Tvøroyrar Bóltfelag elst

   

Tað er fallið lesarum fyri bróstið, at Sosialurin í oddagrein týsdagin um føðingardagin hjá HB skrivaði: "At tvey tey elstu fótbóltsfeløgini í landinum fylla 100 ár í hesum árinum". Hetta kann sjálvandi misfatast. Men hóast hetta skal skiljast sum tvey av teimum elstu feløgunum, tí HB og Kí eru millum elstu ítróttarfeløgini, so skulu vit tó staðfesta her, at TB ella Tvøroyrar Bóltfelag er tað ELSTA fótbóltsfelagið í landinum. Tað varð stovnsett í 1892. Tvs. 12 ár undan bæði HB og KÍ. Lat okkum so eisini í sama við-fangi ynskja aldursforsetanum TB vælafturkomnan í 1. deild, har hann hoyrir heima og gott komandi kappingarár.

Blaðstj.