Lógvatakið, sum gav hugaheimskrígnum mønustingin

Sum børn og ungir menn vuksu teir báðr upp hvør síni megin markið. Annar í Noreg, hin í Russlandi. Í dag kunnu teir taka í hondina hvør á øðrum, men so hevur ikki altíð verið.

Vit vóru tveir føroyskir tíðindamenn við á ferðini í Alta, har vit millum annað gjørdu minniliga ferð á kavascootara til økið nærhendis Kautokeina. Har lógu vit nátt í sámatjaldi úti á frostoyðini.

Tá var ikki so kalt, hóast december mánaði var, bert eini 10 kuldastig.

Í hesum døgum hoyrist úr Kautokeino, at 50,3 kuldastig eru og at tað nærum er meira, enn 113 ára gamla norska metið. Fólkið heldur seg inni.

Men vit høvdu bert 10 kuldastig og stili. Lógu eisini heitt og fjálgt við eldin í sámatjaldi.

Tó, kuldi hevur onkutíð verið á Norðurkollinum. Sambandið millum eystur og vestur var at kalla einki, tí kalda kríggið herjaði. Eisini tá, fyri 10 - 15 árum síðani, var stilli. Alt ov stilt. Einki samband. Nú er kalda kríggið av og hiti í luftini, hóast kuldamátarar nærum seta met í hesum døgum.


Lógvatak

Mest hugtakandi, fløvandi og kenslurík tóktist løtan, tá norski tíðindamaðurin, Jacob Arvola frá NRK, og russiski tíðindamaðurin Viaceslav Krylov, nevndur Slava, tóku hvør í hondina á øðrum.

Í sjálvum sær er einki sermerkt við hesum, men hugsar ein bert eini 10 - 15 ár aftur í tíðina, so er tað kortini vert at hugsa um.

Báðir eru teir partur av ættarliðnum, ið vaks upp í skugganum av kalda krígnum. Báðir vuksu teir upp nærhendis markinum og tá kundi ein ikki uttan nakað seta seg í samband við ein russara, um ein sum norðmaður gekk seg fram á menniskju í kavakladda landslagnum á Norðurkollinum. Ein strika á kortinum forðaði og kanska eisini meira ítøkiligur píkatráður.


Hugvekjandi stund

Tað var Jacob Arvola, sum eitt kvøld á túrinum í Alta hugleiddi um, hvussu tíðirnar eru broyttar.

Sum ungur og unglingi mintist hann, hvussu tað var, ikki at kunna heilsa ella nikka til fólk, ið ein hitti, tí tey vóru hinumegin markið. Markið millum eystur og vestur. Tann løgna kenslan, at báðir partar vóru líka við at heilsa, men síðani tóku tað í seg aftur.

Hann fegnaðist um nýggju tíðirnar. Kalda kríggið er av og aftur er gjørligt at hyggja í eyguni á fólki, ið ein hittir, og sum eisini er vanlig mannagongd manna millum. Vandin fyri at verða avhoyrdur, ella skuldsettur fyri at hava samband við fíggindan, er av.

Og Jacob gloymdi ikki lagnunar speisemi. Vit búðu og vóru stødd í hølunum hjá Hjemmeværnet, eitt hernaðarligt skýli, ið hevði verið afturlatið fyri almenninginum. Hann fegnaðist at vit, tíðindafólk, nú kundu halda til í hølunum. Eingir hernaðarligir loynidómar vóru í hølunum longur.

Ein freistaðist at hugsa, at kanska høvdu teir ongantíð verið har.

Bert ein íspunnin hugaræðsla, eins og ikki serliga ítøkiliga kalda kríggið.

Tað, ið gav Jacob Arvola íblástur til at hugleiða um hetta, var óivað, at millum okkum tíðindafólk úr Norðurlondum, sat eisini ein úr Russlandi.

Og tað var av sonnum ein hugvekjandi stund, tá teir báðir, grannarnir, góvu hvør øðrum hondina. Og sum ein staðfesting, so hekk landkort við Norðurkolli á bróstinum aftanvert teir báðar. Sum sameindust eisini londini í hesi løtu. Og so í hernaðarhølunum.

Jú, Jacob og Slava fegnaðust. Og tað gjørdu vit onnur eisini og hitnaðu um hjartað. Ein rørandi løta.


Skemt lýsir støðuna best

Jacob endaði við at vísa á, at skemt fæst úr øllum. Kalda kríggið fór heldur ikki framvið, uttan ein farra av skemti.

Hann segði hesa skemtisøguna, ið sera væl lýsir støðuna, sum hon mundi vera.

Tað var eitt norskt markaherðlið, ið gjørdi av, at hava eitt sindur av skemti burturúr russisku markavaktunum.

Nú sum áður, so hittast norsku og russisku mark-kommiserarnir einaferð um mánaðin yvir eitt borð, hátíðarliga, fyri at tosa um ymiskt, ið hent er. At tosa um royndir og tað, ið vert er at nevna á slíkum fundum. Men lítið og einki varð sagt á hesum fundum.

Men ein heitan góðveðursdag á sumri avgjørdu norðmenn at gera gjøldur burturúr russum. Teir vistu, at russarar sóu yvir á norsku síðuna.

Norðmenn settu upp ein ræðuligan leik, við rópi og larmi. Hetta fekk russar at venda kikaranum mótvegis Noreg.

Síðani draga norðmenn út ein kokk í kokkahúgvu, tuflum og fyriklæð. Teir binda hann til eitt træ og rópa og geyla og lova ilt yvir kokkin. Síðani verður kokkurin skotin við leysakrúti.

Á russisku síðuni verður nógv virksemi og ein kann ímynda sær allar kikararnar.

Kokkurin »doyr« og hinir rópa, at nú fáa teir ongantíð ringan mat aftur. Á russisku síðuni sást virksemi og ídnir vaktir skriva niður.

Nú venda vit aftur til fundin millum kommiserarnar, tann norska og tann russiska, vikuna eftir.

Teir hittast hátíðarliga við borðið og norðmaðurin sigur, at hann hevur einki stórvegis at taka til viðgerðar. Hvussu við russaranum?

Russarin hugsar seg um, leingi:

? Jú, tað var... Nei, gott er, tað var einki!

Soleiðis kann støðan lýsast, men við lógvatakinum í Alta tyktist henda kalda tíð at fáa mønustingin í hugaheimi okkara, ið hjástødd vóru.