Spenna bein fyri hvørjum øðrum

Næstu kappingarneytarnir hjá toppliðnum megnaðu heldur ikki hesa ferð fulla úrtøku, og harvið gongur tað øgiliga striltið at fáa spenning í um oddasessin

Tað er tøtt kapping um næst­fremsta plássið. Frá KÍ á 2. plássi og aftur til TB á 8. plássi eru seks stig, og við 2-0 sigr­inum í Sørvági í gjár lyftu meistarar­nir í EB/Streymi seg fram á fimta plássið, og nú er EB/Streymur bara trý stig frá silvurplássinum.
KÍ er næstfremst við 17 stig­um, og harvið er fjar­støðan fram til HB framvegis sjey stig. Fyri bara triðju ferð í ár misti HB stig, men tá ið kapp­ingarneytarnir ikki tóku av, so er tað framvegis bara spenningur um næst­fremsta plássið og ikki um odda­sessin.
– Nú hava vit tvær ferðir á rað og fimm ferðir í alt verið partur av javnleikum. Tað er ikki nóg gott, og nú er tað einki, sum eitur. Tað er neyðugt at vinna fulla úrtøku, tá ið NSÍ kemur norður, men tað verður ikki lætt, tí NSÍ vísti vit 3-0 sigri á Víkingi, sum vit fyri viku síðandi spældu javnt ímóti, at liðið er ordu­liga komið fyri seg, stað­festi KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Trongisvági, har tað end­aði 1-1 millum TB oig KÍ. Bæði málini vórðu skorað í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.
– Tað var tætt og spenn­andi og ivaleyst eisini undir­haldandi, men eg haldi ikki, at dysturin var væl spældur. Teir leggja seg framum við bein­leiðis frísparki, og tá ið so lítil tíð er eftir at svara aftur í, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við, at tað eydnaðist. Vit fluttu alt fólkið fram, og eftir deyð­bólts­støðu setti Kristoffur Jakobsen bóltin í málið, og tað kendist sum um, at vit høvdu vunnið eitt stig, og at teir høvdu tapt tvey stig, helt KÍ lið­for­maðurin Hjalgrím Elttør.
TB veteranurin Óli Johannesen var samdur við Hjalgrím Elttør í, at talan meiri hevði verið um undir­hald heldur enn væl spælda upp­gerð, og at tað var á góð­ari leið, at tað endaði javnt.
– Men vit eru ógvuliga vón­brotnir. Tá ið vit leggja okk­um framum í yvirtíðini, so kennist tað sera harmu­ligt, at vit ikki megna at halda tørn. Hetta var ikki fyrsta ferðin, at vit missa sig­ur­in á stokkinum, og tað kostar nógv, ásannaði Óli Johannesen:
– Vit eru nógv vónbrotnari nú, enn vit høvdu verið, um tað endaði 0-0. Nú eiga vit 07Vestur á heimavølli. Teir hølvaðu okkum av í Sørvági, so vit vita, hvat tað snýr seg um, tá ið teir koma suður. Um tað eydnast at vinna, so verður eitt glopp frá okkum og niður til teir. Um teir fara við øllum, so vera vit ikki so langt frá niðurflytingarplássi, so tað stendur nógv upp á spæl, sigur Óli Johannesen.

NSÍ gjørdi bart
Fyri fimtu ferð á rað fór Víkingur av vøllinum utt­an at hava vunnið. Hesa ferð var talan um 3-0 tap í Runa­vík. Heimaliðið legði seg fram­um beinanvegin, tá ið víkingarnir vóru so óhepnir at stýra hornasparksinnleggi frá Jann Martin Mortensen í egið mál.
Talan var fyri tað mesta um tætta uppgerð. Víkingur leið undir, at Hans Jørgen Djurhuus ikki var førur fyri at spæla, og at Jann Ingi Petersen bara var á vøll­inum síðsta stóra hálva tíman. Sum tíðin leið, noydd­ust víkingarnir at sleppa í verjupartinum, og so skoraði NSÍ tvær ferðir aftrat. Úrslitið bar við sær, at NSÍ lyfti seg fram á fjórða plássið, meðan Víkingur datt niður á sætta plássið – eitt stig aftan­fyri NSÍ.
– NSÍ bæði spældi og bardi okkum av. Kanska var tað eitt sindur betri fyrstu løtuna eftir steðgin, men tað er nógv, sum skal rættast, áðrenn vit næstu ferð fáa vitjan av B36. NSÍ vísti størri orku og yvirskot. Vit ætlaðu at reisa okkum eftir soltin úrslit, men tað var ikki heesa ferð, segði Atli Gregersen hjá Víkingi eftir dystarlok við Løkin.

Á veg fram
Fríggjakvøldið lyfti ÍF við 1-0 sigri á Argjum seg upp á bronsu­plássið, og úrslitini í gjár lagaðu seg soleiðis, at fugl­firðingar eru tættast KÍ.
– Vindurin darvaði, so talan var ikki um stórt fót­bólts­upplivilsi. Vit skoraðu upp á fríspark, og vit eru sera væl nøgdir við úrslitið og gongdina higartil, sigur ÍF mið­vallarin Høgni Madsen, sum skoraði sigursmálið.
Í gjár vann EB/Streymur 2-0 í Sørvági. Triði sigurin á rað ber við sær, at meistarnir eru við í kappingini um heiðurs­merkini. 07Vestur gjørdi sjálvmál dygst undan steðg­inum.
– Hatta var heppið mál, og hóast vit ikki spældu okkum til so nógvar málmøguleikar, so gekk tað, og nú gongur tað okkara veg. At Egil er komin í miðverjuna, og at Rógvi Egilsoft Nielsen er vongverji hev­ur styrkt okkum nógv, sigur EB/Streyma lið­for­mað­urin Hans Pauli Samuelsen.

Botnurin
AB og 07Vestur eru undir strikuni, og hjá 07Vestur verður talan um lyklauppgerð í Trongis­vági sunnudagin:
– Vit eru nøgdir við avrikið hesa ferð, men tað er ein trupulleiki, at vit ikki skora mál, og tað rakar meint, at vit gera sjálvmál. Tað er altíð týdningar­mikið at vinna, men ímóti TB verður tað ser­liga týdningarmikið, sigur 07Vestur málverjin Andras Gango.
Sorin Anghel hjá AB var vónbrotin eftir 1-0 tapið ímóti ÍF:
– Tað koppar ikki okkum til fyrimunar, men tað er ikki annað at gera enn at halda fram. Um tað eydnast at vinna eina ella tvær ferðir, so rokni eg við, at tað orduliga fer at broyta gongdina. Ungu menninir fáa royndir, og vit mugu arbeiða víðari við teimum. Tað er framtíð í hesum liðnum, eisini um vit flyta niður í heyst, segði Sorin Anghel eftir 1-0 tapið á Argjum ímóti ÍF.