Marita keypti vinnaraseðilin frá pápanum

12 ára gamla Marita Thorsteinsson úr Havn vann íbúðina, sum lutað varð burtur á lutaseðlinum hjá HB. Hon keypti seðilin úr einum bunti, sum pápi hennara seldi

?Øll eru líka ovfarin. Tað er ikki rættiliga gingið upp fyri okkum enn, at Marita hevur vunnið hendan stóra vinningin, siga foreldrini at 12 ára gomlu Maritu Thorsteinsson í Havn, sum fríggjadagin vann høvuðsvinningin á Lutaseðlinum hjá HB, ið var ein íbúð á Berjabrekku í Havn.
Marita sjálv var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar. Hon er og ferðast í Danmark saman við ommu síni, og ikki fekst samband við tær fyrrapartin mánadagin.
Heri Thorsteinsson, pápi Maritu, sigur, at hon hevði sjálv keypt vinnaraseðilin, sum vann tann stóra vinningin, ið er ein íbúð á Berjarbrekku í Havn. Íbúðirnar av hesum slagnum, sum Marita nú hevur vunnið, verða seldar fyri 950.000,- krónur.
?Tað var soleiðis, greiðir Heri Thorsteinsson frá, at eg fekk trý bunti av lutaseðlum at selja fyri HB. Marita keypti tann fyrsta seðilin í fyrsta buntinum. Hann hevði nummar 101. Og hon hevur eisini sjálv goldið hann úr egnum lumma. So har er eingin ivi um, at hon eigur íbúðina, sigur hann.
Mamma Maritu, Súsanna, sigur, at tað var kortini nakað av iva, tá tey frættu, at dóttirin hevði vunnið ein milliónavinning.
?Beiggi hennara var staddur íSMS, tá drigið varð. Onkur segði við hann, at tað var heilt vist, at hatta nummarið var úr einum seðlabunti, sum pápin hevði fingið at selja. So hann ringdi heim og segði, hvat nummarið, sum hevði vunnið høvuðsvinningin, var, og vit kundu beinanveg siga honum, at seðilin lá her, sigur Súsanna Thorsteinsson.
Tey vistu sjálvandi, at Marita átti seðilin, men tordu illa at trúgva tí soleiðis beinanveg. So hetta mátti eftirkannast, greiðir Súsanna Thorsteinsson frá.
?Vit ringdu til Sólbjørn,( tað er formaður í HB stuðlum, blðm.) og bóðu hann siga okkum nummarið á vinnaraseðlinum. Hann segði, at seðilin hevði nummar 101, og so vóru vit sannførd, hóast tað ikki rættiliga er gingið upp fyri okkum enn, at dóttirin er vorðin millionerur, sigur ein errin, ovurfegin og ikki so heilt lítið stolt mamma at hepna vinnaranum.
?Her hjá okkum halda vit ikki, at fíggjadagur er óeydnisdagur eftir, at Marita vann hendan stóra vinningin fríggjadagin, staðfestir hon.
Heri Thorsteinsson greiðir frá, at Marita hevði sagt við tey, áðrenn hon fór til Damarkar, at um hon vann íbúðin, vildi hon ikki hava tað at vita, fyrr enn hon kom heimaftur.
Men tað bar ikki til at halda hetta loyniligt, sigur hann, so hon veit av tí. Og sjálvandi varð hon líka glað og ovfarin, sum øll vit onnur, tá hon frætti hetta.
Hvat tey fara at gera við íbúðina, hava tey ikki hugsað og tíansheldur tosað naka um enn, sigur Herit Thorsteinsson. Men greitt er kortini, at hon verður ikki seld, sigur hann. Marita eigur íbúina, og tað skal hon eisini gera í framtíðini. Hon stendur har, og ongar útreiðslur eru av henni sum so. Tað ber væl til at leiga hana út, sigur pápin at hepna vinaranum av størsta lutaseðlavinningi í Føroyum nakrantíð.
Ætlanin var at skipa fyri móttøku í HB fyri Maritu, tá hon kom aftur seinnapartin mánadagin, har hon skuldi fáa handað prógvið fyri, at hon hevði vunnið hendan stóra vinningin.