Loysti seg at geva tol

Russiski trolarin »Marshal Krylov« hevur ligið svínabundin inni á Hulki í samfullar seks mánaðir. Nú er umsíðir líkt til at hann aftur kann loysa bæði endar og hafti, og leggja til brots aftur, hesaferð hjá nýggjum russiskum reiðaríi

Á Hulki: - Nú skal verða gott at sleppa heim aftur til Ruslands!

Soleiðis segði skiparin umborð á russiska trolaranum, tá Sosialurin vitjaði umborð fyri 14 døgum síðani.

Tann mánadagin var hetta við heimferðini bert at meta sum ein dreymur, sum neyvan fór at gerast veruleiki ta fyrstu tíðina. Men nú er altso vend komin í.

Í hesum døgum eru menn komnir higar úr Ruslandi, og ætla nú at sigla skipið heimaftur. Og gongst sum ætlað kann hetta henda longu hesa vikuna.

- So skjótt sum advokaturin hevur leysgivið skipið, og allir formalitetir eru í lagi, kann skipið fara avstað aftur, upplýsir Halgir D. Olesen á Faroe Ship.

Marshal Krylov hevur ligið í føroyskum havnum síðani í oktober mánaði í fjør, tá eitt danskt bunkringsfelag kravdi, at hald varð lagt á skipið.


Vilja fiska!

Umborð á skipinum var um hetta mundið full manning, men síðani skipið varð lagt, hevur talið verið munandi minni.

Teir 11 menninir umborð hava starvast sum vaktarfólk á skipi teirra, og hava annars tikið sær tí, sum hoyrdi til hetta starvið.

Ein stutt vitjan umborð av Sosialinum prógvaði til fulnar, at hetta var ikki júst tað sum teir brendu mest fyri.

Teir søgdu ikki nógv hvør við annan. Sigarettir vórðu royktar í hópatali, og hóast kunnleikan til heimsmálið enskt ikki var so stórur, skiltist at hetta ikki júst var nøkur ynskistøða sum teir soleiðis vóru komnir í.

- Vit eru sjómenn, veist tú. Mínir menn og eg, - vit vilja arbeiða. Fiska!, segði skiparin stutt, men kortini við greiðari ábending um, at teimum longdist eftir at sleppa til havs aftur – ella heim til síni kæru.


Einki lív

Við havnalagið á Hulki liggur skipið bundið væl og virðiliga. Grái himmalin er eisini eitt tekin um, at umstøðurnar hjá monnunum og framtíð tess vóru óviss.

Menn eru kortini fryntligir, tá Snoddi steðgar við landgangin og umboðini fyri tíðindatænastuna koma umborð fyri at spyrja eftir »captain«.

Inni í skiparakamarinum bjóðaði skiparin okkum vitjandi ein kaffimunn og víndrúur, sum onkur hevði verið so beinasamur at lata teimum umborð.

Á borðinum stóð ein fartelda og í eini hill eitt sjónvarp, haðani russiskur MTV-tónleikur fylti oyru og kanska mest stór sjómanseygu.

- Nei, at liggja her við bryggju, tað er einki lív, sló hann fast.

Júst tá tóktist støðan at vera rættiliga fastløst, hóast eingin teirra væntaði at verða verandi umborð í allar ævir.


Loysn í eygsjón

Eftir at halda varð lagt á skipið, fór manningin til hús aftur, og nýggj manning kom umborð í november at ansa eftir skipinum.

Ta fyrstu tíðina lá skipið við bryggju á Sundi. Her lá tað tann fyrsta mánaðin, men menn mettu kortini at her fór ikki at verða nóg trygt at liggja á vetrartíð, millum annað orsakað av nógvum súgi.

Avgjørt varð tí at finna eina meiri hóskandi havn. Henda varð havnin á Hulki við Strendur, og her hevur Krylov ligið síðani.

Hesa tíðina, skipið hevur ligið her, eru tvey týðandi viðurskifti broytt: Í fyrsta lagi er trolarin seldur til eitt annað reiðarí við heitinum »Latvia« og sum eisini er heimahoyrandi í Ruslandi.

Í øðrum lagi – og tað er helst tann mest týðandi orsøkin – hava samráðingar verið hesa tíðina millum reiðarí’ið og umboðsfólk fyri danska bunkringsfelagið.

Nú er umsíðir líkt til, at ein loysn er farin at hómast í havsbrúnni.

Leygardagin komu átta mans úr Ruslandi at rigga til heimferðina. Og sum skilst koma átta aftrat í dag.


Hjarta fyri russum

Eitt er at halda vakt umborð á slíkum stórum trolara. Annað er so gerandisdagurin umborð.

Hóast teir 11 russararnir ikki hava verið til fiskiskap, hava teir kortini ikki gingið svangir. Proviantur og annað er regluliga latið teimum umborð.

Hesum arbeiðinum hava fólk frá Faroe Ship staðið fyri, men eisini einstaklingar og onnur hava havt eitt eyka hjarta fyri hesum russisku sjómonnunum.

Umframt fólk við Skálafjørðin hevur argjamaðurin Leif Erik Niclasen gjørt sítt til, at hesir sjómenninir kundu fáa okkurt gott at eta gjøgnum vikuna – og at teir tí kundi bjóða umboðunum fyri tíðindatænastuna gott pulvurkaffi og víndrúur.

Líkt er ikki til at teir hava ligið nakra deyð umborð.


Sjáldsamt upplivilsi

Manningin hevur tykist við ymiskt umborð og í landi. Teir hava gingið túrar og fyri viku síðani vórðu tveir teirra avmyndaðir á súkklum sínum inni á Skála.

Men tað var kortini týðiligt at teimum longdist eftir at sleppa heimaftur til síni kæru.

- Fimm mánaðir umborð er alt ov long tíð, segði skiparin. – Hygg bara eftir, hvussu langt hárið hjá mær er blivið hesa tíðina!

Gongst sum ætlað sleppa teir heimaftur hesa vikuna. Teir hava í øllum førum eina einstaka uppliving heim aftur við sær, sum fáum er »unt«:

Teir vita alt um, hvussu tað er at liggja svínabundin við føroyska bryggju í seks mánaðir!




FAKTA

Krylov herovasti

Nikolai Ivanovich Krylov (29. apríl 1903 – 9. februar 1972) var herovasti í russiska herinum. Hann stóð á odda fyri strategisku rakettætlanini frá 1968, tá russar hertóku Tjekkoslovakien.

Hann var ein av teimum fáu monnunum í strategisku rakettætlanini, sum ikki óttaðist fyri at fjarstýrdir ballistiskir missilar úr øðrum heimspørtum kundu skaða Sovjetsamveldið.




7 av 11 ukrainum eftir

Umframt teir 11 menninar á Marshal Krylov, eru í løtuni eisini sjey sjómenn úr Ukraine umborð. Allir hesir eru – í orðsins sanna týdningi – í sama báti:

- Russararnir eru her, tí hald er lagt á skipið.

- Ukrainarnar eru her, tí teir valdu at fara í land orsakað av onkrari ósemju umborð.

Teir vóru upprunaliga 11, men fýra teirra fóru aftur til heimland sítt fyri tveimum vikum síðani. Og nú røkist fyri, at hinir sjey eisini sleppa somu leið. Sum skilst høvdu hesir seinastu sjey fingið sama tilboðið tá, men teir noktaðu at fara heimaftur, fyrrenn teir høvdu fingið hýruna útgoldna.

Ein loysn á hesum máli er eisini í ljósmála. Og gongst sum ætlað fara teir heimaftur, kanska longu í hesi vikuni.