Svínoy:
Seinasta hósdag skuldu Jakoba Bech og tvey ára gamla dótturin, Paulina, við Másanum. Dótturin skuldi til tannlæknan í Klaksvík, og Jakoba sá sær eitt gott høvi til at fáa tær seinastu jólagávurnar frá hondini. Men tær komu ikki av oynni, tí eitt óløgi var líka við at taka bilin, sum tær sótu í á sjógv.
Tær vórðu avheintaðar í bili, tí tað regnaði so øgiliga illa. Tveir mans sótu í bilinum, Regin og Heini, og síðani gekk leiðin móti Eiðinum, har Másin skuldi leggja at.
Øgiliga uppgangur var, og Jakoba sigur, at veðrið var ikki gott tann dagin. Men hon er úr Porkeri og hevur búð í Svínoy í trý ár, so ferðirnar við Másanum og við Smyrli um Suðuroyarfjørð hava gjørt, at hon er púra von við at sigla og ikki ræðist illveður sum so.
Tey koyrdu oman á sjálva kaiina á Eiðinum, og Regin lat bilin standa í tómgongd, meðan hann leyp út at taka móti endanum. Hann festi endan. Jakoba sigur, at tað breyt illa upp á kaiina. Másin lá og livdi aftur og fram og kom ongantíð rættiliga ímóti kaiini.
? Tað breyt rættiliga illa, men tað var mest sovorðið skúm, so tað bilti ikki, greiðir Jakoba frá.
Hvirla tók bilin
Regin fór síðani fram um bilin og yvir móti hurðini hjá Jakobu. Hon gjørdi seg til at rætta Regini Paulinu, og so skuldi hon sjálv fara úr bilinum. Í somu løtu Regin letur hurðina upp, kemur ein hvirla. Jakoba settist aftur og segði, at hon tordi ikki at geva honum gentuna. Hann fekk við neyð og deyð latið hurðina aftur, og tá breyt av álvara upp um. Regin slapp ikki fram um aftur bilin aftaná, tí óløgið hevði flutt hann heilt oman móti kaiendanum.
? Vit sóu bara sjógv, og eg var so ræðuliga bangin, greiðir Jakoba við skelvandi rødd frá. Hon er als ikki komin yvir skelkin, og tað hoyrist sera væl á henni, meðan hon greiðir frá í telefonini.
Regin fekk tó bart seg aftur um bilin og yvir aftur til førarahurðina. Skræddi hana upp, setti seg í bilin og bakkaði við nógvari ferð niðan av aftur kaiini og burtur úr vandastøðuni.
Illa fyri
Jakoba sigur, at hon reageraði ikki, fyrr enn tey vóru komin niðan av kaiini aftur. Tá gekk tað upp fyri henni, hvussu nær hon og dótturin vóru við at enda á blámanum í øllum uppganginum á Eiðinum hendan dagin.
? Vit fóru beint heimaftur. Eg fekk boðað tannlæknanum frá, at vit ikki komu, men stórt annað gjørdi eg ikki. Eg var so illa fyri, at eg fór beint í song við Paulinu, greiðir hon frá.
Tær báðar svóvu í einar tveir tímar. Tað undrar Jakobu, tí lítla plagdi ongantíð at sova nógv meira enn hálvan tíma í senn um dagin. Hon ivast tó í, um Paulina skilti tað, sum fór fram.
Tankarnir hjá Jakobu blivu við at snúgva seg um tilburðin á Eiðinum. Hon tykist at vera púra greið yvir, hvussu heppin tey vóru at sleppa so væl frá tí. Hon greiðir frá, at við kaiendan vóru einaferð træplankar, sum virkaðu sum stopparar, men teir eru langt síðani burtur. Men tíbetur eru eisini jarnrimar við kaiendan, og tankin um, hvat hevði kunnað hent, um teir ikki vóru, hevur spøkt í huganum hjá Jakobu líka síðani.
? Eg orki ikki at hugsa um tað, sigur Jakoba Bech og suffar við.
Másin sigldi av aftur Svínoy seinni tann dagin, men fyri Jakobu var ikki hugsingur um at fara við.
Vil hava tunnilin
Hon hevur ikki nakað boð uppá, hvat kundi verðið gjørt fyri at fyribyrgt tilburðinum hendan dagin.
? Einaferð varð skrivað um at leingja kaiina á Eiðinum, men vit tosaðu nevniliga um tað aftan á hendingina, hvussu so hevði verið hjá okkum, greiðir Jakoba frá.
Hon er sannførd um, at tað er ikki nøkur framtíðaríløga at gera nakað við kaiina á Eiðinum.
? Nei, gev okkum heldur tunnilin yvir í Havnini, so er tað bert talan um ein rullutúr upp á fimm minuttir, staðfestir hon.
Jakoba er ikki vorðin so bangin av hesum, at hon er farin at umhugsa at flyta av Svínoynni.
? Eina aðru ferð má man bara passa sær løgið betur, heldur hon fyri.
Hon er von við eitt sindur av hvørjum. Er fødd og uppvaksin í Porkeri, og hevur tískil ongantíð verið nakað serliga bangin fyri at sigla. Hon sigur, at hon hevur verið úti fyri nógvum, men tílíkt hevur hon ongantíð upplivað áður.
? Eg havi verið mangan buldruta túrin við Másanum, og tað ger, at tað at sigla um Dalsnes ikki er verri enn at sita í sínari egnu stovu og hyggja at Degi og Viku í dag, sigur Jakoba Bech og endurtekur, at hon aldrin áður hevur upplivað nakað so skelkandi.
Verður á oynni árið út
Meðan prátið gongur aftur og fram um tilburðin, og hvussu tað er at búgva á útoyggj, letur í Jakobu, at Másin júst er komin undan og siglir móti Eiðinum.
? Når man taler om solen, ha, sigur hon flennandi.
Jakoba skuldi fara til tannlæknan við dótrini aftur mikudagin í hesu vikuni, men ei heldur tann dagin var veðrið nóg gott.
? Nei, nei, eg havi gjørt av, at eg fari ikki av aftur oynni í ár. Dótturin hevur fingið eina nýggja tíð hjá tannlæknanum tann 13. januar, so tá vóni eg, at vit kunnu fara. Og tær seinastu jólagávurnar verða bara avgreiddar umvegis telefonina. Eg havi ringt og bílagt tær, og so koma tær út við Másanum, sigur Jakoba og leggur at enda afturat, at hon hevur bílagt nakrar útilyktir við blokkljósum til sín sjálvs. Hesar koma við Másanum, sum nú er komin heilt nær Eiðinum.
? Eg vóni, at tær eru heilar, tá eg fái tær, sigur Jakoba Bech í telefonini úr Svínoy.