagt væl frá landi í ár. Í Fuglafirði restaðu [...] altíð tíðliga í kappingini roynist so væl hjá EB/Streymi. Í fjør megnaði KÍ í fyrsta umfari 1-1 við Margáir. Ransin N. Djurhuus verður dómari við Margáir, har fyrsta bríkslið verður klokkan 16 í morgin. --
saman við millum annað Jacob Kehlet, sum í dag dømir í Superliguni, ið er besta deildin í Danmark. Eftir fýra árum í Danmark, stendur Peturi Reinert í boðið at koma víðari, men hann tekur avgerð um at flyta [...] verið dómari í áleið 20 ár. Hann ásannar tó, at tá hann er í iva, so er lættast at geva fyrimun til liðið, sum er í verju støðu. – Sjálvandi leggja spælarar trýst á okkum, men eg eri fullvísir í, at allir [...] greiður Petur Reinert frá. Dysturin millum B68 og VB endar málleysur. Petur kemur væl frá dømingini. Eitt nýtt kapitul er byrjað í lívinum hjá leirvíkinginum. Kundi dømt í Superliguni Tað er ein ágrýtin dómari
Hann er gamal í garði í Fótbóltssambandi Føroya, so tað er ikki heilt av tilvild, at Christian Andreasen situr sum formaður í FSF. - Eg kom í nevndina í FSF á fyrsta sinni í 1986 og havi sitið í skiftandi [...] Syngur í kóri Men meðan Christian Andreasen gavst við fótbóltinum, hevur hann eitt annað frítíðarítriv, sum hevur hingið betri við. - Eg havi sungið í kóri í nógv Harrans ár. Eg byrjaði at syngja í kóri [...] eg nógv fótbólt, men tað var í eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið. Tá eg fór niður at lesa í 1980, gavst eg við at spæla fótbólt, men áðrenn tað spældi eg sum málverji við B68 heilt frá piltaliðnum, dreingja-
mánaðum. Í ár verður fyrsta umfarið í landskappingini næstan ein mánað fyrr, enn tað plagar at vera, og kappingin endar næstan ein mánað seinni, enn hon plagar at enda. Vit, sum í summar skulu spæla í altjóða [...] rættis, so støðið í venjingunum verður varðveitt, og í tí sambandi er neyðugt at lesa, at kanna upptøkur av dystum og venjingum og eisini at samskifta umvegis telduna og í telefonini. Í tí sambandi er [...] ið børnini og tey ungu kenna, at tað er skil í, so tíma tey betri. – Veruleikin vísir seg eisini í, at fleiri – eisini evnaríkir spælarar – fara víðari í útbúgvingarørindum. Sæð við venjarabrillum
deildin í Føroyum, greiður Jóan Símun frá. Í Føroyum gongur væl. Samanspælið við Ahmed Keita í B68 eydnast framúr, og brádliga eru boð frá landsliðsvenjaranum. Hann er eisini í trimum umførum í Manchester [...] á besta liðnum hjá B68, tá teir í steypakappingin vinna á B71. Fyrsti dysturin á landskappingini er ein avsmurningur móti nýggja felagsliðnum Víkingur. Jóan Símun spælir 23 dystir í bestu deildini og skorar [...] vinnur 1-0 á Russlandi. Góð byrjan í Newcastle Seint í 2009 kemur so Newcastle upp í leikin. Jóan Símun venur í tríggjar vikur við besta liðnum hjá Newcastle. Høvðusvenjarin í felagnum, Chris Hughton, er so
ikki drúgvur í Sogndal. Tað eru boð eftir honum á Toftum. Pengafótboltur er av álvara farin at gera um seg í Føroyum, og B68 keypir miðverjan leysan. Hans Fróði spælir í trý ár við B68, áðrenn útlandið [...] Jóhanna í Ysthúsið og Sylverius Hansen Unnusta: Charlotta Djurhuus Starv: Høvðusvenjari og ítróttarstjóri í TB Yrkisleið: 1990 - 1995 LÍF 1996 B68 1997 LÍF 1997 - 1999 HB 2000 Sogndal 2001 - 2003 B68 2004 [...] LÍF’ari Hans Fróði er uppvaksin í eini fótbóltsfamilju í Leirvík, sum hevur røtur í bæði 66’ liðnum hjá KÍ og á besta liðnum hjá LÍF. Felagið hevur sína glæsiligastu tíð í 80'unum, tá Hans Fróði er ein
hava verið framvið tvær ferðir. Í báðum førum átti Christian Lamhauge Holst fríspælingina. Í fyrra førinum í vinstru til Símun Samuelsen og í seinna førinum til Jónas Tór Næs í høgru, sum tiltuskaði sær innkast [...] Daniel Udsen og í teirra stað eru komnir Erling Jacobsen og Arnbjørn Hansen. Pól Jóhannus er farin í miðverjuna, og Erling á vinstra vongverja. Arnbjørn er undir liðini á Jóan Símun Edmundsson í álopinum, meðan [...] rakk at snitta bóltin við høvdinum. Føroyingarnir standa seg væl í samanspælinum, og í nærdystunum er eingin munur á liðunum - hvørki í luftini ella á jørðini. 20) 0-0 Tað gongur javnt á. Leikferðin er
verið ein sannur túrur í rutsjubananum. Spurdur um hvørjir tankar fóru gjøgnum høvdið, tá Einar Hansen skoraði til 4-1 til B68, og B68 bert var eitt mál frá at senda TB niður í 1. deild aftur, svarar André: [...] yvirliva í bestu deildini. Næstbesta liðið hjá TB hevur vunnið seg eina deild upp, og fer at spæla í 1. deild komandi ár. Hevði B68 yvirlivað í effodeildini, so hevði Giza Hoyvík flutt upp í 1. deild. [...] Ímundarson, formaður í B36 : Formaðurin í B36, Sámal Ímundarson er tann formaðurin, sum hevur upplivað ta størstu afturgongdina, har liðið hjá honum er dottið av fyrsta plássinum í fjør, og niður á sætta
avstað við FM heitinum. Í 24. umfari spæla sundalagsmenn javnleik móti B68 á Toftum. HB vinnur í Havn á B36. Umfarið eftir tapur EB/Streymur fyri GÍ á Mølini, meðan HB aftur vinnur. Í næstseinasta umfari [...] manglaðu fýra umfør av landskappingini í 2006 skuldi EB/Streymur hava fimm stig fyri at vinna fyrsta FM heitið í søguni. Talan var um tveir útidystir móti B68 og ÍF, meðan heimadystirnir vóru móti GÍ [...] men bara í nakrar minuttir. Teir greiða sín setning á Fløtugerði móti ÍF og vinna 2-1. Á Toftum er javnleikur millum B68 og HB. Tað merkir, at EB/Streymur verður meistari. Men langt inni í yvirtíðini
tevja gull, og B68 áskoðararnir mugu staðfesta, at teirra lið ivaleyst er á veg niður í 1. deild. B68 trýstið hevur borið hornaspark við sær, og nú er Hans Jørgensen, B68 málverjin, frammi í brotsteiginum [...] Jørgensen bjargaði til horna. B68 er undir øgiligum trýsti, og toftamenn hava hug at senda alt meiri fólki fram á vøllin í royndini at javna. Í løtuni hevur B68 annað beinið í næstbestu deildini. Hans Pauli [...] Pætur Dam Jacobsen bóltin í málið við høvdinum eftir hornasparksinnlegg. B68 verjan sá ikki gott út í hesi støðuni! Í fyrsta álopinum eftir leiðslumálið var um reppið, at B68 svaraði aftur, tá ið Christian