umboðsráðnum, sum nú velja nevndina, eftir broytingina verða tað allir partaeigararnir, sum fáa høvi at møta á aðalfundi at velja nevndina. Tó er ætlanin at halda fram við umboðsráðnum, áleið, sum vit kenna [...] leiðslan í Sparikassanum ikki siga enn. Petur Zachariassen, nevndarformaður, sigur, at Sparikassin er enn ikki til reiðar at avdúka smálutir í ætlanini, ella, hvussu Sparikassin ætlar at taka dystin upp við bankan [...] ætlanin at stovna ein sjálveigandi grunn við teimum 640 milliónunum, sum nú eru eftir av eginpeninginum. Av tí, at grunnurin verður størsti eigarin í sparikassanum, verður tað eisini hann, sum fær tað
og so H. A, E og D vitaminir eru vitaminir, sum upploysa feitt, meðan andstøðan, sum er B og C vitminurnar eru vatnupploysandi. Tað vil siga, at ógjørligt er at taka ov nógvar, tí tú mígur tær út aftur [...] hitt, sum Skipper Skræk plagar at fáa sær, tá ið hann fær hasar ovurstóru vøddarnar framman fyri albogan. Ein og hvør, (sambandsmaður ella ikki) sum hevur smakkað sær á meir enn neyðugt er, veit at B-vitaminur [...] symptomið vera, at teir síggja illa í myrkri, og finna ikki fram. Um teir vilja hjálpa uppá trot, er gott at eta seyðakjøt av Viðareiði. Um teir skulu eta grønmeti, verður mælt til, at teir bara eta gularøtur
tá drigið varð. Onkur segði við hann, at tað var heilt vist, at hatta nummarið var úr einum seðlabunti, sum pápin hevði fingið at selja. So hann ringdi heim og segði, hvat nummarið, sum hevði vunnið hø [...] er ikki rættiliga gingið upp fyri okkum enn, at Marita hevur vunnið hendan stóra vinningin, siga foreldrini at 12 ára gomlu Maritu Thorsteinsson í Havn, sum fríggjadagin vann høvuðsvinningin á Lutaseðlinum [...] høvuðsvinningin, var, og vit kundu beinanveg siga honum, at seðilin lá her, sigur Súsanna Thorsteinsson. Tey vistu sjálvandi, at Marita átti seðilin, men tordu illa at trúgva tí soleiðis beinanveg. So hetta
vóru eg og Jana Holm, sum í 2007 tóku stig til at hava eina heimavirkissølu opna tríggjar mánaðir um sumrarnar, og tað fekk góða undirtøku. Nú hildu vit, at tíðin var komin til at fáa virksemið undir meira [...] slíkt sum keramikklutir, prýðislutir og lutir úr horni hava verið til sølu hjá heimaviskinum i Nólsoy, sigur Una Hansen. Tað eru so at siga bert kvinnur, ið virka lutir til heimavirkið, men onkur einstakur [...] hagtøl sum vísa, hvør keypir. Vit hava varhugan av, at talan í mesta lagi er um føroyingar, sum keypa, men útlendingar leggja eisini nakað av peningi eftr seg, sigur Una Hansen. Ætlanin er í ár at far undir
flogbólt á sama liði. Eitt annað, sum teimum báðum dáma væl er at lesa bøkur, bæði føroyskar og danskar. - Jú, vit klára eisini væl at lesa tær donsku bøkurnar, sigur Iris, sum fylti 12 ár í gjár. Júst hesa [...] fatur á einari bók, sum hevði við fyl at gera. Hon hevði lisið hana áður, men hon var helst so mikið góð, at hon toldi at verða lisin einaferð enn. - Annars lesi eg beint nú eina tjúkka bók um hestar. Har stendur [...] hestum. Har plagar hon at hjálpa til við røktini av hestunum, m.a. við striglingini og at reinsa básarnar. Nú kemur ein av floksfelagunum Iris til hjálpar. Hon hevur funnið ta hestabókina, sum hon leitaði
tað var ein ikki sørt bilsin maður, sum segði frá, at tað var nústaðni nú, at hann trúði hesum. - Teir ringdu til mín frá FSF fríggjadagin, men eg má siga sum er, at eg ikki rættiliga havi trúð hesum. Ikki [...] Fótbóltssambandið hevði gjørt av, at teirra partur av atkvøðugreiðsluni skuldi gerast soleiðis, at panelið aftan fyri kjósanina var so breitt, sum gjørligt. Tí varð gjørt av, at umframt FSF sjálvt, so skuldi [...] ikki burtur, at tað eisini var ein errin vinnari av atkvøðugreiðsluni, sum vit høvdu í horninum. - Tað sigur seg sjálvt, at eg eri sera fegin um hendan heiðurin. Eg trúi í øllum førum sjálvur, at mann langt
tað er enn ringt at skilja, at hon ikki er her longur. Tað fyrsta, eg minnist um Kristionnu var, tá ið eg fyrstu ferð skuldi inn at møta henni og Jacob. Eg var eitt sindur nervøs, sum mann er, tá ið man [...] vísti seg at vera heilt uttan grund. Eg kom inn, og hon gav mær eitt stórt klemm og segði vælkomin, hon hevði enntá keypt mær eina føðingardagsgávu, tí eg hevði akkurát fylt. Eg haldi, at øll sum kendu hana [...] Eitt, sum hon brendi fyri, var sjómannskvinnuringurin. Hon elskaði at møtast við hinum kvinnunum, og hugna sær við drekkamunn og stokkum. Hon hevði umsorgan fyri fólk rundan um seg. Hon arbeiddi sum heimahjálp
handlinum vera so at siga tær somu sum áðrenn. ? Vit fara at selja tey somu merkini, umframt at vit fáa onkur merki afturat. Ice Man og Dockers, sum er eitt merki hjá Levi´s, fara vit eisini at selja, sigur [...] sigur Lars. Sum handilsmenn flest er hann ikki so tíðindafróður, hvussu tað gongur hjá honum at sleja, men hann sigur kortini at tað gongur hampuliga væl. ? Tað melur runt, sum tað skal, bæði í Klaksvík og [...] Fyri nøkrum mánaðum síðani boðaði Kári Müller frá, at hann læt handilin Feðgar í SMS aftur. Hann varð vorðin troyttur av yrkinum og helt, at nú var tíð at gevast. Skelti varð tikið niður og ikki so langa
bæði, Lis og Bjarni, av, at best var hjá børnunum at vaksa upp í Føroyum, ikki minst tí at í Føroyum kundu børnini hava alla sína skúlagongd og miðnámsskúla, uttan at tey noyddust at flyta heimanífrá. Um tey [...] seyðinum. Í Føroyum plagar man at siga, at eitt gott lamb liggur um eini 32 pund. Donsku lombini hjá Bjarna hava eina miðalvekt, ið liggur um tey 45 pundini. Í hesum sambandi nevnir Bjarni, at hann nýliga fletti [...] so vilja tey ikki siga, at tey ongantíð fara at flyta aftur til Føroya, tí teimum dámar sera væl í Føroyum, og serliga á Skansavegi 7, og Lis sigur, at hon kennir seg eins nógv sum føroying og dana. Tær
sjálvstýrismálum benda á, at onkur vil hava konfrontatión, meðan løgmaður, sum rætt er, er meiri sinniligur. Rætt er eisini, sum hann hevur gjørt vart við, at løgreglumál er mál, sum kann yvirtakast eftir [...] stjórnini fyri at sýta føroyingum at yvirtaka løgregluna so langt burturi frá vanligari politiskari siðvenju millum ríkið og heimastýrið, at tað kann ikki vera annað enn drál og mótvilji, at føroyingar sjálvir [...] rættarmál. Tað er løgið, at tann danska stjórnin ikki áður hevur ført tað fram, at fyri at føroyingar kunnu yvirtaka løgreglu og rættarmál, skal heimastýrislógin broytast fyrst. Løgregla er at finna á listanum