Lagnudagurin í 2006

Leygardagurin 21. oktobur 2006 stendur fastur í minnunum hjá øllum, sum eru rundan um EB/Streym. Tann dagin skuldi EB/Streymur bara hava eitt stig ímóti KÍ á Mølini fyri at blíva FM vinnari, men ein maður hevur gloymt at lisið upp á leikritið

Tá tað manglaðu fýra umfør av lands­kappingini í 2006 skuldi EB/Streymur hava fimm stig fyri at vinna fyrsta FM heitið í søguni. Talan var um tveir útidystir móti B68 og ÍF, meðan heimadystirnir vóru móti GÍ og KÍ.
Liðið var mannað við fleiri ung­um leikarunum sum Arnbjørn Hansen, Gert Hansen, Bárður Olsen, Hans Paula Samuelsen, Marna Djurhuus og Leif Niclasen. Royndu leik­ar­arnir vóru Ronnie Samuelsen, Sorin Anghel og Egil á Bø.
Liðið hevði vunnið nógv fót­bólts­hjørtu við frálíka fótbolts­spæl­inum og nýtsluni av egnum tilfongi. EB/Streymur var nýggja ísletti í føroyskum fótbólti, men mangl­andu royndirnar komu at kosta dýrt.
Ongin væntaði at EB/Streymur skuldi vinna meistaraheitið júst hetta árið. Men tá felagið nú bara skuldi hava fimm stig í fýra dyst­inum, um HB væl at merkja vann allar sínar dystir, so var tað eitt stórt vónbrot um EB/Streymur ikki fór avstað við FM heitinum.
Í 24. umfari spæla sundalags­menn javnleik móti B68 á Toftum. HB vinnur í Havn á B36. Umfarið eftir tapur EB/Streymur fyri GÍ á Mølini, meðan HB aftur vinnur. Í næst­seinasta umfari er EB/Streym­ur meistari – men bara í nakr­ar minuttir. Teir greiða sín setn­ing á Fløtugerði móti ÍF og vinna 2-1. Á Toftum er javnleikur millum B68 og HB. Tað merkir, at EB/Streymur verður meistari. Men langt inni í yvirtíðini skorar Rógvi Jacobsen fyri HB og gullveitslan í sunda­lag­num verður útsett.

Lagnudagurin
Leygardagurin 21. oktobur 2006 er nógvur vindur á Mølini á Eiði. Tað er ivasamt um dysturin yvirhøvur skal spælast. Avgjørt verður at halda fram og EB/Streymur skal bara halda fast um javnleikin, so er fyrsta landskappingargullið heima.
Mótstøðan er KÍ, sum er arg­ast arvafíggingi hjá HB. Tvey ár frammanundan vinnur HB sítt meist­ara­heitið nummar 18 og yvir­hálar KÍ sum tað felagið, ið hevur vunnið meistaraheitið oftast. Fleiri KÍ við­haldsfólk eru ikki áhugaði í at síggja HB vinna enn eitt meist­ara­heiti.
Á vøllinum er heldur ongin ivi. EB/Streymur er greitt omaná. KÍ kemur illa nokk fram um miðjuna, men í staðan fyri at skjóta bóltin í málið, so endar hann á stongini hvørja ferð.
Seks minuttir fyri tíð er fram­vegis javnleikur í Gundadali mill­um HB og ÍF, men á Mølini hendir tað, sum ikki mátti henda fyri heima­liðið. KÍ framherjin, Paul Clapson, fær fatur á bóltinum og smekkar til. Bólturin ferðast allan vegin í málið.
– Ongin jublaði uttan vit leik­ar­arnir, sigur Símun Joensen, sum spældi við KÍ tann dagin.
Brádliga vendi alt á høvdinum. Skorar HB, so endar gullið í Gunda­dali.
Í Gundadali hevur Vagnur Mohr Mortensen slept sínum verju­skyldum og er fari í álopið. Tá klokk­an sigur 89 minuttir verður Vagnur spældur leysur. Málmaðurin kemur út ímóti og Vagnur stútar bóltin fram­við honum og í mál.
Løtu seinni bríkslar dómarin fyri seinastu ferð á Mølini, meðan Rógvi Jacobsen økir til 2-0 í Gundadali. Við seks sigrum hevur HB hálað sjey stig inn á EB/Streym og stolið gullið frá teimum.

Fólki og støðan er tann sama
Leygardagurin 21. oktobur 2006 stendur sum tað svárast leikliga minni hjá EB/Streyma viðhaldsfólki nakrantíð.
Í morgin er støðan áleið tann sama. Vinnur EB/Streymur, so verða teir FM vinnarar. Aftur hesa ferð er argasti kappingarneytin í dyst millum ÍF og HB. Ta ferðina var tað HB, hesa ferð er tað ÍF, sum yvir­hála í seinasta svinginum.
René Torgarð, Egil á Bø, Gert Hansen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Leif Niclasen, Sorin Anghel og Arnbjørn Hansen ganga allir aftur frá liðnum í 2006.
Munurin er, at EB/Streymur sein­astu seks árini hevur spælt fleiri avgerandi dystir og vunnið fleiri steypakappingar og eitt FM heitið. Sostatt eru royndirnar í ár væl fleiri á liðnum, men spurningurin er so um tað er nokk til at vinna á NSÍ og harvið gerast føroya meistari 2012?

- - -

– Ongin jublaði
Tað sigur Símun Joensen, sum var á KÍ liðnum 21. oktobur 2006, um løt­una tá Paul Clapson legði KÍ á odda ímóti EB/Streymi.
Símun Joensen er ein av trim­um leikaraum á dagsins B36 liðið, sum vóru við í avgerandi dyst­inum móti EB/Streymi í 2006. Símun Joensen minnist væl tann leygar­dagin, tá KÍ spældi ein av­ger­andi leiklut í at HB gjørdist FM vinnari.
Hóast KÍ við sigrinum endaði við at tryggja sær eitt Europa Cup pláss, so var lagið einki serligt á klaksvíksingum.
– Tað var ein løgin kensla tá vit skoraðu. Vit jublaðu sjálvandi, men tað var púra kvirt kring vøll­in. Ongin jublaði, sigur Símun Joensen.
– Onkur av teimum eldru áskoð­arunum helt fyri undan dystinum, at vit skuldi tapa við vilja, so HB ikki bleiv meistari, greiður Símun Joensen eitt sindur skemtiliga frá.
Leikliga var EB/Streymur eisini greitt omaná og fleiri ferðir var nær við.
– Eg minnist serliga hvussu oft­ani teir raktu stengurnar. Eina ferð kom Hans Pauli Samuelsen til bak­linjuna og kundi spælt útfrá. Hann velur at smekka til og eg standi beint við stongina. Eg minnist hvussu málið ristist aftaná, sigur Símun Joensen, sum mátti spæla í sokallaðum »knickers« buksum, tí veðrið var so ringt.

Hvat billa tit tykkum inn?
Í Sundalagnum høvdu tey fyri­reika tað stóru gullveitsluna og tað var ikki sørt, at vónbrotið var stórt tá dysturin var liðugur.
– Tá eg skuldi av vøllinum og inn í skiftingarrúmi sló onkur meg í ryggin. Tá eg vendi mær stend­ur ein kona í ketildrak og við grát­andi rødd spyr hvat vit billa okk­um inn at vinna. Eg mátti so pent forklára henni at vit altíð spæla fyri at vinna, greiður Símun Joensen frá.
Símun sigur víðari, at tað var deiligt at vinna dystin, tí so kundi ongin koma og siga at teir ikki høvdu givið seg fult út til dystin.
– EB/Streymur hevði eisini fleiri møguleikar at meistaraheitið áðr­enn hendan dystin, so eg haldi ikki vit beinleiðis hjálptu HB, sigur Símun.

Bjóðaðir í ball
Í HB húsinum var gullveitsla og KÍ leikararnir fingu eisini møguleikan at verða ein partur av henni.
– HB bjóðaði okkum at koma í vetslu og gjalda fyri ferðing til Havnar. Vit tosaðu um tað og fyri uttan Tony Paris og Paul Clapson, so valdu vit ikki at fara, greiður Símun frá víðari.
Jákup á Borg var tá á liðnum hjá HB og var ein av teimum sum sungu »liðið tað eitur KÍ« í sjón­varp­inum eftir dystin.
– Eg plagi at arga Jákup við, at hann dugur so væl at syngja KÍ sangin, sigur Símun og flennur.
Heldur ikki liðfelagin, Bárður Olsen, sum var við á EB/Streyma liðnum í 2006, sleppur snikka­leysur.
– Eg plagi at stinga til hann av og á. Tað er ikki so at vit tosa um tað dagliga, men er ein møguleiki, so fær hann tað at vita, sigur Símun at enda við einum smíli.

- - -

– Flenna eftir mær enn

Tað er ikki við góðum minnum, at Bárður Olsen minnist aftur á 21. oktobur 2006. Sjávur var hann ein av teimum ellivu, ið byrjaðu inni hjá EB/Streymi í lagnu dystinum móti KÍ á Mølini.
– Tað er ikki stuttligt at minnast aftur á. Vit vóru tað betra liðið og eg haldi at KÍ hevði ein mál møguleika og so langskotið, ið teir skora upp á, sigur Bárður Olsen.
EB/Streymur er í dag í nógvar mátar eitt størri felag. Nýggjur vøll­ur, nýggjar umstøður og fleiri heiðurs­merki hava verið vit til at gjørt EB/Streym til ein av tung­vektarunum í føroyskum fótbólti.
Í 2006 vóru umstøðurnar øðrvísi. Liðið spældi sínar heimadystir á Mølini á Eiði. Húsið var lítið at reypa av, men menn trivust væl.
– Tað var nógv fólk til venjing og fleiri av teimum eldru áskoðarunum komu við kaku og øðrum góðum eftur hvørja venjing, sigur Báður Olsen.
Tá fýra umfør eru eftir, skal EB/Streymur bara hava fimm stig, so eru teir FM vinnarar á fyrsta sinni.
– Tað var nógv trýst á okkum tá. Tey flestu mettu okkum longu um FM vinnarar undan seinasta leik­degnum, sigur Bárður Olsen.

Skulu einki broyta
Bárður Olsen trýr fult og heilt upp á, at EB/Streymur verður FM vinn­ari 2012. Teir skulu bara halda fram við at spæla sítt spæl.
– Teir skulu einki broyta, men bara halda fram við at spæla sum teir hava gjørt við góða kontra­spæl­inum, sigur Bárður.
Bárður roknar heldur ikki við, at tað kemur fjáltur á EB/Streym leik­ararnar skuldi klokkan byrja at ar­beitt ímóti teimum.
– Teir eru royndir, so eg trúgvi teir eru til reiðar at standa ímóti trýstinum og bara halda fram við at spæla sítt spæl, sigur Bárður Olsen, sum framvegis verður mintur á dagin í 2006. Bárður spælir í dag við B36 og har er hann liðfelagi við Símun Joensen, Atla Danielsen og Meinhard Joensen, sum allir byrj­aðu inni fyri KÍ tann dagin.
– Ja, teir minna meg á tað við hvørt og flenna eftir mær, sigur Bárður Olsen at enda.

- - -

Tøgn í skifti­rúminum

Tað sigur Sámal Erik Hentze, sum var hjálparvenjari hjá EB/Streymi í 2006. Serliga stendur ringa veðrið frammaliga í hug­anum hjá núverandi AB venjaranum.
– Eg minnist at vit tosaðu um dysturin yvirhøvur skuldi spælast. Vit blivu so samdir um at spæla, tí týdningurin av dyst­inum var so stórur og at vit vóru nógv betri enn KÍ, sigur Sámal Erik.
Hann er ikki í iva um, at EB/Streymur skuldi havt vunnið dystin, tí teir vóru nógv betri.
– KÍ hevði eitt skot á mál, með­an vit høvdu alt spælið og raktu stengurnar fleiri ferðir. Hatta var bara ein av teimum døg­unum, tá bólturin ikki vildi inn, greiður Sámal Erik frá.

»HB skora? Egil fram!«
Orðini eigur Piotr Krakowski, sum var venjari hjá EB/Streymi tá. Hendingin fer fram, tá tað gerst greitt á Mølini, at HB hevur lagt seg á odda í Gundadali og at EB/Streymur nú má fáa stig fyri at gerast meistari. Tí sendi Piotr miðverjan, Egil á Bø, fram í álopið.
– Eg minnist tað væl, men tá hevði Egil longu verið í álopinum í tíggju minttir. Vit spældu við trimum í verjuni, tí KÍ hevði bara ein mann á okkara hálvu, tað var Paul Clapson, sum stóð í miðkringinum, sigur Sámal Erik eitt sindur argur á málinum.
Tað var tøgn í skiftirúinum eftir dystin.
– Ongin segði nakað. Hetta var ikki tíðspunkti at koma við einari smartari viðmerking, sig­ur AB venjarin.
Sámal Erik royndi eisini sum venjari hjá AB í fjør, at missa ein uppflyting í evstu løtu, tá TB yvirhálaði innanum við einum 11-0 sigri á TB.
– Hesin dagurin fer altíð at koma fram, tá eitt kappingarár kemur at enda. Tað kom fram í fjør tá vit ikki fluttu upp og tað hevði eisini hug at spøkja í ár, sigur Sámal Erik, sum flutti upp við AB í ár.

EB/Streymur
vinnur ikki á NSÍ
Tað væntar Sámal Erik, sum tó roknar við at gullið endar í Sunda­lagnum.
– Eg kann gott ímynda mær, at dysturin við Margáir endar við javnleiki, meðan HB vinnur í Fugla­firði, sigur Sámal Erik.
Tað eru seks ár síðani, at EB/Streymur misti meistarheitið á gólvið. Fleiri av teimum, sum vóru við tá eru framvegis við á lið­num hjá sundalagsmonnum. Fleiri teirra vóru um 18-19 ára ald­urin. Royndirnar síðani tá eru ein fyrimunur fyri EB/Streym.
– EB/Streymur hevur spælt nógvar týdningarmiklar dystir síðani 2006, og tað er eitt stórt pluss, sigur Sámal Erik um trýst­ið, sum nú aftur liggur á EB/Streymi.