Um neyðhjálp og menningarhjálp

Heini Olsen


Nú vóru bara menn í sjónvarpstjakinum hetta týskvøldið um neyðhjálp og menn­ing­arhjálp; men tað var kortini sera áhugavert at síggja teir luttakandi og hoyra, hvat teir søgdu um hesi fyri fram­tíð mannaættarinnar so týdningarmiklu mál.
Somuleiðis kundi eg hugs­að mær tað verið huga­ligt hjá teim­um at vita, hvat áskoð­arin og lurtarin heldur um sendingina og tað, umrøtt var.
Av ti, at menn, hóst hvør úr sínum flokki, vóru so sjáldsama samdir, varð send­ingin í sjálvum sær eitt lívsjáttandi fyribrygdi, nú tað stundar móti nýggjum ári og ljósari døgum.
Sum í flestu húskjum hava vit innanhysis og sam­an við øðrum mangan tos­að um hjálpartiltøk sum heild og um, hvat frægast man vera at gera.
Samd hava vit verið um, at reiður peningur ikki bein­leiðis kann lat­ast stjórnini í rakta land­in­um; men einans gjøg­num viðurkendar hjálp­arfelagsskapir, og/ella teim­um, sum sjálvi fylgja við neyðsynjarvørum ella -peningi, og sum ansa eft­ir, at alt kemur á rætta pláss­ið.
Um átrúnaðin er at siga, at hjálp til neyðstødd tíbetur er ein av grundarsteinunum undir flest øllum religi­ón­um, og tað, vit eftir 18 árstølum kenna til mus­lim­ar, eru hesir ikki ólíkir okkum føroyingum, hvat næstrahjálpini viðvíkur; men hvørt hetta fyri báð­ar partar deils snýr seg um sam­vitsku­bót og deils um fræg­ari sess í para­dísi, dugi eg ikki at siga - vón­andi mest av med­menniskjansligari samkenslu. Í hvussu er skúgvaðu muslimar seg kanska ikki so ofta undan biddarahondum, sum vit kristnu høvdu lyndi til, hetta tó helst av tí, at upp­gávan tóktist okkum so vón­leys.
Neyðhjálp
Hetta kann kanska ljóða eitt sindur rasistisk; men tað gerst so ikki við, tí mun­ur er á at lata hjálp til lond, har fólkið er so fátækt, at tað noyðist stjala tað, sum hendur fæst á, og so t.d. beinleiðis at rætta myndugleikunum í Ís­landi eina kontanta hjálp­andi hond undir gos­fjalla­vanlukku ella skalvalopi; men tað skerst ikki burtur, at jú fjarari landið liggur, jú meira illgrunasom gerast vit fyri mutri - hetta tíverri ofta av røttum. Okkum nýt­ist ikki fara longur enn niður í ES.
Heitið neyðhjálp átti kanska heldur at veri nevnd vanlukkuhjálp ella okkurt tílíkt, sum bendir á, at her má berast skjótt at, um tað skal muna.
Frá tveimum árum í tjaldi kann eg viðmerkja, at skuldi jarðskjálvtarakta fólkinum har norðuri í Paki­stan verið lív lagað á vetrar­tíð, vildi tjaldið verið líka neyðugt sum mat­ur og vatn. Væl ílætin í ullint­um klæð­um ber til í kavaroksbarda hálendinum at lívbjarga sær í tjaldi, sum gerst fjálgari, tá kavin tyrvur; men hálv­nakin á berajóli er bert at bíða eftir skjótum deyða. Nú er kuldin komin og sam­bært útvarpinum flestu teirra ætlandi longu deyð, sum av hesi orsøk doyggja skulu - hjálpin er komin ov seint; men har er tó nógv eftir at nýta peningin til.
Menningarhjálp
Somuleiðis eigur menn­ing­arhjálp so avgjørt held­ur at nevnast menn­ing­arsamstarv, hetta av fleiri or­søkum.
Fyri tað fyrsta vil heitið, menningarsamstarv, ikki ljóða so álmussukent sum -hjálp, og fyri tað næsta verður, sum flest­øll­um kunnugt, minni part­urin av játtaðu menn­ingar­upp­hæddunum við vinn­ingi fyri eyga, eitt nú frá ST, ES ella DANIDA bein­leið­is brúktur í sjálvum mót­takaralandinum. Restin fer til umsiting og rakstur av ymiskum slag, kalla tað hvat tú vilt; men soleiðis er.
Fyri tað triðja verður vón­andi vinningur fyri báð­ar partar í einum sam­starvi. Fyri tað fjórða er tann møguleiki, at annað framkomið land eisini kann sleppa upp í part, eitt nú brøðra­landið fyri vest­an, Ísland, hvørs størsta tjóð­arinntøka sigst stava frá vit­an á so mongum økj­um.
Tað vit hava sæð, hev­ur norrønt samstarv í menn­ingarlondum frá almennari síðu verið heilt út av lagi vánaligt. T. d. vóru øll tey norrønu londini í 1990-unum til staðar á Zanzibar, og kundu tey kanska veitt fleiri ferðir so stóra hjálp burtur úr peninginum, um tey samstarvaðust, so her hava vit av sonn­um møgu­leika í breiðum samstarvi at ganga undan og gera vart við okkum, nú talan er um javnbjóðis rættindi í norðurlanda høpi.
At vit, slakar fimmti­tús­und sálir, sum sjálvar enn ganga undir at liva av lutvísari álmussu, skulu ditta okkum at síggja burtur frá føroyskum vinningi í menningarsamstarvi, ljóð­ar ikki rætt, tí hava vit ikki alla tíðina tað fyri eyga, hvat vit sjálvi skulu liva av, so kunnu vit heldur ikki hjálpa øðrum.
Nei, eitt tætt menningar­samstarv við tí fyri øll opna stavnhaldi at menna vinning til báðar ella allar síður, tað man í longdini vera rætta leiðin at ganga.
Hóast átrúnaður í menn­ing­arsamstarvi hvørki skuldi gjørt til ella frá, so kann tað væl ikki vera til nakran bága, at tey í Peru halla til kristna part­in - eg haldi ikki hasin spurn­ingurin eigur at vera nevndur í tjakinum um menn­ingarhjálp ella -samstarv. Ein verkætlan sum henda er nóg torfør, sum er og krevur heilt serstakt snildi, um nakað skal spyrjast burtur úr.
Sera óheppi dømi er um politiskan kleyvarskap á hesum vinnuliga øki; men lat ta søguna fara til eina aðru ferð.
Men sum eg byrjaði við, so hevði ein praktisk kvinnurødd í fleiri førum undir góða tjakinum hetta týskvøldið ivaleyst gjørt jarðbundnan mun, tá menn, sum okkum vant, høvdu lyndi at gerast alt ov sjálvgglaðir og heldur enn ikki háfloygdir.
Við ynski um frið í kom­andi ári, hetta her á landi, í Peru og í øllum heiminum fara eg við hesum at ynskja øllum ein gleðilig jól og eitt hjálparviljað og mennandi nýggjár.