Poula Apol, valevni hjá Javnaðarflokkinum
?????????????????????????????????
Nú hevur so dúgliga verið tosað um eldraøkið og eldraíbúðir; men sigast má, at ikki er nógv gjørt við hettar. Tað verða bygd nógv raðhús, men bert tey, sum hava ráð kunnu keypa, tí tað eru ávísir íbúðarhávar sum sleppa at leggja hvønn grønan blett undir seg og síðan byggja og selja fyri yvir eina mill. Hvar blivu eldraíbúðirnar av?
Tað eru fleiri eldri fólk sum í dag sita í stórum húsum einsamøll, og kundu hugsa sær at selt tey, um tey kundu keypt eina íbúð ístaðin; sum so ein familja á 4-5 fólk kundu keypt hesi hús. Men hesar íbúðir sum nú verða bygdar eru so dýrar, at tær kostar yvir eina mill. og tá er ikki alt innrætta, og skal alt innrættast kosta tær nærri tveimum mill. Hettar kann eingin klára uttan at seta seg í stóra skuld og tað fer neyvan nakar at gera á ellisárum. Nei, her hevur býráðið so sanniliga nakað at hugsa um, og ikki bert parkeringsøkir.
Eisini kundi verið ynskiligt at fingið eitt gott, hugnaligt ellisheim, líka hugnaligt sum tað vit hava í Havn í dag, men sum tíverri er alt ov lítið; men heimligt og ikki so moderna, so tey gomlu kunnu føla seg heima.