Føroyska málnevndin hevur trongar umstøður at arbeiða undir. Nevndin, sum er sett sambært reglugerð frá 1985, er málrøktar- og málverndarstovnur, og skal geva landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál. Málnevndin hevur málstovu, har fólk kunnu venda sær til við fyrispurningum.
Nakrar ferðir um árið gevur málnevndin út Orðafar, ið er kunning um málspurningar. Hetta er trettandi árgangurin, Orðafarið kemur, og í tí seinasta, ið júst er komið, hevur nevndin eitt nýggjársynski.
- Vit standa fyri durunum á eini nýggjari øld, ár 2000. Menningin gongur við ferð, og tøknifrøðin ger stór framstig. Altjóðanin gongur við rúkandi ferð; við internetinum fjakka vit kring heimin, meðan onnur leita sær upplýsingar um Føroyar. Gandaorðið er kunningartøkni (KT), sum eru teldur og fjarskiftisamboð til at arbeiða við, varðveita og veita upplýsing. Saman við altjóðanini og kunningartøknini fylgir tað enska málið, sum samstundis hevur lyndi til at breiða seg á øki, sum natúrliga skuldi hoyrt undir móðurmálið. Her má byggjast borð fyri báru. M.a. tað hava vit málnevndina til. Men málnevndin fær lítið gjørt, tí tann peningajáttan, sum landsstýrið letur nevndini, er so lítil, at hon í roynd og veru ikki fært røkt tær uppgávur, sum politikararnir sjálvir hava álagt nevndini at røkja. Um teir meina nakað veruligt við eini føroyskari málnevnd, so mugu teir geva henni so mikið víðar fíggjarligar karmar, at hon fær røkt sínar skyldur bæði her heima og í norðurlendskum høpi. Játtanin, ið nú er, er meira at kalla eitt eiti, røkkur ikki til annað enn løn, fastar útreiðslur og til nøkur Orðafør árliga. Nýggjársynskið er, at málnevndin fær møguleika at koma við í KT-menningina: fær eina heimasíðu, fær lagt tilfar út á netið, fær gjørt orðasavnið teldutøkt og dagført tað so hvørt, so nevndin fær lokið tey krøv, sum brúkarin setur. Vit kundu eisini hugsað okkum at givið Orðafar út í størri og meira nútímans sniði. Men tað eru bara politikararnir, sum kunnu gera nakað við hesi ynski, og tað gerst bara við at hækka játtanina.
- Landsstýrið hevur játtað nógvan pening til hetta endamál eitt nú í fólkaskúlanum, KT-depil er settur á stovn o.s.fr. Men Føroyska Málnevndin, sum átti at verið rossið, ið dróg vognin, fær ikki eitt klovið oyra til kunningartøkni, og tí er málnevndin afturúrsigld í tøknifrøðiligu menningini. At vera eftirbátur á so týdningarmiklum øki er ikki nakað, sum málnevndin kann lata sær lynda. Politikararnir mugu síggja veruleikan, sum hann er, og royna at vera so í bandi, at upphæddin stendur í mun til arbeiðsuppgávurnar hjá nevndini.