– Mær dámar ógvuliga væl arbeiðið. Tað kennist sum stórur forrættur at arbeiða við frískum og hugagóðum ungdómum. Sjálvandi er tað neyðugt at brenna fyri hesum. Talan er um ein lívsstíl. Um tað ikki var, so hevði tað ikki borið til. Og tað ber bara til, um konan og hini, sum tú hevur næst at tær, bakka upp. Tað sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi.
Tá ið talan er um dreymastarv, so hugsar tú ikki um at skifta til okkurt heilt annað?
– Tann hugsanin er ikki fremmand, og hon spøkir oftari, eftir at arbeiðsumstøðurnar eru versnaðar. Tá hugsi eg um, at arbeiðsárið nú er longt við tveimum mánaðum. Í ár verður fyrsta umfarið í landskappingini næstan ein mánað fyrr, enn tað plagar at vera, og kappingin endar næstan ein mánað seinni, enn hon plagar at enda. Vit, sum í summar skulu spæla í altjóða kapping, hava onga fríviku frá fyrst í januar og til síðsta vikuskifti í oktober. Hetta terir upp á orkuna, ikki at hava møguleika at halga eina viku til familjuna.
Gerandisdagurin
Um hálvgum fimm tíðina hvønn yrkadag fer Jógvan Martin Olsen av Brekkukletti, sum er tætt við Svangaskarð á Toftum. Tá fer hann til arbeiðis í Gøtu. Hetta er fimta árið, at hann er venjari í Víkingi.
Fyrsta umfarið í nýggju landskappingini er góðar seks vikur burtur. Síðani á nýggjárinum hava Víkinga venjarin, hjálparmenn hansara og spælararnir verið í Sarpugerði hvørt yrkakvøld uttan mikukvøld. Frá 1. apríl fer felagið fyri serligari talentvenjing, og tá kennir venjarin ábyrgd fyri at vera hjástaddur og at taka lut og sparra við hinar venjararnar.
Setningurin er bæði at varðveita og menna gott frítíðartilboð til unga fólkið í Eystur kommunu og at fyrireika fremsta liðið, so tað kann vera við í kappingini millum tey fremstu í EFFO deildini.
Tú arbeiðir, tá ið hini halda frí?
– Seinni parturin av arbeiðsdegnum er frá klokkan hálvgum fimm, og í vikuskiftunum eru dystir á skránni. Vanligar dagar eri eg við hús aftur, tá ið klokkan er farin av hálvgum níggju. Fyrri parturin av arbeiðsdegnum er fyrrapartin. Tá eru fyrireikingar á skránni. Tað snýr seg um at leggja til rættis, so støðið í venjingunum verður varðveitt, og í tí sambandi er neyðugt at lesa, at kanna upptøkur av dystum og venjingum og eisini at samskifta umvegis telduna og í telefonini. Í tí sambandi er tað týdningarmikið, at venjarin er tøkur at svara spurningum og práta við fjølmiðlarnar soleiðis, sum vit nú gera. Hetta er uppgáva, sum venjarin eigur at taka í stórum álvara.
Uppgávan
og avbjóðingin
Kennir tú teg einsamallan í starvinum?
– Tað líkist uppgávuni og avbjóðingini hjá øðrum leiðarum, um tað so er skiparin ella stjórin. Tú hevur við nógv fólk at gera, og tað verður roknað við, at tú setur dagsskránna. Tá ið alt kemur til alt, so er tað bara tú, sum hevur ábyrgdina, og um tú skalt halda til hetta, so er neyðugt, at tú og tey, sum tú arbeiðir fyri og saman við, eru fullgreið yvir, hvør støðan er, og hvat tað verður roknað við í úrtøku.
Hvussu tá?
– Hetta er fimta árið, at tey í Víkingi og eg samstarva. Hvørt ár hava leiðslan í felagnum og eg tosað um, hvørjum við skulu miðjað eftir. Øll feløg ynskja sær at vinna FM og steypakappingina á hvørjum ári. Hetta er dreymurin, og hjá øllum uttan einum gerst dreymurin ikki til veruleika. Ítrótturin ber sigrar og fagnað og tap og vónbrot við sær. Um tú skalt liva saman við tær sjálvum og teimum, sum tú arbeiðir saman við og fyri, so er neyðugt at tosa seg fram til realistisk mál at seta sær. Tað verður gjørt við støði í veruleikanum, sum hann er, tá ið tað snýr seg um spælararnar, ið eru tøkir, og um fíggjarligu møguleikarnar.
Tey árini, sum tú hevur verið í Víkingi, hevur útskiftingin verið stór?
– Tað er eyðkent fyri hetta felagið, at ein stórur partur av ungdómunum royna seg í fótbóltinum. Ein av orsøkunum til tað er, at fólkagrundarlagið er lítið, og at tað er neyðugt, at nógv teir flestu taka lut, um tað skal eydnast Víkingi at hava lið í kappingini í øllum deildum. Ein onnur orsøk er, at tað hevur eydnast at fáa venjingina væl skipaða frá teimum yngstu og allan vegin uppeftir. Tá ið børnini og tey ungu kenna, at tað er skil í, so tíma tey betri.
– Veruleikin vísir seg eisini í, at fleiri – eisini evnaríkir spælarar – fara víðari í útbúgvingarørindum. Sæð við venjarabrillum er tað harmuligt, at vit missa lyklaspælarar, men eg kann ikki annað enn fegnast um, at ungu menninir búnast – kanska eisini tí teir hava spælt fótbólt og tikið ábyrgd – og søkja sær kunnleika uttanlands. Hesi gott og væl fýra árini hava vit mist tólv profilar, sum vit siga, og so eru uppaftur fleiri farnir víðari, sum eisini høvdu týdning fyri liðið og felagið.
Tað setur stór krøv til venjaran og felagið, um tað skal eydnast at varðveita sessin millum tey fremstu?
– Tí er tað so týdningarmikið, at vit samskifta verdugt og veruleikanært um, hvat vit miðja eftir, og hvussu vit skulu røkka málunum. Vit raðfesta hægst at ala okkara egnu spælarar. Um tað skal eydnast, so er fyrsta treytin, at leiðslan í felagnum er skilagóð og støðug. Tað hevur hon verið øll árini, Víkingur hevur verið til. So er neyðugt at menna skipan at venja eftir og at fáa góðar venjarar. Tað er ein av uppgávunum hjá mær. Eg brúki helmingin av arbeiðstíðini til besta liðið og hin helmingin til arbeiðið í felagnum. Vit hava pensum at venja í øllum aldursbólkum, og vit hava einar 20-25 vaksnar venjarar til øll liðini. At samstarva við hesi er sera spennandi, og tað gevur stóran íblástur.
Upp og niður
Tað man kennast stórur munur á, tá ið tað gongur væl, og tá ið tað gongur minni væl?
– Tú hugsar um úrslitini, rokni eg við. Fyrst og fremst snýr tað seg um, at tú kanst liva við tær sjálvum. Tað vil siga, at tú veist, at tú hevur røkt uppgávuna sambært tínum virðum og málum. Grundsjónarmiðið er, at tú skalt tæna felagnum og yvirornaða málinum við liðnum. Harvið ber ikki til at laga seg til serlig krøv frá einstøkum spælarum. Tað snýr seg um heildina. Um tað eydnast, so ber til at fóta sær bæði í viðgongd og mótgongd.
Tú kennir tað á bæði spælarum og viðhaldsfólkum, um tað gongur væl og minni væl?
– Vit ferðast í øllum kensluliga barometrinum. Ein av fasinatiónunum við hesum starvinum er at takla øgiligu kensluligu túrarnar í umklæðingarrúminum. Vit vita allir, tá ið vit hava spælt yvir evni, og tá ið tað hevur gingið verri, enn vit høvdu roknað við. Sum venjari eigur tú ikki at lata teg ávirka av einstaka degnum og avrikinum, men heldur at hugsa longri og yvirornað. Um tú ikki megnar tað, so er hetta øgiliga strævið, men tað er torført og ber næstan ikki til!
Framtíðin
Jógvan Martin Olsen var í trý ár venjari í NSÍ. Nú er hann farin undir fimta árið í Víkingi.
Nær ætlar tú at skifta felag?
– Sum eg segði, so spøkir møguleikin at skifta bransju, tá ið karmarnir fyri arbeiðsárinum nú eru so nógv broyttir og í míni verð versnaðir. Tað verður sagt, at tað er ein treyt, at kappingarárið er longri, um vit skulu standa okkum betri í altjóða høpi, men eg eri bangin fyri, at avleiðingin av hesum heldur verður, at spælararnir gevast, tá ið teir verða familjumenn og framvegis eru í besta fótbóltsaldri, og at heldur ikki venjararnir verða so drúgvir. Hetta er ein spurningur, sum vit kunnu diskutera nógv og leingi.
– So leingi, sum eg kenni motivatiónina og havi virðing fyri mær sjálvum og havi virðing fyri og kenni virðing í umhvørvinum, so er tað eingin trupulleiki at vera á einum og sama stað. Um hetta ikki er til staðar, so eigur tú sjálvur at finna hurðina.
Men er hetta ikki torført?
– Tú arbeiðir ógvuliga tætt saman við leiðslu og spælarum. Avbjóðingin er at varðveita javnvágina. Talan er ikki um vinalag, men um arbeiðsstøðu, og hon skal varðveitast, bæði tá ið tað gongur væl, og tá ið tað gongur minni væl. Lykilin til at fáa tað at ganga upp er fyrst og fremst tilvitanin um týdningin av samskifti. Hjá mær, sum hjá so mongum øðrum, so fyllir arbeiðið ógvuliga nógv, men eg skal ikki klaga, hóast tað kennist øvugt at arbeiða, tá ið hini halda frí!
- - -
FAKTA:
Jógvan Martin Olsen
Føddur: 10. juli 1961
Bústaður: Toftir
Starv: Fótbóltsvenjari
Spælari:
1978-93: B68
1994-95: LÍF
1996-97: B68
Venjari:
1996-05: FSF venjari
2002-04: NSÍ
2006-08: A-landsliðið
2009- Víkingur