Hugleiðingar:
“Oh, oh, ring ring, why don't you give me a call,
Ring ring, the happiest sound of them all”.
(ABBA 1973)
Mongum brestir ætlan og soleiðis var eisini hjá undirritaðu. Sukk!
Var av landinum í fjør og stóð ein dagin í Kastrup floghavn. Eg skuldi hava fatur á einari vinkonu og fór málbevíst yvir móti telefonklivunum, sum jú eru har til fólk sum meg. Fann skjótt útav at eingin telelefon virkaði. Lort!. Hvat var nú til ráða at taka? Hvat ger ein omma, tá á stendur? Fult av fólki var í komuhøllini, og eg sá ein so fryntligan ungan mann skamt ífrá. Hann gjørdi tað, sum flest øll ung gera: Tosaði í telefon. Eg fann mær eina tjúgukrónu, pikkaði hann á økslina og spurdi á mínum gøtudanska: Kan du ringe et nummer op på din far (sh) mobiltelefon? Hann var so sera fryntligur og játtaði beinanvegin. Hann ringdi og ringdi, men eingin vinkona svaraði. Eg takkaði honum, bjóðaði honum oyra aftur fyri ?, men hann segði, at tað var í lagi. Mær nýttist ikki at gjalda fyri ómakin. Fittur ungur fýrur.
Eg kundi jú ikki halda á við pikka fólk á økslina og tosa gøtudanskt, so eg mátti gera skarvin yvir og fara avstað.
Komin í íbúðina hjá dóttrini á Fredriksberg, helt eg væl standa til, tí nú var eingin vandi á ferð, og eg kundi ringja sum mær lysti, um tørvur var á tí. Her fór eg so skeiv so skeiv.
Hon hevði onga fasttelefon, tí sum hon segði:” Mamma, hvat skal eg við einari fasttelefon, tá eg havi fartelefon?”. Logiskt, ha? Og har stóð eg við øllum mínum prinsippum og kundi einki gera. Men so mintist eg til, at stutt frá íbúðini var ein telefonboks!! Aha! Nú skuldi eg vísa henni og øllum øðrum, at eg altíð fann uppá ráð. Eg var noydd at gera eitthvørt, tí dóttirin fór til Føroya dagin eftir! Við fartelefonini, sjálvandi. Um kvøldið sníkti eg meg oman á høvuðsvegin og gekk skjótt yvir til klivan – sum……als ikki var ein telefonklivi, men okkurt heilt annað. Og so sat eg í einari íbúð á Frederiksberg mutters aleina og við ongari telefon. Tað var ein løgin kensla, tí eg kundi ikki koma í samband við nakran, og eingin visti, um eg var livandi ella deyð. Tíbetur spældi hetta væl av. Eg eri sprelllivandi.
Soleiðis gekst hjá mær í Danmark. Har er næstan ómøguligt at ferðast, hevur tú ikki fartelefon. Tað má eg ásanna og geva skarvin yvir.
Komin aftur hendavegin fór eg ta tungu gongd inn til fartelefonveitara. Eg spolaði fleiri ferðir framvið dyrnar, men tók til endans dyk á meg og fór fram til diskin. Eg var so forfjónað millum øll hesi kekkaðu tólini og ikki minni kekkaðu fólkini, at eg koyrdi jakkahettuna upp á høvdið, heilt fram um oyruni og goymdi meg í henni so væl sum tað, eftir umstøðunum, bar til.
Líka visti eg, at tað var tað kulasta, eg kundi gera og rættiliga ”uppi í tíðini”, umframt at vera í húgvu langt niður um oyruni. Hon lá nú eftir heima henda lagnudag.
Fekk at enda teskað, at eg ynskti at keypa eina fartelefon. Ungi fryntligi seljarin var ”fyr og flamme”. Hann tosaði bæði um ”tríggjar vinir” og mangt annað, eg ikki hevði hóming av var til. Varð eitt sindur fortørnað, tí helt hann, at eg bert hevði trý vinfólk? Og hvussu tramin visti hann um hesi trý? So tollut var eg á telefonøkinum. Eg fekk sagt honum, at mín telefon EINKI skuldi annað enn brúkast at tosa í umframt at senda okkurt hissini sms. Seljarin hugdi forfardur inn í hettumyrkrið. Einki annað? Bara tosa og sms’a? Eg endurtók mítt ynski og bað hann finna eina slíka fram. Hetta var skjótt gjørt og glað var eg. Men gakk! Mín fittliga, einfalda telefon var útseld, segði hann aftur inn í hettumyrkrið. Eg vildi bara sleppa út hiðani, so eg legði alt í hansara hendur og bað hann vælsignaðan um at finna mær ta næstu í røðini. Hann skuldi bara velja fyri meg og avgreiða meg so skjótt sum til bar. Stakkals ungi maður, hann var heilt perpleks, men gjørdi sum eg bað. Vit skrivaðu tað, sum skrivast skuldi í samband við eitt tílíkt keyp, eg valdi mær eitt nummar og slepti mær á dyr aftur. Nú lá hon í lummanum, reyða, finska Nokia fartlelefonin hjá mær.
Nú havi eg fartelefon sum áður játtað. Eg hati hana av einum góðum hjarta, hon er altíð á „lydløs“, men ikki so galin, tá skjót boð skulu gevast. Eg havi ikki broytt hugburð, tá tað snýr seg um at svara telefonini, tá onkur prátar við meg, og eg toli ikki, at fólk tá tey vitja meg knappliga raðfesta telefonina framum við at seta seg at práta um líkt og ólíkt við munninum fullum av persillu ella senda og móttaka sms so roykur stendst av hesum. Tað er tað mest irriterandi haldi eg og ikki sørt niðurgerandi eisini.
Graham Bell, sum vaks upp í Edinburgh og sum piltur óivað hevur undrast stórliga á fantastiska Sir Walther Scott minnisvarðan mitt á Prince’s Street gjørdi eina geniala uppfinning um sama mundið sum abbi mín, Hans undir Kletti, hevur spælt sær í fjøruni úti á Reyni og kanska, næstan samstundis hevur staðið undrandi uppiyvir sólurinum úti á Tinganesi.
At uppfinna telefonina var genialt – eingin ivi er um tað. Men hóast tað verði eg aldri trælur at fartelefonini, tað kann eg siga við vissu, men tað kann væl henda, at eg í næstum gerist trælur av Skype!!! Tað er kul! Livst so spyrst.?