Oljumáladeildin undir Vinnumáladeildina

Soleiðis eitur tað, ið kann gerast ein tann týdningarmesti parturin av okkara landsumsitng, um væl veit til.

Vónirnar vóru góðar, tá hendan samgongan setti ein landstýrismann í Oljumálum. At seta ein Landsstýrismann til hettar mál burturav sendi út eitt tekin um eina høga prioritering av tí, ið upprunaliga æt Oljufyrisitingin. Heitið Oljufyrisiting er broytt til Oljumáladeild undir Vinnumálastýrinum í tráð við Norman Christensen-bygnaðin. Hettar sær eitt sindur fløkjasligt út, tí um Oljumáladeildin hoyrir undir Vinnumálastýrið, so má tað verða Aðalstjórin í Vinnumálastýrinum, ið hevur ovastu ábyrgd ? tað má so merkja, at hesin refererar til tveir landstýrismenn

Soleiðis eitur tað, ið kann gerast ein tann týdningarmesti parturin av okkara landsumsitng, um væl veit til.


Vónirnar vóru góðar, tá hendan samgongan setti ein landstýrismann í Oljumálum. At seta ein Landsstýrismann til hettar mál burturav sendi út eitt tekin um eina høga prioritering av tí, ið upprunaliga æt Oljufyrisitingin. Heitið Oljufyrisiting er broytt til Oljumáladeild undir Vinnumálastýrinum í tráð við Norman Christensen-bygnaðin. Hettar sær eitt sindur fløkjasligt út, tí um Oljumáladeildin hoyrir undir Vinnumálastýrið, so má tað verða Aðalstjórin í Vinnumálastýrinum, ið hevur ovastu ábyrgd ? tað má so merkja, at hesin refererar til tveir landstýrismenn. Kynstrið at duga at ríða á tveimum hestum er ikki so nógvum beskorið. Kanska hendan samgongan metir seg duga hettar kynstur ? Í hvussu so er sær eitt slíkt bragd ónossligt út fyri tann, ið lítir á.


Um eitt lag skal verða oman fyri Oljufyrisitingini ella Oljumáladeildini, so má hettar rættvísgerast við, at hettar lagið leggur eitt ávíst virði afturat í allari mannagongdini. Oljufyristingin ella Oljumáladeildin hevur eftir øllum at døma gjørt eitt sera gott arbeiði higartil. Spurningurin er, um Vinnumálastýrið kann leggja nakað afturat í hesum høpi. Ein annar spurningur er, um hettar skal gerast partur av rættvísgeranini av einum Vinnumálastýri, sum ikki er avmarkað til eina reina ráðgevandi funktión, sum annars kann tykjast ein uppløgd loysn í hesum rationaliseringstíðum. Hettar kundi verið sæð í sambandi við einari styrkjan av sjálvræðinum hjá teimum stóru landsstovnunum, Strandferðsluni og Landsverkfrøðinginum og stovnsetanini av einari sjálvstøðugari Oljufyrisiting, sum var óheft av restini av miðfyrisitingini, soleiðis at einki óneyðugt lag var ímillum landstýrismannin í Oljumálum og Oljufyrisitingina, ið sostatt hevði verið eitt veruligt óheft oljudirektorat.


Eisini eiga vit at hugsa um framtíðina, og hvussu starvsetanarpolitikkur skal vera í einari óheftari oljufyrisitng. Tað er av alstórum týdningi at vit framhaldandi megna at fáa tey bestu fólkini at støðast í føroyskari oljufyrisiting. Økið kann gerast sera týdningarmikið fyri Føroya land, og tí er umráðandi, at vit leta okkum úr teimum smáu skónum og skapa tær bestu umstøðurnar til gagns fyri samfelagnum sum heild, og ikki leta áhugamál hjá einstøkum partum av miðfyrisitingini koma fram um samfelagsins besta. Miðfyrisitingin eigur at verða uppbygd eftir tørvi ? ansast má eftir, at vit ikki byggja eina stóra miðfyristing upp, áðrenn ein tørvur er ávístur, tí so verður fremsta áhugamálið hjá einari slíkari fyristing at skapa ein tørv á sær sjálvum.


Um eitt óneyðugt lag er í allari mannagongdini, so er vandi fyri at tíð og kreftir verða spiltar upp á dupultarbeiði og kunngerðing av sjálvfylgiligheitum fyri at rættvísgera tilveruna hjá tí óneyðuga lagnum.


Higartil hava oljumál eftir øllum at døma verið væl úr hondum greidd, og skuldi hettar helst hildið fram við Oljufyrisiting og landstýrismanni í oljumálum, ið ikki verða avmarkað fyri at passa inn í ein heldur ivasaman Norman Christensen- bygnað.