tað so gott. Sum systkin kunnu vit siga við ein munn, tit eru okkum góð foreldur og ikki minst sum abbi og omma, langabbi og langomma. Alt tykkara lív er merkt av Gudstrúgv og tað vita vit sum systkin, at [...] New Foundland gjørdust rættiliga langir. Eftir stuttan steðg heima, so legði tú aftur út á hav, burt frá tínum kæru, fyri at vit, ið heima vóru, kundu hava tað gott og onki mangla til lívsins uppihald [...] og tað skilja vit væl. Eisini var tað fastur skikkur at lesa lestur heima sunnudag, um ikki varð farið í kirkju, og skiftust vit sum oftast at lesa. Hetta gjørdist ein góð barlast at hava við út í lívið
longur orka at búgva heima. Smærri tryggar íbúðir til teirra, ið eru frægast fyri. Sambýli til tann, ið ynskir tað, og ellisheim til tey, ikki ikki hava ta stóru røktina fyri neyðini, sum eitt røktarheim kann [...] avlastaðar í dagtímunum, við tað at tey trygt kunnu lata minnisveiku mammuna ella pápan til fakfólk, sum undir góðum umstøðum kunnu taka sær av viðkomandi. Heim fyri minnisveik er undir bygging við Vallalíð [...] flyta inn. Somuleiðis er samtykt og peningur settur av til bygging av nýggjum røktarheimi til 24 fólk, sum væntandi er liðugt um eitt ár ella so. Stuðul er somuleiðis givin Alsheimerfelagnum, ið fyrsta dagin
trupulleika, sum ger at nøkur teirra síggja fosturtøku verða eina loysn. Fosturtøku verður ongantíð ein loysn fyri barnið!- hví verður tað gloymt? Hví verður barnið nærum ongantíð umtalað av teimum, sum tosa fyri [...] familjan- øll hava uppiborið samfelagsins hjálp við tí trupulleika, sum drív-ur tey so langt, at tey velja at leita upp fólk, sum, ístaðin fyri at hjálpa, miskunnarleyst bjóða sær at leggja stein oman [...] Hvussu fara ættarliðini tá at meta um okkum, okkum sum loyvdu hesum at henda. Eg vænti, at andstygd teirra verður verri, enn okkara er í dag um menn sum Hitler og Stalin. jenis
ella í dans. Hetta er ein veruleiki, sum vit mugu taka í álvara, spurningurin er bara, hvat kommunan sum myndugleiki kann gera, so henda ferðsla verður so trygg sum gjørligt. Fyri mær er ongin ivi. Flu [...] Eyðgunn Samuelsen valevni hjá Javnaðarflokkinum. http://heima.olivant.fo/~eydgunn ???????? Um áleið tvey ár er fasta sambandið inn á meginlandið veruleiki. Hetta fer millum annað at merkja, at for-eldur [...] og skipaðum viðurskiftum. Hetta kundi eitt nú verið gjørt við, at náttbussur verður settur inn, so sum vit kenna tað millum Vágarnar og meginlandið.
heimum ella heima við hús. Vit miða eftir, at heimavitjanartænastan verður útbygd, og at tiltøk verða sett í verk, sum kunnu lætta um heima við hús. Í grundregluni eigur landið alt eldraøkið, sum tað er, men [...] at røkka til tær ætlanir, sum vit noyðast undir. Vit fegnast um Tjarnargarð og komandi heimið fyri minnisveik, sum eru kærkomin stig á leiðini. Men skal tørvurin nøktast, sum borgararnir í Tórshavnar kommunu [...] hava sett okkum fyri at nøkta tann bráðneyðuga tørvin á ellis- og røktarheimum í allari kommununi sum skjótast. Vit leggja doyin á at nøkta ansingartørvin og bústaðartørvin við umlætting, dagtilhaldi og
landinum fylla 100 ár í hesum árinum". Hetta kann sjálvandi misfatast. Men hóast hetta skal skiljast sum tvey av teimum elstu feløgunum, tí HB og Kí eru millum elstu ítróttarfeløgini, so skulu vit tó staðfesta [...] so eisini í sama við-fangi ynskja aldursforsetanum TB vælafturkomnan í 1. deild, har hann hoyrir heima og gott komandi kappingarár. Blaðstj.
høvdu eisini lætt nógv um gerandisdagin hjá foreldrunum, sum ofta verða strongd av ikki at náa, tað tey skulu. Tað eru tey einkultu heimini, sum byggja kommununa, og fyri at skapa eina góða kommunu fyri [...] seinastu árini. Kanska merkist broytingin best í Havn. Fyrr var eitt heim eitt heim, har mamman var heima, tá børnini komu úr skúla, og har omman ella abbin ofta sótu í køkinum og vóru ein partur av familjuni [...] koma í skúla, og flleiri hava heldur ongan matpakka hava við, sjálvt um tey hava ein langan skúladag. Sum eitt lið í ætlaða heilsupolitikkinum hjá Landstýrinum eigur Havnar kommuna at ganga á odda og beinanvegin
eldri fólk sum í dag sita í stórum húsum einsamøll, og kundu hugsa sær at selt tey, um tey kundu keypt eina íbúð ístaðin; sum so ein familja á 4-5 fólk kundu keypt hesi hús. Men hesar íbúðir sum nú verða [...] hugnaligt ellisheim, líka hugnaligt sum tað vit hava í Havn í dag, men sum tíverri er alt ov lítið; men heimligt og ikki so moderna, so tey gomlu kunnu føla seg heima. [...] ikki er nógv gjørt við hettar. Tað verða bygd nógv raðhús, men bert tey, sum hava ráð kunnu keypa, tí tað eru ávísir íbúðarhávar sum sleppa at leggja hvønn grønan blett undir seg og síðan byggja og selja
. Tað var gleðiligt at hoyra. Eitt av mínum hjartamálum er nevniliga frælsi ítrótturin, og gongst sum ætlað, tekur frælsi ítrótturin dik á seg. Eg ætli mær at arbeiða fyri, at ein vøllur við rennibreyt [...] ár síðani, at Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Tíðin er komin, at leikirnir aftur verða hildnir her heima, og tí krevst eitt stadion við rennibreyt.
hugburð, sum altíð vendir nøsina móti stuðli heldur enn loysnum. Tí fært tú onki at byggja víðari á, tí hetta er ein hugburður, sum í síðsta enda undirgrevur okkara sjálvsviðri sum tjóð og ikki minst sum mennskju [...] so veruleikan ein dag, sum hendan og flestu aðrar dagar í vikuni hjá einum politikara - Hugurin at fara uppí politikk kom heilt einfalt av trongdini til at blanda meg uppí mest sum alt rundan um meg og til [...] ja. Politiska skipanin er ein konvoy, sum flytir seg sera seint fyri tað mesta, og tað mást tú bara venja teg við. Men eg venji meg ongantíð við eitt orðaskifti, sum langt síðani er farið í tómgongd, tí