Klokkan er tíggju hendan hósmorgunin, vit hitta Annitu á Fríðriksmørk í gongini í tinghúsinum. Fyri framman bíðar ein politiskur gerandisdagur við fyrispurningum, atkvøðugreiðslum og orðaskifti um alt frá goggurúsum á landleiðini og handilstiltøkum móti Somalia til komunuvalslógina og útlendingamálið.
Meðan hon finnur sær stakkar av pappírum fram, gevur Annita sær tíð til eitt prát um politiskar dreymar, væntanir og so veruleikan ein dag, sum hendan og flestu aðrar dagar í vikuni hjá einum politikara
- Hugurin at fara uppí politikk kom heilt einfalt av trongdini til at blanda meg uppí mest sum alt rundan um meg og til at kasta meg út í nýggjar uppgávur. Samstundis var tað ein tíð, har luftin sitraði av stórum spurningum. Onki minni enn heimsfriðurin var í vanda, veist tú, so eg málaði friðarmerki á veggin í kamarinum, gekk friðargongu niðan í Mjørkadal, helt røður og skrivaði greinar fullar av eldhuga. So at stilla upp til løgtingsval fyri at sleppa inn á ting at halda á at diskutera stórmál var upplagt í mínum eygum.
Frá fullveldi til goggurúsur
Annita kom inn á ting í 1998, og var tað stórmál, hon var komin eftir, fekk hon tey sanniliga í ríkiligt mát.
- Sjógvarnir brutu jú óvanliga hart ta tíðina ? fullveldismálið var í hæddini, fólkaatkvøðan skuldi fyrireikast, Hvítabók var á veg ... Men sjálvt um mítt hjarta eisini veruliga brendi fyri fullveldinum, kom tað óvart á meg, at stemningurin í tingsalinum kundi verða so kensluborin. At síggja garvaðar, trøllvaksnar tingmenn standa við tárum í eygunum á tingsins røðarapalli og næstan missa tamarhaldið á sær sjálvum ? uha, tað gjørdi inntrykk, minnist Annita.
Eftir ein slíkan elddóp í politiska lívinum, slepst neyvan undan, at málini, sum standa á skránni ein politiskan gerandisdag, kunnu tykjast smá. Men Annita heldur ikki, tað ber til at samanbera soleiðis.
- Fyri tað um eg ikki havi skil ella áhuga fyri til dømis goggurúsum, er hetta eitt mál, sum kann hava stórar fylgir fyri gerandisdagin hjá eini rúgvu av fiskimonnum og teirra familjum. Tað er jú tað, politikkur í síðsta enda snýr seg um - at gera lívið hjá vanligum fólki so liviligt, sum til ber. Tí er tað eisini mín skylda at seta meg inn í tað, eg ikki havi skil fyri, sigur Annita og hugleiðir víðari um fyrstu tíðina í politikki.
Spyr framvegis
- Í fyrstuni gjørdi eg mær nógvar tankar um alt frá, hvussu eg sá út til ikki at avdúka, hvussu nógv eg ikki visti. Og eg brúkti nokk lutfallsliga nógva orku uppá at finna út av tingunum sjálv, heldur enn at spyrja. Inntil eg fann út av, at tað oftast er óneyðuga tíðarkrevjandi. Í allarflestu førum situr onkur í tingbólkinum við nógvari vitan og stórum áhuga fyri júst tí málinum, tú vilt vita meir um. So eg tók dik á meg og byrjaði at spyrja, og tað geri eg framvegis. Tað er ikki fyrr enn, tú heldur teg vita alt, at vandi er á ferð, sigur Annita, sum heldur ikki er bangin fyri at broyta meining.
- Hevur tú eygu og oyru opin, lærir tú okkurt nýtt allatíðina. Til dømis kanst tú læra ótrúliga nógv við at sita og lurta í tingsalinum og bara hýsa øðrum vinklum í málinum. Tú skal sjálvandi ikki gerast ein vingluskøltur av tí, men at læsa tínar tankar so fast, at tú ikki fært hugsa longur, tænir ongum, sigur Annita og heldur fram, at ert tú farin uppí politikk, er tað tí, tú vilt hava ávirkan. Jú betri tú hevur sett teg inn í eitt mál, jú størri er møguleikin fyri at ávirka gongdina í tí og sannføra onnur um, at tú hevur rætt ...
Tað nyttar altíð
Og tað er har frá, drívmegin hjá Annitu kemur. So leingi hon trýr uppá, at tað nyttar at tosa, skriva, halda røður og kjakjast, so gevst hon ikki. Hon ivast ikki í, at Tjóðveldisflokkurin var við til venda gongdini í viðgerðini av millum annað Barsilsskipanini og nú í seinastuni hevur verið við til at flyta meiningar í málinum um skattalættan. Hetta eru ikki altíð úrslit, tú kanst máta, men reaktiónirnar, Annita fær uppá greinar og lesarabrøv, heldur hon ofta vera bestu tekin um, at okkurt er við at flyta seg.
- Tí elski eg eisini løturnar, tá eg siti heima við telduna og skrivi lesarabrøv og greinar. Tíðin flýgur avstað, og áðrenn eg veit av, er allur dagurin farin. Tað er ótrúliga spennandi, ov spennandi kanska, tí onkuntíð havi eg verið í so skjót á ?Send? knappinum. So situr man har og hugsar, ?Skít eisini ? var tað nú neyðugt at vera so harðmælt?, sigur Annita og nevnir tvær óvanliga hvassar viðmerkingar til tveir tingmenn, hon hevði í bløðunum hesa somu vikuna. Báðir eru til staðar í tingsalinum hendan dagin, men heilsa vinarliga.
- Sjálvandi er hetta eisini ein partur av tí politiska spælinum, og tey flestu duga væl at taka tað, sigur Annita og heilsar smílandi aftur. - Men tað gevur tær ongantíð orsøk til at vera ófólkalig, og so skalt eisini duga at siga umskylda.
Í andstøðu
Til tað politiska spælið hoyrir eisini myndin av eini samgongu og eini andstøðu, sum eru um at rúka í tottarnar á hvørjum øðrum aðru hvørja løtu. Men aftanfyri leiktjøldini ræður ein tigandi semja um, at andstøðan ger vart við møguligar skeivleikar hjá samgonguni, so hesir kunnu rættast, meðan tíð er.
- Okkara uppgáva er ikki minst at halda eyga við, at landsstýrið handfer tey ymsu málsøkini á ein skynsaman hátt. Og tað ger ofta leiklutin sum andstøðutingfólk rættiliga avbjóðandi og krevjandi. Hinvegin má eg viðganga, at eg kundi hugsað mær eitt sindur meir av hugsjónarligum mótspæli frá hesi samgonguni. Ikki fyri at skamrósa okkum sjálvum, men eg haldi ikki at sitandi samgonga rættiliga hevur funnið sín identitet. Um tað er eitt slag av pubertetstrupulleikum, skal eg ikki kunna siga, men tað er ørkymlandi at sita í andstøðu, tá tú ikki veist, hvat tú ert opponunentur ímóti, sigur Annita og suffar eitt sindur og hyggur at talvuni á vegginum fyri at vita, hvat líður orðaskiftinum um kommunuvallógina. Gongur tað kanska nakað seint eftir hennara tykki?
- Beint nú, ja. Politiska skipanin er ein konvoy, sum flytir seg sera seint fyri tað mesta, og tað mást tú bara venja teg við. Men eg venji meg ongantíð við eitt orðaskifti, sum langt síðani er farið í tómgongd, tí ongin hevur nakað meir uppá hjarta, sigur Annita, sum viðgongur, at slíkar løtur kann tað vera freistandi at ivast í, hvørja nyttu tú gert.
Navnið á Annitu er umsíðir komið á talvuna, og hon ger seg klára at taka orðið. Útlendingamálið er komið á skránna, eitt mál, sum landsstýrismaðurin ikki hevur handfarið rætt eftir Annitusa tykki, so nú má talast at.
- Eg havi mist talið á, hvussu ofta eg havi talað at handfaringini av hesum málinum, men eg blívi við, so leingi tað er neyðugt. Tað kundi verið eitt av ráðunum, eg kann geva víðari: Sig tína meining. Verður hon sáplað niður, so sig hana umaftur ? og umaftur.
Ambitiónirnar
Á røðarapallinum dregur útlendingamálið út, og Annita hyggur at klokkuni, sum er farin av fýra. Hon hevur lovað at heinta børnini, so hon skrivar eitt skjótt sms til mannin, meðan eg spyrji, hvar markið millum politikarin og privatkvinnuna Annitu gongur.
- Tað er ikki altíð líka lætt at fáa eyga á. Í síðsta enda finnur tú tínar grundgevingar í tínum innastu sannføringum, og sannføringar er ikki nakað, tú kanst lata teg í um morgunin og úr aftur um kvøldið.
Annita kann væl ímynda sær, at hetta starvið verður hennara lívsstarv, so leingi hon brennir fyri tí. Og enn ger hon sær ongar tankar um at gevast, uttan so at eldhugin hvørvur. Tað finnur veljarin vónandi út av, um hon sjálv ikki raknar við, meðan tíð er, sigur hon og leggur afturat, at í hennara dreymum um framtíðina sær politiska myndin av hesum landinum heldur øðrvísi út.
- Mín fremsta politiska ambitión er at vit fáa fullveldi, so vit fáa fulla ábyrgd og avgerðarrætt yvir okkara egnu viðurskiftum. Eg kann nevna tær so nógvar orsøkir, men grundleggjandi hevur hetta nakað við menniskjaligan moral, ábyrgdarkenslu og sjálvsviðri at gera. So leingi málið ikki er fíggjarligt sjálvbjargni, alir tú fram ein hugburð, sum altíð vendir nøsina móti stuðli heldur enn loysnum. Tí fært tú onki at byggja víðari á, tí hetta er ein hugburður, sum í síðsta enda undirgrevur okkara sjálvsviðri sum tjóð og ikki minst sum mennskju.
Men hvussu við Annitu sjálvari ? hevði hon sagt ja til at taka evstu ábyrgdina og tikið av einum tilboði um at vera løgmaður?
- Ja, avgjørt. Men tað skuldi verið sum forseti í fullveldinum Føroyar ? eg haldi, eg hevði egnað meg til tað, sigur Annita við einum argandi smíli.
Citat:
?Politisk fyrimynd? Ein av teimum er Finnbogi Ísaksson. Haldi ikki, eg kenni nakran, sum er so vitugur, greiður og beinrakin, sum hann.
Annita á Fríðriksmørk