EB/Streymur og ÍF eru framvegis í tættari kapping um FM heitið. Í góðveðrinum í dag hava báðir FM biðlarnir vunnið fulla úrtøku á útivølli.
EB/Streymur vann 1-0 á Svangaskarði ímóti B68. Sigurin ber við sær, at felagsliðið úr Sundalagnum framvegis er tvey stig frammanfyri ÍF. Um eina viku skal EB/Streymur á heimavøllinum við Margáir tryggja sær FM heitið, tá ið NSÍ kemur at vitja.
ÍF er á veg um Suðuroyarfjørð við 4-1 sigri á FC Suðuroy. ÍF fær í síðsta umfari vitjan av HB. Um ÍF skal vinna FM, so er fyrsta treytin, at fuglfirðingar vinna á HB, og so skal EB/Streymur samstundis snáva ímóti NSÍ.
Víkingur vann 4-3 á heimavølli ímóti KÍ. Merkisvert var tað, at Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði øll fýra Víkinga málini. Úrslitið ber við sær, at Víkingur nú er á fjórða plássi, og at K Ídatt av triðja og aftur á fimta plássið.
HB vann sannførandi 3-1 heimasigur ímóti TB. Úrslitið ber við sær, at HB lyfti seg fram á bronsuplássið, sum gevur atgongd til altjóða fótbólt næsta summar. Bæði HB og Víkingur hava 44 stig. Málmunurin hjá HB er +22, og hjá Víkingi er hann +8.
Í Runavík endaði tað málleyst millum NSÍ og B36.
At B68 ikki megnaði at vinna úrtøku á heimavølli ímóti EB/Streymi ber við sær, at tað sær rættuliga svart út hjá toftamonnum, sum í síðsta umfari skulu vinna við fýra málum á úttivølli ímóti TB, um teir skulu sleppa undan at flyta niður í 1. deild.
Úrslit
Víkkingur-KÍ 4-3 (2-0)
1-0: Kaj Leo í Bartalsstovu 14.
2-0: Kaj Leo í Bartalsstovu 45.
2-1: Andy Ó. Olsen 47.
2-2: Páll A. Klettskarð 52.
2-3: Andy Ó. Olsen 56.
3-3: Kaj Leo í Bartalsstovu br 75.
4-3: Ka Leo í Bartalsstovu 89.
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Kaj Leo í Bartalsstovu, Niclas Niclasen (Per Gregersen, 75.), Heðin Hansen (Joseph Bassene, 75.), Hans Jørgen Djurhuus (Fritleif í Lambanum, 46.) - Hjartvard Hansen, Filip Djordjevic
Gult kort: Niclas Niclasen, Filip Djordjevic, Per Gregersen
KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni - Andy Ó. Olsen (Heðin Klakstein, 85.), Hjalgrím Elttør, John Hammer (Ivan Joensen, 40.), Kristoffur Jakobsen (Johan Jacobsen, 80.), Ísak Simonsen - Páll A. Klettskarð
Gult kort: Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Sørmundur Kalsø
Reytt kort: Jógvan Isaksen, 75. (beinleiðis reytt)
NSÍ-B36 0-0
Dómari: Páll Augustinussen
NSÍ: Kristian Joensen - Bjarki Danielsen, Monrad Holm Jacobsen, Pál Mohr Joensen, Sjúrður Jacobsen (Pætur Høj, 90.) - Jann Martin Mortensen (Jens Joensen, 70.), Andras Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Fredseriksberg (Arni Gregersen, 77.) - Debes Danielsen, Klæmint.A. Olsen
Gult kort: Pál Mohr Joensen
Reytt kort: Kristian Joensen, 90. (beinleiðis reytt)
B36: Meinhardt Joensen - Karl Martin Danielsen, Jonas Flindt Rasmussen,Robert Heðin Brockie, Bárður Olsen - Róaldur Jacobsen, Atli Danielsen, Gunnar Zachariasen, Súni Olsen, Lukasz Cieslewicz - Símun Hansen (Ámund Nolsøe, 59.)
Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen
B68-EB/Streymur 0-1 (0-0)
0-1: Pætur Dam Jacobsen 46.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
B68: Hans Jørgensen Dánjal Pauli Højgaard, Ndende Adama Gueyé, Oddur Højgaard, Einar T. Hansen Jónleif Højgaard, André Olsen (Jan V. Andersen, 77.), Jóhan Dávur Højgaard, Bjarki Johannesen (Remi Langgaard, 69.), Christian Høgni Jacobsen Ibrahima Camara (Kristian Anton Andreasen, 79.)
Gult kort: Jan V. Andersen, Oddur Højgaard
EB/Streymur: René Torgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jonhard Frederiksberg - Levi
Hanssen, Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen , Hans Pauli Samuelsenb(Niels Pauli Danielsen, 85.) Sorin Anghel (Leif Niclasen, 69.), Arnbjørn T. Hansen
Gult kort: Gert Hansen
HB-TB 3-1 (2-0)
1-0: Símun Samuelsen 34.
2-0: Christian R. Mouritsen 40.
3-0: Christian R. Mouritsen 51.
3-1: Milan Kuljic 82.
Dómari: Dagfinn Forná
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm (Gunnar H. Haraaldsen, 77.), Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos -Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen (Tróndur Jensen, 56.), Rógvi Poulsen, Símun E. Samuelsen (Jógvan Andrias Nolsøe, 56.), Rókur av Fløtum Jespersen, Kristin R. Mouritsen
Gult kort: Rógvi Holm
TB: Ivan Stojkovic - Hanus Mortensen, Martin Tausen, Óli Johannesen, Gunnleif Olsen - Dan Mortensen (Aron Sørensen, 79.), ,Bárður Dimon (Jón Magnusarson, 75.), Nenad Stankovic, Heini Mortensen (Milan Kuljic, 67.) - Gilli Sørensen, Dmitrije Jankovic
Gult kort: Hanus Mortensen, Heini Mortensen
Reytt kort: Gunleif Olsen 71. (beinleiðis reytt)
FC Suðuroy-ÍF 1-4 (0-1)
0-1: Clayton Soares 5.
1-1: John Tordar Poulsen 48.
1-2: Jan Ó. Ellingsgaard 58.
1-3: Bartal Eliasen 73.
1-4: Ari Ó. Ellingsgaard 87.
Dómari: Lars Múller
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma (Kári Jacobsen, 85.) - Suni úr Hørg, Sasa Kolman, Heini Vatnsdal, Heri E. Kjærbo (Reidar Dahl Joensen, 81.) - Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, Ingi Poulsen (Kári í Lágabø, 28.), David Asare - Dan Djurhuus, John Tordar Poulsen
Gult kort: Dan Djurhuus, Heri E. Kjærbo, Poul N. Poulsen, John Tordar Poulsen, Heini Vatnsdal
Reytt kort: Dan Djurhuus 76. (2 gul), Heini Vatnsdal, 90. (beinleiðis reytt)
ÍF: Jákup Mikkelsen -Uni Reinert Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni (Jákup Johansen, 46.), Høgni Madsen (Aleksandar Jovevic, 90.), Thomas Asmussen (Ari Ó. Ellingsgaard, 82.), Karl Løkin, Nenad Saric - Clayton Soares
Gult kort: Jákup Johansen, Karl Løkin
Støðan
EB/Streymur 55
ÍF 53
HB 44
Víkingur 44
KÍ 42
B36 37
NSÍ 31
TB 24
B68 21
FC Suðuroy 9
27. umfar leygardagin 6. oktober
KÍ-FC Suðuroy
ÍF-HB
EB/Streymur-NSÍ
B36-Víkingur
TB-B68
Liðugt!
0-1
Tað er gott lag millum EB/Streyma áskoðararnar, sum tevja gull, og B68 áskoðararnir mugu staðfesta, at teirra lið ivaleyst er á veg niður í 1. deild.
B68 trýstið hevur borið hornaspark við sær, og nú er Hans Jørgensen, B68 málverjin, frammi í brotsteiginum hjá EB/Streymi. B68 hevur havt nógvar góðar deyðbóltsstøður, men innleggini hava ikki verið nóg neyv.
90 min.
0-1
4 minuttir lagdir aftrat!
85 min.
0-1
Hans Pauli Samuelsen hevur havt fína frísparksroynd dygst uttanvert brotsteigin, men Hans Jørgensen bjargaði til horna.
B68 er undir øgiligum trýsti, og toftamenn hava hug at senda alt meiri fólki fram á vøllin í royndini at javna. Í løtuni hevur B68 annað beinið í næstbestu deildini.
Hans Pauli Samuelsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er Niels Pauli Danielsen komin inn á EB/Streyma miðvøllin.
80 min.
0-1
B68 hevur støðugt trýst á mótstøðumálinum. EB/Streymur hevur mest sum alt fólkið aftarlaga á vøllinum.
Kristian Anton Andreasen er komin í B68 álopið í staðin fyri Camara.
75 min.
0-1
Gert Hansen hevur sæð gult fyri at fella Christian Høgna Jacobsen í gjøgnumbroti.
Ndende og Oddur Højgaard eru ofta frammi í EB/Streyma brotsteiginum, og tað kennist vera vandamikið.
Arnbjørn, Levi, Hans Pauli og Leif eru altíð vandamiklir í snarálopum!
70 min.
0-1
Eftir langt innkast var um reppið, at B68 javnaði, men Marni Djurhuus ofraði seg fullkomuliga og bjargaði á strikuni!
Í næsta álopi var um reppið, at Arnbjørn T. Hansen var leysur, men Hans Jørgensen var vakin. Sera stórt undirhald á Svangaskarði!
65 min.
0-1
B68 hevur størri tyngd í álopspartinum, og tað er ógvuliga spennamndi og intenst.
Sorin Anghel hjá EB/Streymi tykist darvaður av skaða.
Leif Niclasen kemur á vøllin í staðin fyri Sorin Anghel, og hjá B68 er Remi Langgaard komin á vøllin í staðin fyri Bjarka Johannesen.
60 min.
0-1
B68 hevur verið bragdliga síðstu løtuna, og eftir hornasparksstøður hava toftamenn fleiri ferðir veirð í spentum støðum frammanfyrui málið hjá EB/Streymi.
55 min.
0-1
Gestirnir eru leikliga omaná, men enn hevur tað ikki eydnast at økja um leiðsluna. Camara og Christian Høgni Jacobsen lúra eftir útjavnandi málinum, og onkra ferðina er tað tætt við, tí B68 álopsspælararnir eru skjótari enn verjuspælararnir hjá EB/Streymi.
MÁÁL
50 min.
0-1: Pætur Dam Jacobsen 47.
EB/Streymur hevur lagt seg á odda á Svangaskarði. Beinanvegin eftir steðgin sendi Pætur Dam Jacobsen bóltin í málið við høvdinum eftir hornasparksinnlegg. B68 verjan sá ikki gott út í hesi støðuni!
Í fyrsta álopinum eftir leiðslumálið var um reppið, at B68 svaraði aftur, tá ið Christian Høgni Jacobsen streyk ígjøgnum og sendi flatt framvið stólpanum.
Hálvleikur!
45 min.
0-0
40 min.
0-0
EB/Streymur hevur sett B68 undir stórt trýst, men toftamenn ofra seg fullkomuliga í verjupartinum
30 min.
0-0
B68 hongur væl í, og Camara hevur verið væl við.
Størsta møguleikan hjá EB/Streymi hevur Pætur Dam Jacobsen havt, men bólturin varð blokeraður til horna.
25 min.
0-0
Gongdin er tann sama. Kanska hevur B68 havt bóltin meiri síðstu løtuna, og samanspælið hevur hingið betri saman hjá toftamonnum nú, enn tað gjørdi fyrstu løtuna.
20 min.
0-0
EB/Streymur er nú greitt omaná. Toppliðið hevur spælt seg til upplagdar málmøguleikar, men tað hevur ikki eydnast at fáa mál, ikki minst tí Hans Jørgensen í B68 málinum aftur í dag hevur staðið seg so væl.
B68 dúvar upp á langar
sendingar fram til Camara, og onkra ferðina hevur tað næstan verið tætt við!
15 min.
0-0
Tað er stórur intensitetur á Svangaskarði, har B68 hevur vitjan av EB/Streymj. Heimaliðið stríðist fyri at varðveita rættin at spæla í bestu deildini, og gestirnir stríðast fyri at vinna FM heitið. Fyrsta korterið hevur gingið rættuliga javnt á, hóast EB/Streymur hevur havt bóltin meiri.
B68-EB/Streymur
B68: Hans Jørgensen Dánjal Pauli Højgaard, Ndende Adama Gueyé, Oddur Højgaard, Einar T. Hansen Jónleif Højgaard, André Olsen, Jóhan Dávur Højgaard, Bjarki Johannesen, Christian Høgni Jacobsen Ibrahima Camara
EB/Streymur: René Torgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jonhard Frederiksberg - Levi
Hanssen, Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen , Hans Pauli Samuelsen Sorin Anghel, Arnbjørn T. Hansen
---
Liðugt!
MÁÁÁL1-4: Ari Ó. Ellingsgaard 89.
MÁÁÁL75 min.
1-3: Bartal Eliasen
Miðverjin hevur økt um leiðsluna, og harvið tykist tað vera greitt, at FM spenningurin verður varðveittur inntil næsta leygardag, tá ið 27. og síðsta umfar verður.
MÁÁÁL
60 min.
1-2: Jan Ó. Ellingsgaard
So hevur ÍF svarað aftur. Eftir innlegg úr høgru hevur vongverjin í vinstru, Jan Ó. Ellingsgaard, sett bóltin í heimamálið. Tað er lívligt og sera spennandi í Vági.
MÁÁÁL50 min.
1-1: John Tordar Poulsen 49.
ÍF er við at spæla sær FM møguleikan av hoindum longu í dag. John Toirdar Poulsen hevur javnað fyri FC Suðuroy.
Hálvleikur
45 min.
0-1
40 min.
0-1
Spælið hevur javnað seg út aftur, eftir at FC Suðuroy í eina løtu hevði yvirtakið aftaná at ÍF hevði skorað.
20 min
0-1
Eftir at gestirnir løgdu seg á odda, hevur FC Suðuroy rættuliga ment seg og pressað ÍF longri aftur á vøllin.
MÁÁÁL
5 min.
0-1: Clayton Soares
Fuglfirðingar hava lagt bragdliga fyri, og toppskjúttin í EFFO deildini Clayton Soares hevur skorað eftir at Nenad Saric hevði lagt innfyri úr vinstru.
FC Suðuroy-ÍF
---
Liðugt
MÁÁÁL
4-3: Kaj Leo í Bartalsstovu
Víkingur hevur vunnið á KÍ, og Kaj Leo í Bartalsstovu er dagsins maður. Hann skoraði øll fýra Víkinga málini. Tað síðsta fimm minuttir undan leikloki.
Víkingur hevur bronsuplássið, og KÍ er á fimta plássið.
MÁÁÁL
75 min.
3-3: Kaj Leo í Bartalsstovu br
Jógvan Isaksen í KÍ miðverjuni varð vístur av vølli eftir brotssparksdóm. Kaj Leo í Bartalsstovu umsetti úr ellivu metrum og skoraði harvið fyri triðju ferð í dag, og nú er KÍ undirmannað.
MÁÁÁL55 min.
2-3: Andy A. Olsen
Tað gongur við fullari ferð hjá KÍ. Eftir innlegg úr høgru hevur Andy Olsen lagt KÍ á odda í Sarpugerði!
MÁÁÁL
2-2: Páll A. Klettskarð
Klaksvíkingar eru hamskiftir eftir steðgin.
MÁÁÁL
50 min.
2-1: Andy Olsen 46.
Klaksvíkingar hava beinanvegin eftir steðgin minkað um munin. Eftir innlegg úr høgru var Andy Olsen púra blankur, tá ið hann setti bóltin í málið.
Hálvleikur
2-0
MÁÁÁL45 min.
2-0: Kaj Leo í Bartalsstovu
Enn eina ferð hevur Kaj Leo skorað úr sera stórari fjarstøðu, og enn eina ferð sá tað út sum um, at málverjin ikki var heilt so væl fyri, sum tað ivalesyt kann roknast við.
40 min.
1-0
Heimaliðið er leikliga greitt omaná, meðan KÍ ikki er so nærlagt, sum tað kundi roknast við, tá ið tað er rætturin at spæla í Europa næsta ár, sum er upp á spæl.
MÁÁÁL
20 min.
1-0: Kaj Leo í Bartalsstovu
Tað hevur gingið javnt fyri seg higartil, men heimaliðíð er á odda. Kaj Leo í Bartalsstovu royndi seg úr stórari fjastøðu, og støðan kendist ikki vandamikil. Men Andras Gango heikkiksaði, tá ið hann slerdi bóltin upp í nettakið.
Víkingur-KÍ
---
Liðugt
MÁÁÁL
3-1: Milan Kuljic
Innskifti Milan Kuljic minkaði um munin stutt eftir at hann eitt korter undan leikloki varð skiftur inn.
Sigurin ber við sær, at HB nú er á Europa Cup plássi.
75 min.
3-0
TB er undirmannað, tí Gunleif Olsen hjá TB varð vístur av vølli eftir hevnisøku. Bæði liðini hava sættað seg við støðuna, sum hon er.
50 min.
MÁÁÁL
3-0: Christian R. Mouritsen
HB hevur enn eina ferð økt um leiðsluna. Enn eina ferð var tað Símun Samuelsen, sum legði upp, og enn eina ferð var tað Christan R. Mouritsen, sum skoraði - hesa ferð við høvdinum.
Hálvleikur
45 min.
MÁÁÁL
2-0: Christian R. Mouritsen
Eftir stikkbólt frá væl upplagda Símuni Samuelsen hevur Christian R. Mouritsen økt um leiðsluna. Nú er HB á altjóða plássi!
35 min
MÁÁÁL
1-0: Símun Samuelsen
HB hevur rættuliga sett seg á spælið ímóti TB, og nú hevur tað eydnast at skora. Eftir innlegg úr høgru skoraði Símun Samuelsen sera vakurt mál.
HB hevur havt fleiri stórar møguleikar, meðan TB ikki hevur havt nakað serligt at bjóða uppá.
20 min.
0-0
Merkisvert er tað, at Teitur Matras Gestsson aftur er millum HB stólparnar, eftir at Símun Rógvi Hansen tvær tær seinastu ferðirnar hevur verið í HB málinum.
HB-TB
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos -Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen, Símun E. Samuelsen, Rókur av Fløtum Jespersen, Kristin R. Mouritsen
TB: Ivan Stojkovic - Hanus Mortensen, Martin Tausen, Óli Johannesen, Gunnleif Olsen -
Dan Mortensen, ,Bárður Dimon, Nenad Stankovic, Heini Mortensen - Gilli Sørensen,
Dmitrije Jankovic
---
Liðugt!
90 min.
0-0
75 min.
0-0
NSÍ hevði takið fyrstu løtuna eftir steðgin, men so hevur B36 tikið yvir. Málini bíða framvegis!
Hálvleikur
0-0
Heimaliðið var leingi omaná, men fram ímóti steðginum menti B36 seg nakað.
30 min.
0-0
Kári Reynheim hevur í dag givið fleiri av teimum, sum annars hava sitið nógv á beinkinum, pláss millum teir fyrstu ellivu.
NSÍ hevur fyrstu løtuna verið leikliga omaná, og bæði Klæmint A. Olsen og Debes Danielsen, sum eru fremstu menninir, hava havt møguleikar, uttan at tað higartil hevur eydnast at skora. Merkisvert er eisini, at Pól Jóhannus Justinussen er fluttur fram á miðvøllin.
20 min.
0-0
NSÍ-B36
NSÍ: Kristian Joensen - Bjarki Danielsen, Monrad Holm Jacobsen, Pál Mohr Joensen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Fredseriksberg - Debes Danielsen, Klæmint.A. Olsen
---
Næstsíðsta umfar í EFFO deildini er á skránni seinnapartin. Fyrsta bríksl í øllum fimm dystunum var klokkan 16. Líkindini at spæla fótbólt eru góð kring alt landið.