Ferð á frælsa ítróttin

  

Birgir Sondum, valevni á Lista
?????
Sjálvt um umstøðurnar hjá Bragdinum ? felagnum fyri frælsan ítrótt í Føroyum ? eru út av lagi vánaligar, halda framvegis nakrar eldsálir lív í felagnum. Og nú ein dagin lýsti felagið eftir børnum at íðka hesa ítróttagrein. Tað var gleðiligt at hoyra.
Eitt av mínum hjartamálum er nevniliga frælsi ítrótturin, og gongst sum ætlað, tekur frælsi ítrótturin dik á seg. Eg ætli mær at arbeiða fyri, at ein vøllur við rennibreyt kemur í høvuðsstaðnum og helst við ítróttarøkið í Gundadali.
Nú eru eisini góð fimtan ár síðani, at Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Tíðin er komin, at leikirnir aftur verða hildnir her heima, og tí krevst eitt stadion við rennibreyt.