fjør í brævui til fjølmiðlarnar gjørdi greitt, at hesin dagur var altjóða handikappdagur samstundis sum fýlst varð á, at landsstýrið einki hevði gjørt fyri at markera henda dagin. Í brævi til løgtingið seinni [...] føroyskan sosialpolitikk vyirhøvur. Frágreiðing skuldi lýsa viðurskiftini hjá brekaðum, og hvussu vit bøta um tey. Nýggj forsorgarlóg skuldi samtykkjast eins og nýggj barnaforsorgarlóg. Skapast skuldu [...] hjá brekaðum skuldu takast upp. Hetta var ein partur av innihaldinum í tí væntaða orðaskiftinum. Nú vit eru komin inn í fjórðu viku av 1999, hevur enn einki orðaskifti um støðuna hjá samfelagsins veikasta
veruligt óheft oljudirektorat. Eisini eiga vit at hugsa um framtíðina, og hvussu starvsetanarpolitikkur skal vera í einari óheftari oljufyrisitng. Tað er av alstórum týdningi at vit framhaldandi megna at fáa [...] hettar skal gerast partur av rættvísgeranini av einum Vinnumálastýri, sum ikki er avmarkað til eina reina ráðgevandi funktión, sum annars kann tykjast ein uppløgd loysn í hesum rationaliseringstíðum. Hettar [...] týdningarmikið fyri Føroya land, og tí er umráðandi, at vit leta okkum úr teimum smáu skónum og skapa tær bestu umstøðurnar til gagns fyri samfelagnum sum heild, og ikki leta áhugamál hjá einstøkum partum av
flokkar, sum tá myndaðu landsstýrið, vóru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin. Teir lótu standa til, og í 1988, tá vit slerdu øll met í politiskum ódugnaskapi, innfluttu vit fyri [...] fyri eina miljard kr. meira, enn vit útfluttu fyri. Tí var tað einki at siga til, at føroyska samfelagið endaði sum tað endaði. Og tað var ikki ríksifelagsskapurin sum var orsøkin, men ódugnaskapur hjá Ja [...] hórað undan. Og tá var tað júst ríkisfelagsskapurin, sum bjargaði okkum sum tjóð. Danska stjórnin átók sær alla tað føroysku uttanlandsskuldina, so hvørt sum hon fall til gjaldingar. Føroyingar sluppu undan
Hotel Hafnia, og skal verða har í tvær vikur. Vit spurdu hann, hvussu honum dámar at vera í starvsvenjing á einum gistingarhúsi. Tað er spennandi, men tað er eisini strævið. Gunnar hevur roynt bæði eitt og [...] handilin og roynir at hjálpa kundunum, so væl sum hon nú einaferð kann. Ann Mari valdi at fara í 3?aran, tí at hon hevur stóran áhuga fyri tónleiki. Hon helt eisini, at tað sá áhugavert út; hugsaði, at hetta [...] tær gjørdu 700 hálvmánar í ein dag. Tá vit spurdu hví tær valdu Gunleiv´s bakarí søgdu tær, at tað var fyri at royna nakað øðrvísi. - Okkum dámar væl her, men vit ætla okkum ikki at gerast bakarar. Møguliga
hevði hoyrt um Suzuki og eg havi eisini verið tað, ið ein kallar »kanin« á Konservatoriinum hjá einum Suzuki lærara, sum er útbúgvin hjá Tove Detreköy, sigur Sámal Petersen, sum byrjaði við hesum, tí hann helt [...] Petersen er millum fremstu violinleikarar okkara og í fleiri ár hava vit hoyrt og sæð hann, tá klassiskar konsertir hava verið. Seinast sum nógv róstan solist á árligu og væl umtóktu nýggjárskonsertini hjá [...] navnið Suzuki verður nevnt, men tað er eisini annað og meira. Nevniliga ein námsfrøðilig undirvísingarhugsan. S. Suzuki var japanari og andaðist í fjør, 99 ára gamal. Sum ungur læs hann í Týsklandi, men heimaftur
Bíblian verður nýtt sum argument til at framhevja annan partin sum tann sum skal føra orðið og siga, hvar skápið skal standa. Tá kann veruliga vera talan um kúgan. Aðra staðni síggja vit eisini, at tað er religiónin [...] tykist sum at fleiri av teimum tosa við tveimum tungum. Samstundis sum tær meina, at vit hava javnstøðu og tær mest sum siga, at javnstøðuspurningar ikki hava teirra áhuga, so siga tær, at vit t.d. hava [...] spurnartekin við, um tað nú er vist, at tað sum maðurin heldur er gott, nú eisini er nóg gott fyri hana. Og eg haldi, at eisini innan trúarbólkarnar, har vit bæði síggja og hoyra, at kynsleiklutirnir eru
i á bróstinum aftanvert teir báðar. Sum sameindust eisini londini í hesi løtu. Og so í hernaðarhølunum. Jú, Jacob og Slava fegnaðust. Og tað gjørdu vit onnur eisini og hitnaðu um hjartað. Ein rørandi løta [...] Vit vóru tveir føroyskir tíðindamenn við á ferðini í Alta, har vit millum annað gjørdu minniliga ferð á kavascootara til økið nærhendis Kautokeina. Har lógu vit nátt í sámatjaldi úti á frostoyðini. Tá [...] hittir, og sum eisini er vanlig mannagongd manna millum. Vandin fyri at verða avhoyrdur, ella skuldsettur fyri at hava samband við fíggindan, er av. Og Jacob gloymdi ikki lagnunar speisemi. Vit búðu og vóru
Bíblian verður nýtt sum argument til at framhevja annan partin sum tann sum skal føra orðið og siga, hvar skápið skal standa. Tá kann veruliga vera talan um kúgan. Aðra staðni síggja vit eisini, at tað er religiónin [...] tykist sum at fleiri av teimum tosa við tveimum tungum. Samstundis sum tær meina, at vit hava javnstøðu og tær mest sum siga, at javnstøðuspurningar ikki hava teirra áhuga, so siga tær, at vit t.d. hava [...] spurnartekin við, um tað nú er vist, at tað sum maðurin heldur er gott, nú eisini er nóg gott fyri hana. Og eg haldi, at eisini innan trúarbólkarnar, har vit bæði síggja og hoyra, at kynsleiklutirnir eru
teg tryggari. Sjálvandi hugsar tú um vandan sum er á hasi farleiðini, pápi mín sigldi eisini har, og har var altíð so ringt veður. Men vit vita, at tað sum er gjørt av mannahondum ikki kann gerast so trygt [...] bókini Jól á Halanum, sum er endurminningar Hans Paula Johannesens, verður greitt frá leitingini. Hans Pauli, sum var skipari á Fiskanes, greiðir frá: - Tá vit dagin eftir sóu tey skip, sum vóru komin at leita [...] okkum. Tað óhugnaliga var ikki illveðrið, sum líktist øllum øðrum illveðri, men ísurin, sum púra óvart byrgdi okkum inni. Hedtoft er komin í somu støðu sum vit, hevur roynt at venda út frá landi, suðureftir
so nevndin fær lokið tey krøv, sum brúkarin setur. Vit kundu eisini hugsað okkum at givið Orðafar út í størri og meira nútímans sniði. Men tað eru bara politikararnir, sum kunnu gera nakað við hesi ynski [...] breiða seg á øki, sum natúrliga skuldi hoyrt undir móðurmálið. Her má byggjast borð fyri báru. M.a. tað hava vit málnevndina til. Men málnevndin fær lítið gjørt, tí tann peningajáttan, sum landsstýrið letur [...] nýggjársynski. - Vit standa fyri durunum á eini nýggjari øld, ár 2000. Menningin gongur við ferð, og tøknifrøðin ger stór framstig. Altjóðanin gongur við rúkandi ferð; við internetinum fjakka vit kring heimin