Jenis av Rana, Løgtingslimur f. Miðflokkin
????????????????
Blakkaveðrurin vá 66 pund, nakað minni enn væntað, men ikki eitt pund ov lítið taka vit atlit fyri heilsuni. Tungur var hann at fella, og ikki fekk eg meg at binda hann, áðrenn seinasta skotið fall og vit báðir, bróður, lyftu hann á flettiborðið.
Tíma seinni, afturvið døgurðanum, tosaðu vit um seinasta kravboðið frá heilsufrøðiligu- ikki at binda niður seyð og als ikki at stinga. Øll tøkk til tey fyri hetta. So ringdi fartelefonin, óvæntaðir gestir, Danmark radios radioavis. Teir bóru stórtíðindir og ynsktu viðmerkingar til hesi. Danskur politikkari, og ditto kvinnufelagsskap-ur, savnaðu saman pening føroyskum kvinnum til hjálpar, so hesar "kunnu sleppa til móðurlandið", so teir har kunnu fáa beint fyri størri parti av komandi ættarliðinum enn nøkur, við verandi lóggávu, halda seg kunna her heima.
Tvær nýggheitir í somu viku, ansa tær fyri ikki at binda niður seyð og vælkomin til Danmarkar at beina fyri tí ófødda. Danir gjalda bæði ferð, uppihald og kostna til "sjúkrahús".
Qou Vadis Føroyar?
Hvar enda vit føroyingar?
Eins óvirðiligt tað vildi verið at evna til eina lóg, sum hevur við sær at før-oysk hjún enda uttanlands at fremja fosturtøku, eins óvirðiligt er at sleppa komandi føroyska ættarliðinum, og foreldrum tess, upp á fjall, við ikki at veita teimum hjálp við tí trupulleika, sum ger at nøkur teirra síggja fosturtøku verða eina loysn.
Fosturtøku verður ongantíð ein loysn fyri barnið!- hví verður tað gloymt? Hví verður barnið nærum ongantíð umtalað av teimum, sum tosa fyri fosturtøku?
At beina barnið burtur kann sammetast við at viðgera symptomir heldur enn sjúkuna- og tað verður vanliga av øllum, lærdum og leikum, mett høpisleyst.
Mamman, pápin, barnið, familjan- øll hava uppiborið samfelagsins hjálp við tí trupulleika, sum drív-ur tey so langt, at tey velja at leita upp fólk, sum, ístaðin fyri at hjálpa, miskunnarleyst bjóða sær at leggja stein oman á byrðu teirra. Tey hava uppiborið samfelagsins treytaleysu hjálp, kosta hvat hon enn vil, at bera í heim tað barn, sum um nøkur ár skal manna skúlar okkara og síðani gerast grundarstuðulin undir framtíðar Føroyum.
p.s.
Ímynda tær at vísindin um nøkur ár boðar frá, at prógv nú eru fyri, at barnið í móðurlívi bæði kennir pínu og angist, tá roynt verður at tína tað? Hvussu fara ættarliðini tá at meta um okkum, okkum sum loyvdu hesum at henda. Eg vænti, at andstygd teirra verður verri, enn okkara er í dag um menn sum Hitler og Stalin.
jenis