fóru niðan í hagan at leita eftir lesull. Hann vónar lesullin onkursvegna kann fáa eitt virði aftur, ella at vit í minsta lagi síggja virðið í at hjálpa heiðafuglinum, so hann ikki verður fløktur í leysari [...] men vaksandi trupulleiki fyri heiðafugl er, at teir ganga í leysa seyðaull, sum sløðist á traðum og í høgunum. Trupulleikin er, at fuglarnir koma í neyð av hesum, tí hon verður fløkt um beinini, og sambært [...] lesull er, at ull sløðist í náttúruni, sum annars er púra natúrligt. Men talan er um ein vaksandi trupulleika, og í hesum sambandi vísir Sjúrður Hammer á ein keðiligan tendens í Føroyum, tá tað kemur til
tóku lut í stóru sorgini. Minningargudstænasta var í Sandvíkar kirkju 1. mars í 1959 fyri Richardi Jacobsen. Almenna syrgihátíðarhaldið, sum var eitt slag av eini jarðarferð uttan kistur, var í Holmens [...] Guðsjónsson, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Grønlandi. Hann var føddur í 1943. Hin var Richard Jacobsen úr Sandvík, sum var annar stýrmaður. Richard var føddur 7. februar í 1928. Var giftur við Emmy, eisini ættað [...] gomul, tá ið hon misti mannin og í 1963 varð hon gift upp aftur við Harry Johansen í Havn. Hans Hedtoft, sum var 87 metrar til longdar, var útgjørt serliga til sigling í grønlendskum farvatni og var á tremur
og allir formalitetir eru í lagi, kann skipið fara avstað aftur, upplýsir Halgir D. Olesen á Faroe Ship. Marshal Krylov hevur ligið í føroyskum havnum síðani í oktober mánaði í fjør, tá eitt danskt bun [...] teirra væntaði at verða verandi umborð í allar ævir. Loysn í eygsjón Eftir at halda varð lagt á skipið, fór manningin til hús aftur, og nýggj manning kom umborð í november at ansa eftir skipinum. Ta fyrstu [...] her, eru tvey týðandi viðurskifti broytt: Í fyrsta lagi er trolarin seldur til eitt annað reiðarí við heitinum »Latvia« og sum eisini er heimahoyrandi í Ruslandi. Í øðrum lagi – og tað er helst tann mest
har norðuri í Pakistan verið lív lagað á vetrartíð, vildi tjaldið verið líka neyðugt sum matur og vatn. Væl ílætin í ullintum klæðum ber til í kavaroksbarda hálendinum at lívbjarga sær í tjaldi, sum [...] allar síður, tað man í longdini vera rætta leiðin at ganga. Hóast átrúnaður í menningarsamstarvi hvørki skuldi gjørt til ella frá, so kann tað væl ikki vera til nakran bága, at tey í Peru halla til kristna [...] at gerast alt ov sjálvgglaðir og heldur enn ikki háfloygdir. Við ynski um frið í komandi ári, hetta her á landi, í Peru og í øllum heiminum fara eg við hesum at ynskja øllum ein gleðilig jól og eitt hj
framsýning í hesum høpi. Har vóru røður fluttar fram, men hugur mín og allir tankar fóru á flog og í allar ættir ????????? ????????.. Eg hoyrdi Hugin og Duritu fyri mær. Tey hjá inni Pól Martini í grannahúsinum [...] eydna. Hetta er ikki sum við Kay í Snjódrotningini hjá H.C.Andersen, ið fær trøllasplintur í eyga, so at alt gerst kalt, ljótt og ræðuligt. Hugin fær eitt slíkt huldusplintur í eyga og sál, ið fær bygdina, [...] føroyskur høvundur. Eg vaks til í eini tíð, har vandin fyri atomkríggi var alnærverandi, eg kendi geislavirkið í hvørjari kyknu sum barn, har eg mangan sat og sá út í regnfullar dagar, gjógnum vindeyga
greiðir hon frá. Tær báðar svóvu í einar tveir tímar. Tað undrar Jakobu, tí lítla plagdi ongantíð at sova nógv meira enn hálvan tíma í senn um dagin. Hon ivast tó í, um Paulina skilti tað, sum fór fram [...] tannlæknan í Klaksvík, og Jakoba sá sær eitt gott høvi til at fáa tær seinastu jólagávurnar frá hondini. Men tær komu ikki av oynni, tí eitt óløgi var líka við at taka bilin, sum tær sótu í á sjógv. Tær [...] Tær vórðu avheintaðar í bili, tí tað regnaði so øgiliga illa. Tveir mans sótu í bilinum, Regin og Heini, og síðani gekk leiðin móti Eiðinum, har Másin skuldi leggja at. Øgiliga uppgangur var, og Jakoba
Frá KÍ á 2. plássi og aftur til TB á 8. plássi eru seks stig, og við 2-0 sigrinum í Sørvági í gjár lyftu meistararnir í EB/Streymi seg fram á fimta plássið, og nú er EB/Streymur bara trý stig frá silv [...] er eftir at svara aftur í, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við, at tað eydnaðist. Vit fluttu alt fólkið fram, og eftir deyðbóltsstøðu setti Kristoffur Jakobsen bóltin í málið, og tað kendist sum [...] miðvallarin Høgni Madsen, sum skoraði sigursmálið. Í gjár vann EB/Streymur 2-0 í Sørvági. Triði sigurin á rað ber við sær, at meistarnir eru við í kappingini um heiðursmerkini. 07Vestur gjørdi sjálvmál
á bryggjuni í sólarrisinum er ein sagablot. Í »Olsen-Bandens allersidste stik« situr Kjeld í koyristóli og er endaður á røktarheimi, eftir at Yvonna er deyð. Lítli Børge er eisini við í líki Jes Holsøes [...] Herfyri fekk Nordisk Film fimm milliónir í stuðli. Tí fara Ove Sprogøe, Morten Grundwald og Poul Bundgaard aftur í holtur við allar síðsta og endaliga filmin í røðini um Olsen-Banden. Filmurin hevur lopngu [...] bilin Chevrolettin frá 1957, so í nýggja filminum koyrir hann »svart« sum avloysari á taksastøðini »Valby-vognen«. Egon er av tilvild sloppin út eftir at hava dvælst í 18 ár á ymsum anstaltum, men tíverri
so sat eg í einari íbúð á Frederiksberg mutters aleina og við ongari telefon. Tað var ein løgin kensla, tí eg kundi ikki koma í samband við nakran, og eingin visti, um eg var livandi ella deyð. Tíbetur [...] um oyruni og goymdi meg í henni so væl sum tað, eftir umstøðunum, bar til. Líka visti eg, at tað var tað kulasta, eg kundi gera og rættiliga ”uppi í tíðini”, umframt at vera í húgvu langt niður um oyruni [...] telefon var útseld, segði hann aftur inn í hettumyrkrið. Eg vildi bara sleppa út hiðani, so eg legði alt í hansara hendur og bað hann vælsignaðan um at finna mær ta næstu í røðini. Hann skuldi bara velja fyri
annars búði í Streymnesi, var á vitjan. Meg minnist, at tær, Poula, Ingibjørg og mamma sótu í stovuni, og vit sótu nøkur í køkinum og prátaðu, tá Dánial so spakuliga bankaði uppá. Vit, sum í køkinum vóru [...] Abraham á bakka í Oyndarfirði og Óla á Bakkanum í Fuglafirði. Eg var nokk ikki meir enn eini 5 ár, tá Abraham abbi doyði, og 15, tá Óli á Bakkanum doyði. Einastu ferð, eg minnist Abraham abba í Fuglafirði, [...] Dánial, føddur í Fuglafirði 18. januar 1916 og deyður 10. decembur 2002.Ingibjørg, fødd á Slættanesi 26. juni 1926, deyð 8 decembur 2004 Hóast er kenni meg lítlan at skriva minningarorð um verforeldur