Fótbólturin er farin aftur á rull. Hjalgrím Elttør skeyt fyrsta málið í føroysku landskappingini í 2013. Øll heimaliðini, KÍ, ÍF og EB/Streymur, vunnu sínar dystir seinnapartin.
Tað var uppiborið, at KÍ vann við trimum málum í Klaksvík, tá TB vitjaði. Úrslitið var 3-0. Hjalgrím Elttør átti ein lut í øllum málunum. Fyri steðgin kom hann einsamallur við Ivan Stojkovic, sum vardi málið hjá TB, og klaksvíkingurin var tryggur, tá hann sendi bóltin avstað. Hetta var samstundis fyrsta málið í føroysku landskappingini í 2013. Í seinna hálvleiki átti hann næstseinasta fótin á, tá Páll Klettskarð og Álvur Christiansen øktu um leiðlsuna. Við sigrinum hevur KÍ lagt væl frá landi í ár.
Í Fuglafirði restaðu bara fimm minuttir í, tá innskifti Bartal Eliasen skeyt sigursmálið. Úrslitið var 2-1. Talan var annars um rótutan dyst, serliga í fyrra umfarinum. Spælið var í løtum illa skipað. Gestirnir av Argjum vóru ágrýtnir og vóru nær við í nøkrum førum at leggja seg á odda, men teir misnýttu møguleikarnar, tá teir komu. Tað darvaði eisini spælið hjá argjamonnum, at bæði Leivur Holm Joensen og Mikkjal Hentze fóru av vøllinum við skaða í fyrra hálvleiki. Beinanvegin eftir hvíldina sendi Ari Ellingsgaard sínar menn á sigurskós. Skjótt svaraðu uppflytararnir av Argjum aftur. Tað var burtur úr ongum, at Bjartur Kjærbo kom at standa væl fyri í brotsteiginum. ÍF var omaná í seinna hálvleiki, og tað var helst eisini í tráð við leikgongdina, at heimaliðið fekk øll stigini.
Føroyameistararnir EB/Streymur vunnu stórsigur við Margáir seinnapartin. Úrslitið var 4-0. Hans Pauli Samuelsen kom á máltalvuna eftir lítlari løtu. Gestirnir vóru stinnir í verjupartinum í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin skrædnaði, og EB/Streymur fekk trý mál afturat. Arnbjørn Hansen stóð fyri tveimum av málunum, og Gunnar Zachariasen, sum umboðaði sundalagsmenn á fyrsta sinni í skrásettum dysti, skeyt eitt mál.
----------------------------------------------------------------------------------------------------
EB/STREYMUR - 07 VESTUR 4-0 (1-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen
2-0: Arnbjørn Hansen
3-0: Gunnar Zachariasen
4-0: Arnbjørn Hansen
90 Liðugt. EB/Streymur vann 4-0.
86 EB/Streymur hevur framt tvær útskiftingar. Árni G. Olsen og Leif Niclasen hava takkað fyri seg, Hanus Olsen og Poul G. Olsen hava loyst teir av.
82 Liðini hava framt nakrar útskiftingar. Hjá EB/Streymi er Niels Pauli Danielsen farin út. Arnar Dam hevur loyst hann av. Hjá gestunum eru Evrard Blé og Eli Nielsen farnir av vøllinum. Í teirra stað eru komnir Sjúrður Ellefsen og Jákup V. Olsen.
80 MÁL! 4-0 til EB/Streym! Aftur var tað Arnbjørn Hansen, sum var málskjútti.
70 MÁL! 3-0 til EB/Streym! Gunnar Zachariasen var málskjútti hesaferð. Hann kom í góða skotstøðu, tá Brian Olsen hegnisliga lyfti bóltin upp um verjuna. Einsamallur var hann tryggur.
60 EB/Streymur tykist hava tamarhald á dystinum nú. 07 Vestur smæðist ikki burtur, men tað er einki sum bendir á júst nú, at teir fáa stig heim við aftur úr Streymnesi.
58 MÁL! 2-0 til EB/Streym! Tað var eftir eina langa sending frá Gert Hansen, at Arnbjørn Hansen legði bóltin til rættis og einsamallur við málverjan var hann sum altíð ósvikaliga tryggur.
54 07 Vestur hevur framt eina útskifting. Hørdur Johansen hevur loyst av Ásmund Hansen.
46 Seinni hálvleikur er byrjaður.
46 Hálvleikur í Streymnesi. Heimaliðið hevur verið omaná fyrstu 45 minuttirnar, men enn er bara eitt mál komið. 07 Vestur hevur dúvað upp á skjótálop, og vágamenn hava ikki verið heilt vandaleysir. Kortini tykist EB/Streymur hava havt tamarhald á støðuni, tá 07 Vestur hevur roynt at sókt at.
20 EB/Streymur er enn munandi meira á bóltinum. Tó so, gestirnir úr Vágum smæðast ikki burtur. Vágamenn hava spælt seg í góðar skotstøður, men René Tórgarð hevur vart fyri. Heimaliðið hevur eisini havt møguleikar at økja um leiðsluna. Spælið hevur verið lítið skipað hesa løtuna, men tað er undirhaldandi í Streymnesi.
2 MÁL! 1-0 til EB/Streym! Beinanvegin hevur Hans Pauli Samuelsen lagt heimaliðið á odda. Arnbjørn Hansen var sloppin ígjøgnum í høgru, tá hann sendi bóltin inn fyri málið, har Hans Pauli Samuelsen var tryggur. 07 Vestur hevur verið undir stórum trýsti fyrstu løtuna.
1 Dysturin er byrjaður.
EB/Streymur: René Tórgarð Gert Hansen, Marni Djurhuus, Pætur Dam Jacobsen, Árni G. Olsen - Brian Olsen, Gunnar Zachariassen, Niels Pauli Danielsen - Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen
Á beinkinum: Arnar Dam, Hanus Olsen, Jens M. Jensen, Jákup A. Hansen, Poul G. Olsen.
07 Vestur: Andras Gango Petur Dalbø, Tehe Aristide, Emil Mikkelsen, Ásmund Hansen, Eli F. Nielsen, Jovan Panic, Evrard Blé, Holgar Durhuus, Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara
Á beinkinum: Jákup S. Olsen, Hørður Johansen, Petur Meinhard Magnussen, Bjarni W. Jørgensen, Sjúrður Ellefsen
Undan dystinum:
Meistararnir í EB/Streymi fáa seinnapartin vitjan av uppflytarunum í 07 Vestur. Rúni Nolsøe er nýggjur venjari hjá felagsliðnum í Sundalagnum, og longu undan fyrsta umfari hava Rúni og EB/Streymur vunnið fyrsta steypið.
Í stórsteypadystinum ímóti Víkingi var nýggi miðverjin Rógvi E. Nielsen ikki tøkur. Tá var Pætur Dam Jacobsen miðverji. Rógvi er heldur ikki tøkur ímóti gamla felagið sínum, 07 Vestur.
Síðsta vikuskifti spældi 07 Vestur venjingardyst í Gundadali ímóti B36. Rúni Nolsøe var millum áskoðararnar, og tað var skjótt at staðfesta hjá honum og hinum, at setningurin hjá 07 Vestur á útivølli oftast verður at halda tørn um javnleikin.
- Vit hava gott mót, og vit ætla okkum at varðveita plássið í deildini, sigur 07 Vestur venjarin Piotr Krakowski. Nýggir á liðnum hjá honum í dag eru eitt nú málverjin Andras Gango, miðvallarin Evrard Blé og álopsspælarin Camara, sum í fjør var partur av B68 hópinum, men orsaka av skaða ongantíð spældi í landskappingini.
Hóast EB/Streymur sjálvsagt má roknast at vera stórfavorittur á heimavølli ímóti 07 Vestur, so siga tølini, at tað ikki altíð tíðliga í kappingini roynist so væl hjá EB/Streymi. Í fjør megnaði KÍ í fyrsta umfari 1-1 við Margáir. Ransin N. Djurhuus verður dómari við Margáir, har fyrsta bríkslið verður klokkan 16 í morgin.
----------------------------------------------------------------------------------------------------
KÍ TB 3-0 (1-0)
1-0: Hjalgrím Elttør
2-0: Páll Klettskarð
3-0: Kristoffur Jakobsen
90 Dysturin er liðugur. KÍ hevur vunnið uppiborið 3-0. Klaksvíkingar vóru meira á bóltinum allatíð og spældu bara bóltin runt seinastu minuttirnar. Dagsins maður var uttan iva Hjalgrím Elttør, sum skeyt eitt mál og legði upp til hini bæði.
82 Páll Guðlaugsson, venjari hjá KÍ, hevur framt sínar seinastu útskiftingar. Helgi Samson, sum spælir í bestu deildini á fyrsta sinni, og Henry Heinesen eru innskiftir. Út eru farnir Atli Danielsen og Ivan Joensen.
80 Liðini hava skift út. Hjá KÍ hevur Ísak Simonsen loyst Kristoffur Jakobsen av. TB hevur framt sínar seinastu útskiftingar. Ragnar Tausen og Poul Ingason, sum hava verið eyðsýndir eru farnir av vøllinum. Hanus Mortensen og Hjalti Vestergaard eru komnir inn.
78 MÁL! 3-0 til KÍ! Aftur hevur Hjalgrím Elttør næstseinasta fótin á bóltinum. Hann fekk bóltin í brotsteiginum og spældi yvirum til Álv Christiansen, sum var tryggur. Nú er eingin ivi um, at klaksvíkingar hava vunnið fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum.
66 MÁL! 2-0 til KÍ! Heimaliðið gjørdi skjótt av, tá teir vunnu bóltin á miðvøllinum. Hjalgrím Elttør sendi Páll Klettskarð avstað. Framherjin rann framvið Ivan Stojkovic og trillaði bóltin í netið.
60 Leikliga stendur TB seg munandi betri nú. Dan Mortensen hevur gjørt góðan mun í høgra borði. Klaksvíkingar høvdu bóltin í málinum hjá gestunum nú, men Kristoffur Jakobsen var rangstaddur, tá hann skumpaði bóltin inn um málstrikuna. Tað var eftir innlegg úr høgru, at miðvallarin kom at standa væl fyri.
46 Seinni hálvleikur er byrjaður. Hans Fróði Hansen, venjari hjá TB, hevur framt eina útskifting. Dan Mortensen hevur loyst av Aron Sørensen.
45 Hálvleikur í Klaksvík. KÍ er á odda 1-0. Seinastu minuttirnir av fyrra hálvleiki vóru meinlíkir hinum. Heimaliðið er meira á bóltinum, og gestirnir hava dúvað upp á skjótálop.
39 MÁL! 1-0 til KÍ! Hjalgrím Elttør hevur skotið klaksvíkingar á sigurskós. Tað var eftir eitt verjumistak, at heimaliðið fór í álop. Bólturin skuldi ætlandi spælast úr miðverjuni hjá TB, tá leðurkúlan endaði hjá Hjalgrím Elttør, sum hevði ríkiligt av plássi. Einsamallur við málverjan var hann tryggur. Klaksvíkingar hava annars ikki verið serliga vandamiklir higartil.
33 Aftur vóru gestirnir nær við at leggja seg á odda. Tað var eftir skjótálop, at Poul Ingason spældi bóltin til Ragnar Tausen, sum hevði beina kós móti málinum. Vongspælarin sendi tó bóltin ov langt frá sær, tá hann skuldi leggja bóltin til rættis, og Meinhardt Joensen var knappur og tók bóltin. KÍ er meira á bóltinum og hevur roynt at søkt at málinum hjá TB, men gestirnir hava verið sera stinnir í verjupartinum higartil.
23 TB hevur havt størsta møguleikan í dystinum! Ragnar Tausen sendi innfyri úr vinstru, og Poul Ingason var púra óansaður, tá hann setti fótin á bóltin. Lukkutíð til heimaliðið fór bólturin í síðunetið. Annars er leikgongdin tann sama. KÍ er meira á bóltinum.
12 KÍ er meira á bóltinum og roynir at spæla seg ígjøgnum í borðunum, har Hjalgrím Elttør og Álvur Christiansen eru ágrýtnir. Enn hevur eingin møguleiki verið. TB hevur fyri tað mesta dúvað upp á skjótálop við langum sendingum fram til Poul Ingason, sum er einsamallur framherji hjá gestunum.
5 Tað er kalt og eitt lot í Klaksvík, men líkindi eru góð at spæla bólt í Klaksvík. Heimaliðið hevur verið meira á bóltinum fyrstu minuttirnar.
1 Dysturin er byrjaður.
KÍ: Meinhardt Joensen - Jóhan Jacobsen, Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Heðin á Lakjuni - Atli Danielsen, Ivan Joensen, Kristoffur Jakobsen - Hjalgrím Elttør, Páll Klettskarð, Álvur Christiansen
TB: Ivan Stojkovic - Babacar Ndiour, Óli Johannesen, Teitur Olsen, Teitur Justinussen - Martin Tausen, Rógvi Joensen, Ndende - Aron Sørensen, Poul Ingason, Ragnar Tausen
Undan dystinum:
Páll Guðlaugsson, venjari hjá KÍ, ætlar at vinna klaksvíkingar longur fram enn fjórða plássið, sum teir rukku í fjør.
- Ungu spælararnir eru svangir. Í fjør skoraðu vit fleiri mál enn hini liðini. Avbjóðingin er at fáa verjupartin at rigga betri, og at fáa fleiri stig í fyrstu umførunum, enn vit fingu í fjør.
Íslendski ábyrgdarmaðurin við Djúpumýru er fullgreiður yvir, at TB á heimavølli er ikki ein løtt uppgáva. Í fjør endaði tað málleyst í fimta umfari.
Hans Fróði Hansen, venjari hjá TB, er realistiskur, tá hann metir um sítt lið.
- Útskiftingin hevur verið stór, og vit eru færri, enn vit vóru í fjør. Um vit megna eitt betri úrslit, enn vit gjørdu í fjør, so verða vit nøgdir, sigur hann.
----------------------------------------------------------------------------------------------------
ÍF - AB 2-1 (0-0)
1-0: Ari Ellingsgaard
1-1: Bjartur Kjærbo
2-1: Bartal Eliasen
90 Dysturin er liðugur í Fuglafirði. ÍF vann 2-1.
85 MÁL! 2-1 til ÍF! Nú bragdaði. Innskifti Bartal Eliasen hevur sent heimaliðið á sigurskós. ÍF hevur verið munandi meira á bóltinum í seinna hálvleiki, og tað hevur mest sum bara verið spurningur um tíð, at sigursmál kom.
75 Tað er ikki í tráð við leikgongdina, at tað er javnleikur í Fuglafirði í løtuni. Heimaliðið hevur verið omaná eftir steðgin, og fuglfirðingar trýsta nú fyri at fáa sigursmálið. Enn hevur ÍF ikki spælt seg til nakran stóran møguleika.
65 MÁL! 1-1! Uppflytararnir av Argjum hava svarað aftur. Tað var burtur úr ongum, at Bjartur Kjærbø, sum við handara stólpa stýrdi bóltin í málið, eftir at Beinir Ellefsen hevði lagt innfyri úr vinstru.
49 MÁL! 1-0 til ÍF! Heimaliðið hevur lagt bragdliga fyri eftir hvíldina. Ari Ellingsgaard hevur skotið fuglfirðingar á sigurskós.
46 Seinni hálvleikur er byrjaður.
46 Hálvleikur í Fuglafirði. AB hevur havt naskaru royndirnar higartil, og í nøkrum førum hevur verið líka við, at argjamenn hava lagt seg á odda. Heimaliðið ressaðist seinastu løtuna fyri steðgin og hevur havt einstakar royndir á málið hjá Símun Rógva Hansen. Annars hevur spælið sum heild verið sera illa skipað fyrstu 45 minuttirnar.
30 Tað er ikki serliga undirhaldandi í Fløtugerði í løtuni. Dysturin er óvanliga tamur, og fáir møguleikar eru. Gestirnir av Argjum hava havt tvær skotroyndir, uttan at Jákup Mikkelsen varð settur undir stórvegis trýst. Sámal Erik Hentze, venjari, hevur verið noyddur at framt tvær útskiftingar. Leivur Holm Joensen og Mikkjal Hentze eru farnir av vøllinum við skaða. Rói Danielsen og Jobin Drangastein hava avloyst teir.
12 Lítil ferð er á spælinum í Fuglafirði. Liðini hava lagt varisliga fyri, og bólturin ferðast fyri tað mesta á miðvøllinum.
1 Dysturin er byrjaður
ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Poul Mikkelsen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Hanus Thorleifsson, Høgni Madsen, Bogi Reinert Petersen, Ari Ellingsgaard - Øssur Dalbúð, Nenad Saric
AB: Símun Rógvi Hansen - Martin Midjord, Leivur Holm Joensen (Rói Danielsen), Morten Overgaard, Beinir Ellefsen - Sorin Anghel, Dion Splidt - Jónas Stenberg, Mikkjal Hentze (Jobin Drangastein), Bjartur Kjærbo - Nikolaj Eriksen
Undan dystinum:
Albert Ellefsen er nýggjur venjari hjá ÍF, og setningurin hjá honum er at lyfta arvin eftir Flemming Christensen, sum saman við fuglfirðingum vann silvur í fjør. Ikki minst spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at rigga í álopinum, har Clayton Soares hevur fingið Øssur Dalbúð aftrat sær.
Hetta fæst ikki at vita í dag, tí Clayton verður ikki við ímóti AB. Orsøkin er, at loyvini ikki eru komin upp á pláss.
AB er á veg til Fuglafirðar í nýggjari útgávu. Millum nýggju menninar eru málverjin Símin Rógvi Hansen, verjuspælarin Rói Danielsen, Sorin Anghel og álopsspælarin Keita. Rógvi Poulsen er aftur á Argjum, men hann er ikki tøkur enn.
Sámal Erik Hentze er venjari á Argjum, og málið hjá honum er greitt.
- Sum altíð hjá uppflytara, so ræður tað hjá okkum um at býta okkum fastar í deildini, sigur AB venjarin undan vitjanini í Fuglafirði, har hann fyri fyrstu ferð hevur Sorin Anghel, Keita, Róa Danielsen og Símun Rógva Hansen tøkar í landskappingardysti.
----------------------------------------------------------------------------------------------------











