Fasta sambandið og ungdómurin

  

Eyðgunn Samuelsen
valevni hjá Javnaðarflokkinum.
heima.olivant.fo/~eydgunn
????????
Um áleið tvey ár er fasta sambandið inn á meginlandið veruleiki. Hetta fer millum annað at merkja, at for-eldur skulu læra seg at liva við tí veruleika, at teirra børn, innan tey varnast tað, eru farin í Eysturoynna ella til Havnar í biograf ella í dans. Hetta er ein veruleiki, sum vit mugu taka í álvara, spurningurin er bara, hvat kommunan sum myndugleiki kann gera, so henda ferðsla verður so trygg sum gjørligt.
Fyri mær er ongin ivi. Flutningsprísurin til Klaksvíkar kann koma at verða eitt slag av forðing og harvið minka um kappingarføri hjá okkara vinnu. Tí eigur Klaksvíkar Kommuna at vísa á og vera við til, at møguleikar verða skaptir, so til ber at ferðast bíliga, eitt nú við bussrutu til Klaksvíkar. Líka so sjálvsagt er tað, at Klaksvíkar Kommuna skal verða við til at skapa karmar soleiðis, at okkara ungdómur fer yvir á meginlandið undir tryggum og skipaðum viðurskiftum. Hetta kundi eitt nú verið gjørt við, at náttbussur verður settur inn, so sum vit kenna tað millum Vágarnar og meginlandið.