Tað er ótrúligt, hvat politikarar kunnu tilláta sær at siga, uttan at hava skomm av sær sjálvum.
Í sendingini Kvørn í sjónvarpinum mikukvøldið, slapp Høgni Hoydal, landsstýrismaður enn einaferð at túra fram við, at ríkisfelagsskapurin ongan týdning hevur fyri Føroyar, og als ikki virkaði, tá ástóð fyrst í 90?unum.
Tað var kanska spell, at mótstøððumaður hansara í orðaskiftinum var Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, tí teirra politikkur hevur verið ógvuliga »lunkaður« í fullveldismálinum.
Í orðaskiftinum var støðan í 1992 umrødd, tá føroyska samfelagið var farið á húsagang, og fólk í túsundatali rýmdu av landinum.
Tá segði Høgni Hoydal, at tann tíðin var prógv um, at ríkisfelagsskapurin als ikki virkaði, og tí er neyðugt at broyta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, og sleppa sær burtur úr ríkisfelagsskapinum.
Tá Høgni Hoydal sigur, at ríkisfelagsskapurin ikki virkaði, so passar tað ikki, tað veit ein og hvør, eisini Høgni Hoydal.
Tað treit ikki við ávaringum frá ráðgevandi nevndini hjá danska forsætismálaráðnum frá miðskeiðis í 80?unum, og til skrædlið kom. Føroyskir samgongupolitikarar søgdu tá, at donsku embætismenninir als ikki vistu, hvat teir tosaðu um, og als ikki høvdu skil á føroyskum politikki.
Teir flokkar, sum tá myndaðu landsstýrið, vóru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
Teir lótu standa til, og í 1988, tá vit slerdu øll met í politiskum ódugnaskapi, innfluttu vit fyri eina miljard kr. meira, enn vit útfluttu fyri.
Tí var tað einki at siga til, at føroyska samfelagið endaði sum tað endaði. Og tað var ikki ríksifelagsskapurin sum var orsøkin, men ódugnaskapur hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Tað stendur rimmar fast.
Tað var sjálvur Tjóðveldisflokkurin, sum sat við fíggjarmálum, ringastu lagnuárini hjá føroyska samfelagnum. Tá segði táverandi landsstýriskona í fíggjarmálum, at tað stóð væl til, og at allir grunnar og kassar vóru á tremur av pengum. Vit vita øll, at tað ikki passaði, og at landið í veruleikanum longu tá var farið á húsagang.
Tað var framvegis ikki ríkisfelagsskapurin, sum var orsøk til tað, men vánalig politisk leiðsla.
Tað var eisini tá, at føroyska samfelagið kom inn í eina ónda ringrás, tí fiskiskapurin minkaði, men tað er framvegis greitt, at samfelagið var so veikt búskaparliga, at hóast vanligur fiskiskapur hevði verið, so hevði samfelagið neyvan hórað undan.
Og tá var tað júst ríkisfelagsskapurin, sum bjargaði okkum sum tjóð.
Danska stjórnin átók sær alla tað føroysku uttanlandsskuldina, so hvørt sum hon fall til gjaldingar. Føroyingar sluppu undan at gjalda rentur og avdráttir í fleiri ár. Blokkstuðulin upp á næstan 900 miljónir krónur kom hvørt ár til Føroya, og harafturat fíggjaði danska stjórnin undirskotið á fíggjarlógini í fleiri ár. Okkurt ár einar 500 miljónir kr.
Hevði danska stjórnin ikki yvirtikið uttanlandsskuldina, hevði danska stjórnin ikki latið Føroyum blokkstuðulin, o ghevði danska stjórnin ikki fíggjað hallið á fíggjarlógini, hvar hevði føroyska samfelagið so verið í dag?
Hóast allan hendan pening og alla hesa hjálp frá ríkinum, so rýmdu fólk í túsundatali. So vánalig var støðan í føroyska samfelagnum.
Hvat hevði hent í Føroyum, um Danmark ikki tók skuldina á seg? Hvussu nógv fólk høvdu so verið verandi eftir í Føroyum?
Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita frá Høgna Hoydal, hvat annað land ella hvør onnur tjóð hevði tveitt so nógvar miljardir kr. eftir so ringum miljardum kr sum føroyska samfelagið tá var vert.
Og øll hendan skuldin sum hevur niðurbundið føroyska samfelagið í nærum 10 ár, er nú fingin upp á pláss. Vit sleppa undan at gjalda miljardir av krónum aftur, og ein afturgjaldsskipan er fingin fyri restina. Og so fáa vit blokkstuðulin úr Danmark hvørt einasta ár.
Sjálvur blokkstuðulin er næstan eina miljard kr, harafturat er talan um einar 500 miljónir kr., sum ríkiskassin annars letur Føroyum og føroyingum.
Tað er eisini vert hjá Høgna Hoydal og øðrum at leggja sær í geyma, at danskir politikarar og danska stjórnin hava viðgingið, at kanska vóru ikki allar avgerðir, sum tiknar vóru fyrst í 90?unum, so rættar. men enn hava politikararnir í føroyska Javnaðarflokkinum og føroyska Tjóðveldisflokkinum ikki viðgingið síni mistøk, hvørki tey í 80?unum ella tey sum teir gjørdu seinni.
Sigur tað ikki eitt sindur um týdningin av ríkisfelagsskapinum, í mun til okkum sjálvi?
At siga at ríkisfelagsskapurin bert hevur verið eitt haft uim beini á Føroyum og føroyingum, er at siga ósatt.
Tað er ríkisfelagsskapurin sum tryggar okkum sum tjóð, og sum gevur okkum loyvi at kalla okkum føroyingar. Tað eigur Høgni Hoydal ongantíð at gloyma.
Heðin Mortensen, tingmaður Sambandsfloksins










