Kvinnur og menn fara altíð at hava hvør sína mørk at ganga á

- Vit skulu nettupp seta kvinnur og menn upp móti hvør øðrum og seta spurnartekin við, hvussu hetta og hatta virkar upp á ymisk viðurskifti. Ikki sum fíggindar, men sum áhugabólkar. Vit eru hvør sítt kyn, hava ymisk áhugamál, hvør sín leiklut í samfelagnum og tosa hvør sítt mál. - Kvinnur skulu ikki identifisera seg við menn, tí vit hava hvør sín hugaheim. Tað er ein misskiljing, tá sagt verður, at kvinnur og menn skulu verða líka. Vit skulu bara hava somu møguleikar og tað er tað javnstøðulógin gongur út uppá, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini

Síðani fyrst í jólamánaðinum hava vit hvønn leygardag havt prát við kvinnur í leiðandi størvum. Endamálið við greinarøðini hevur verið eitt nú at lýsa, hvussu kvinnurnar sameina arbeiði og familjulív, hvussu tær hava arbeitt seg fram, hvørjar tankar tær hava um javnstøðu, hvørjar teirra egnu royndir eru hesum viðvíkjandi og annað áhugavert. Sjey kvinnur við ymiskari bakgrund, útbúgving og lívsroyndum hava verið við í greinarøðini, og sjálvsagt eru royndir og meiningar teirra ymiskar. Samrøðan í dag, sum er tann seinasta í røðini, er við forkvinnuna í Javnstøðunevndini, Turið Debes Hentze.

Javnstøðunevndin skal síggja til, at kvinnur og menn hava somu møguleikar og at ójavnar vegna kyn, sum eru í samfelagnum, verða rættaðir. Nevndin hevur havt trong kor at arbeiða undir, men fyrsta dagin verður fólk sett, sum burtur av skal taka sær av javnstøðumálum. Í viðtali í dag tekur Turið Debes Hentze saman um nakrar av teimum spurningunum, ið hava verið umrøddir í greinunum.

- Í dag er tað viðurkent, at kvinnur taka við leiðandi størvum. So var ikki fyri ikki so nógvum árum síðani. Tá kundu menn krevja, at konur teirra vóru við hús og stuðlaðu teimum í teirra útfarandi virksemi. Tá ið kvinnur fara í leiðandi størv verður lagt merki til tær. Eingin sigur við eina kvinnu í dag, at hon ikki skal taka av eini avbjóðing. Men hugburðir liggja aftan fyri og hesir verða ikki altíð sagdir í orðum.

- Men tá ið tað er sagt, er framvegis ein ávís skepsis rundan um tað, at ein kvinna tekur av einum stjórastarvi. Fólkahugsanin kann við hvørt tykjast rættiliga negativ og tann stóra stuðulin at kasta seg út í hesi størv fáa kvinnurnar ikki altíð. Styrkina mugu tær hava sjálvar, og styrki krevst, tá tú verður møtt við spurningum sum: ?er hatta nú nakað fyri teg?, ?heldur tú, at tú fert at klára hatta? ella ?hevur tú ikki ríkiligt framman undan, tá hugsað verður um familjuna og børnini?. Slíkt er ikki júst við til at styrkja um sjálvsálitið.

- Hesar kvinnurnar standa til framsýningar. Tær eru til próvtøku og vit eru ikki sloppin frá tí enn, at ?ókvæmisorð? ella onnur keðilig lýsingarorð verða brúkt um hesar kvinnurnar. Tað liggur í luftini, at ?nú fáa vit at síggja um hon klárar tað?, og so verður veruliga hugt eftir, hvussu tað gongst henni. Gongst tað ikki so væl, fáa fólk váttað tað sum tey kanska væntaðu (ella vónaðu) frammanundan. Gongst henni hinvegin væl, so er hon heilt fantastisk, ella undirskilt, meiri enn væntað av eini kvinnu. Við øðrum orðum eru tað ikki avslappað viðurskifti, og allur ivin rundan um tað styrkir ikki sjálvsálitið hjá kvinnuni. Hava hesar kvinnurnar álit á sær sjálvari føla tær kanska ikki hesi eygleiðandi eyguni ella tær leggja líka í, tí tær klára uppgávuna. Eingin sigur nakað beinleiðis við tær.

- Kvinnurnar sum bjóða seg fram eru fyrimyndir fyri aðrar, - tað verður meiri vanligt at síggja kvinnur í høgum størvum og fólk verða von við, at konufólk veruliga duga og tora. Men konufólk skulu veruliga prógva, at tær eru á sama stigi sum menninir. Hóast vit javnan hoyra alment, at tað er trupult at fáa kvinnur í nevndir, hevur tað ikki víst seg at vera ein trupulleiki at seta nevndir við kvinnum, sum javnstøðulógin ásetir. Eingin kvinna eigur at skamma seg yvir at verða vald orsakað av javnstøðulógini. Tú verður bert vald um tú annars lýkur treytirnar. Uttan lógina høvdu kvinnur ofta ikki havt stóran møguleika.

- Eg rokni við, at júst tað, at fleiri kvinnur mynda nevndir og ráð fer at hjálpa uppá støðuna og at javnstøða verður meiri góðtikin. Ikki bert landsstýrið skal seta kvinnur í nevndir, eisini kommunurnar, men tær vísa seg vera trekari. Kanska er neyðugt við eini beinleiðis áheitan á tær um at fylgja javnstøðulógini, sigur Turið D. Hentze.


Fakfeløgini eiðasør

Samanborið við onnur lond eru Føroyar enn nakað aftan fyri, tá ið tað snýr seg um javnstøðu í øllum liðum í samfelagnum. Sum seinasta landið í Vesturheiminum fingu vit javnstøðulóg í 1994.

- Í grundini gongur tað ikki so seint nú. Tað hongur neyvt saman við, at fleiri konufólk fáa útbúgving. Hinvegin eru fakfeløgini ov lítið tilvitað um javnstøðu. Til dømis fáa menn framvegis størri og fleiri viðbøtur enn kvinnur hóast kvinnur hava eins líka strævin og krevjandi arbeiði sum teir. Typisku mannfólkaarbeiðini eru eisini hægri lønt enn typisku kvinnuarbeiðini. Tey økini á arbeiðsmarknaðinum, sum kvinnur fyrr tóku sær av ólønt, eru lægst lønt í dag. Har liggja nógvar uppgávur fyri framman, men treytin fyri at broyta støðuna er, at kvinnur seta krøv.

- Kvinnur skulu ikki identifisera seg við menn, tí kvinnur og menn hava hvør sín hugaheim. Tað er ein misskiljing, tá sagt verður, at kvinnur og menn skulu verða líka. Men vit skulu hava somu møguleikar. At javnstøða hevur nakað við hatur millum kynini at gera er sjálvandi tvætl. Tað snýr seg um, hvat er gott fyri teg og meg. Og her eiga kvinnur í størri mun at seta spurnartekin við, um tað nú er vist, at tað sum maðurin heldur er gott, nú eisini er nóg gott fyri hana. Og eg haldi, at eisini innan trúarbólkarnar, har vit bæði síggja og hoyra, at kynsleiklutirnir eru meiri fastlæstir enn aðra staðni í samfelagnum, eigur javnstøðuhugsjónin at sleppa framat. Tær kvinnurnar áttu at gjørt meiri vart við seg. Og eg tori at siga, at gongur illa í einum hjúnalagi, so verður tað ikki betri, um Bíblian verður nýtt sum argument til at framhevja annan partin sum tann sum skal føra orðið og siga, hvar skápið skal standa. Tá kann veruliga vera talan um kúgan. Aðra staðni síggja vit eisini, at tað er religiónin sum stýrir, har kvinnurnar eru ringast fyri. Kirkjan hevur flutt seg eitt sindur, kanska fylgja hinar eftir, sigur Turið D. Hentze.


Gevast skjótt

Ein sannroynd er, at kvinnur steðga ikki leingi í leiðandi størvum. Vit hava sæð, at kvinnurnar, ið hava sitið í løgtinginum til dømis, eftir eitt-tvey valskeið velja at fara burtur úr politikki.

- Eg veit ikki, hví tað er so, men eg kann hugsa mær, at tað hevur nakað at gera við viðurskiftini heima við hús. Tú skalt hava fullan stuðul heimanifrá fyri tað fyrsta við øllum tí praktiska og tað er ikki so lítið. Og hevur tú smábørn so er tað ikki lætt hjá øllum. So velst tað eisini um mannin og hvat hann ger. Ikki øllum monnum dámar, at konurnar stinga nøsina fram og fara at gera seg galdandi á økjum, sum menn fyrr høvdu einkarrætt uppá.

- Menn broytast ikki eftir einari nátt og tað gera kvinnur heldur ikki. Broytingin gongur tó spakuliga tann vegin, at menn taka størri lut í arbeiðinum heima. Teir kunnu í teoriini vera samdir við tær í tí, at teir eiga at taka sín lut, men í praksis er veruleikin ein annar. Eg hugsi, at flestu konufólk, ið arbeiða úti, eisini eiga meginpartin av arbeiðinum heima framvegis. Einasti mátin at broyta hetta er, at fleiri konufólk fara út at arbeiða og at fleiri menn gerast meiri virknir heima. Á tann hátt verður tað meiri natúrligt, at menninir gera húsligt arbeiði. At kvinnurnar eru farnar á arbeiðsmarknaðin í so stórum tali er ikki so gamalt. Fyrst fóru tær hálva tíð, ikki endiliga tí, at tær skuldu brúka seg sjálvar, men sum eitt ískoyti til lønina hjá manninum. Men nú eru nógvar farnar út at arbeiða fyri at brúka seg sjálva og at vinna egnan pening. Hevur tú fyrst roynt at forvunnið tínar egnu pengar, sleppur tú teimum ikki aftur so. Fíggjarligt sjálvræði er ómetaliga týdningarmikið.

- Í dag koma kvinnur í hópatali út av lærustovnunum og sjálvandi vilja tær brúka útbúgvingina. Her er tað millum annað, at javnstøðulógin kemur inn í myndina við starvsetan, har sagt verður, at kvinnur og menn skulu hava eins møguleika, um tey eru eins væl skikkað. Tey sum seta fólk í starv skulu ikki hugsa um kynið tá sett verður, men at kvalifikasjónunum, og tá er tað at fordómarnir koma undan kavi.

- Um kvinnur í veruleikanum hava somu møguleikar at koma fram sum menn, veit eg ikki. Men eg hugsi, at tær verða vigaðar eitt sindur meir enn menninir. Kvinnan skal í øllum førum vera líka væl um ikki betur skikkað enn maðurin, og hon fær ikki nógv forerandi, um ikki júst tað snýr seg um eitt tradisjónelt kvinnuøki. Og vit vita, at kvinnur ikki søkja størv um tær ikki kenna á sær, at tær eru fult skikkaðar til starvið og hava góð prógv. Hinvegin er ikki lætt at skráseta slíkt. Útbúgvingin er altavgerandi. Kvinnur kunnu ikki eins og menn koma fram bert tær hava tey røttu sambondini og kenna tey røttu fólkini, sigur Turið D. Hentze.


Kvinnurnar á veg heimaftur

Í dag síggja vit, at nøkur stig verða tikin frá almennari og kommunalari síðu, sum beinleiðis ella óbeinleiðis virka við til, at kvinnurnar fara av arbeiðsmarknaðin og heim aftur at taka sær av familjuni.

- Konufólk hava verið ókeypis arbeiðsmegi í so nógv harrans ár. Í sekstiárunum varð nógv tosað um tær miljónirnar sum lógu í arbeiðinum, sum kvinnurnar gjørdu heima við hús fyri onga løn og tosað var um, at tær skuldu hava løn fyri arbeiðið tær gjørdu í heimunum. Nú konurnar eru farnar út og ikki hava hug at fara heim aftur fáa tær knappliga boðið pengar fyri hetta arbeiðið. Men eina láturliga upphædd vil eg siga. Er hatta virðingin fyri tí heimagangandi konuni? Sjálvandi skulu konurnar sleppa at vera heima um tær hava hug til tað, men so haldi eg, at vit eiga at skoyta uppí, at tað skulu menninir eisini. Eg kann ikki lata vera við at spæla við tann tankan um, hvussu støðan hevði verið á barnaansingar- ella eldraøkinum um t.d. hesar uppgávur vóru ábyrgdin hjá monnum og sostatt teirra trupulleiki. Men barnaansing er eftir øllum at døma ikki trupulleikin hjá monnum og fáir eru teir menn, sum missa arbeiðið ella ikki sleppa til arbeiðis orsakað av vantandi barnaansing. Her snýr tað seg um ein vilja at loysa ein trupulleika

Orðið hugburður tykist vera eitt lyklaorð, tá ið vit tosa um javnstøðu. Hugburðurin í samfelagnum er størsta forðingin fyri javnstøðu, hoyra vit javnan.

- Kvinnur hava gjøgnum tíðirnar verið noyddar at liva upp til nógvar strangar reglar, skrivaðar og óskrivaðar lógir um, hvat er ein hóskandi atburður hjá eini kvinnu. Tað var millum annað hetta kvinnurnar gjørdu uppreistur ímóti í sekstiárunum. Nógvar av hesum reglum eru framvegis galdandi um enn eitt sindur hóvligari. Kvinnan má ikki tosa ov nógv í eini samkomu, ikki flenna ov hart, ikki drekka og so framvegis, og eingin av hesum reglunum hevur verið galdandi fyri menn. Kvinnur hava havt nógvar reglur at berjast ímóti. Besti vegurin at sleppa sær burtur úr hesum er skúling og útbúgving.

- Tað er ikki heilt skeivt, tá onkur hevur sagt, at kvinnan í øldir fyrst og fremst hevur virkað sum sjóneyka - forstørrilsisglas - hjá manninum. Identitetin fekk hon ofta best og bert gjøgnum mannin, og jú betur hann kláraði seg í samfelagnum, jú hægri varð hon í metum. Hon gloymdi seg sjálva og lat alt upp til hansara. Tað var maðurin sum legði alt til rættis og tók tær stóru avgerðirnar. Hesum eru vit á veg burtur frá, men tá ið kvinnurnar av álvara fluttu seg úr heiminum út á arbeiðsmarknaðinum - samstundis sum tær kanska gjørdist fíggjarliga sjálvbjargnar - komu tær inn á øki, sum menninir higartil høvdu átt. Og alt tað sum er fremmant og ókent ræðast fólk og tá koma fordómarnir.

- Bæði kynini líða undir fordómum. Kvinnurnar hava fordómar mótvegis monnum sum royna at gera seg galdandi heima, - tær seta spurnartekin við, um teir veruliga duga, og tað ávirkar eisini hugin hjá monnunum at taka eina hond við heima. Og virðingin fyri monnum, sum eru heima, er als eingin. Virðingin liggur í pengum og makt. At ansa børnum verður einki virt.

- Eg kann als ikki góðtaka, tá ið tað verður sagt, at forðingin fyri javnstøðu liggur í kvinnuni sjálvari, tí tað gevur kvinnum enn eina ferð skuldarkenslur. Tað eru ikki kvinnurnar, sum gera av, hvussu heimurin sær út, sigur Turið D. Hentze.


Tosa við tveimum tungum

Flestu kvinnurnar í greinarøðini hava ikki givið sær stórvegis far um javnstøðuproblematikkin.

- Tað er ein spurningur um politiska tilvitan og javnstøða er í grundini politikkur. Politisk tilvitan nýtist ikki at hava nakað at gera við, hvørja útbúgving tú hevur ella um tú hevur eitt leiðandi starv ella ikki. Politiska tilvitan fær tú av egnum lívsroyndum, við upplýsing og annars um tú hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum.

- Svarini hjá fleiri av hesum kvinnum benda á, at meiri kunning um javnstøðuspurningar er neyðug, tí tað tykist sum at fleiri av teimum tosa við tveimum tungum. Samstundis sum tær meina, at vit hava javnstøðu og tær mest sum siga, at javnstøðuspurningar ikki hava teirra áhuga, so siga tær, at vit t.d. hava ?eitt mannschauvistiskt samfelag?, ?uppalingin er kvinnukúgandi?, ?kvinnur møsna?, ella at tá viðmerkingar hoyrast, sum ?eg kundi ikki hugsa mær at arbeitt undir eini kvinnu!, so lati eg oyruni aftur?. Ella tær siga at ?tað er ein gudsskaptur munur millum kvinnur og menn - og sjálvandi hava øll somu rættindi?, ?kvinnur og menn skulu ikki setast upp móti hvør øðrum?.

- Barnaansingin eru allar samdar um er eitt forsømt øki, og tað er ein kvinnutrupulleiki burturav, um tú ætlar tær arbeiði uttan fyri heimið. Kann man siga so og samstundis halda, at alt er sum tað skal, spyr Turið D. Hentze.

- Tað er uttan iva so, sum nógvar av kvinnunum siga, at javnstøðuspurningar og kvinnurørsla ikki hava teirra áhuga. Eg hugsi eisini at tað er so. Tær hava enn ikki havt fyri neyðini at umhugsa hesar spurningar og hava annars ikki áhuga fyri politikki. Meiri kunning, upplýsing og kanska bara tos um javnstøðuspurningar tvinga fólk at hava eina meining eisini um javnstøðu og harvið eisini at umhugsa spurningin. Tað er als ikki odiøst at vera kvinnupolitiskt tilvitað, - tað er heilt í lagi at tosa um kvinnuáhugamál og mannfólkaáhugamál. Tað er meiri góðtikið í dag, at fólk tosa um javnstøðu og jú meiri verður tosað, jú meiri sannlíkt er, at myndin broytist rætta vegin. Fyri ella ímóti ger tað sama. Frá onga meining at hava til at gera sær eina meining er ein prosess. Tá er nógv vunnið.

- Vit kunnu spyrja, hvør stýrir hugburðunum í samfelagnum. Tað eru tær røddirnar vit hoyra og tað eru fyrst og fremst tær hjá monnunum. Kvinnur og menn fara altíð at hava hvør sína mørk at ganga á. Tí eiga vit alla tíðina at gera okkum far um, hvat hendir, um tað er nøktandi og at seta spurningar. Vit skulu nettupp seta kvinnur og menn upp móti hvør øðrum og seta spurnartekin við, hvussu hetta og hatta ávirkar kvinnur og menn. Ikki sum fíggindar, men sum áhugabólkar. Vit eru hvør sítt kyn, hava ymisk áhugamál, hvør sín leiklut í samfelagnum og tosa hvør sítt mál. Tað er trupult fyri ikki at siga ógjørligt hjá eini kvinnu at seta seg inn í, hvussu ein maður hugsar og øvugt. Vit, og her hugsi eg serliga um kvinnurnar, eiga at koma burtur frá tí at stinga høvdið í runnin. Tað koma vit ongan veg við.

- Kvinnurørslan í Føroyum í dag er ikki serliga sjónlig. Men at siga, at tað als ikki er brúk fyri kvinnurørsluni er burturvið, tí hóast nógv er vunnið er nógv eftir at arbeiða fyri. Tað fer altíð at vera neyðugt at halda eyguni við, hvussu ymisk viðurskifti ávirka konufólk. Arbeiðsloysi, barnaansing og eldrarøkt eru ógvuliga ítøkilig dømi um viðurskifti, sum serliga raka kvinnur og sum umframt at vera samfelagspurningar eru kvinnuspurningar. Um tann sum kennir trupulleikna á sín kropp ikki ger nakað við spurningin kann ikki rokna við, at onnur gera tað, og soleiðis haldi eg, at kvinnur eiga at hugsa. Tað gera menninir nógv meiri enn kvinnurnar. Kvinnurnar kunnu ikki rokna við, at menninir skulu loysa teirra trupulleikar. Menninir vísa ofta positivan vilja og skilja støðuna, tá kvinnurnar føra fram typiskar kvinnutrupulleikar, men so leingi trupulleikin ikki er teirra, verður avmarkað, hvussu nógva orku teir leggja í at loysa teir.

- Ein annar átrokandi kvinnuspurningur í dag er, hví kvinnurnar ikki eru við í teldutøknini. Brúk verður fyri kvinnunum á hesum øki og spurningar eiga at setast við, hvørjar orsøkirnar eru fyri, at áhugin hjá konufólki fyri telduverðini er so lítil. Teldan og kunningartøkni eru framtíðin. Hesin spurningurin verður uttan iva ein tann størsti í framtíðini at arbeiða við, sigur Turið D. Hentze at enda í viðtali.