Løgin umbering hjá dønum

Oddagrein

 

Nú eru umberingarnar hjá donsku stjórnini fyri at sýta føroyingum at yvirtaka løgregluna so langt burturi frá vanligari politiskari siðvenju millum ríkið og heimastýrið, at tað kann ikki vera annað enn drál og mótvilji, at føroyingar sjálvir umsita løgreglu og rættarmál.


Tað er løgið, at tann danska stjórnin ikki áður hevur ført tað fram, at fyri at føroyingar kunnu yvirtaka løgreglu og rættarmál, skal heimastýrislógin broytast fyrst.


Løgregla er at finna á listanum yvir B-mál, og eftir heimastýrislógini kunnu tey yvirtakast eftir samráðingar. Og tær samráðingarnar mugu sjálvandi enda í semju millum stjórnarmyndugleikarnar og heimastyrið.


Brævið hjá Frank Jensen, løgmálaráðharra, hevur ikki nakrar serligar grundgevingar, um nakrar veruligar grundgevingar eru fyri, at føroyingar ikki kunnu yvirtaka løgregluna. Á hesum staði er áður ført fram, at tað eru kanska altjóða reglur og avtalur millum sjálvstøðug lond um løgreglu og rættarviðurskifti, sum kunnu skapa trupulleikar. Men eru slíkar forðingar, átti løgmálaráðharrin at kunna víst á tær.


Tað kemur alt meiri og meiri til sjóndar, at danska stjórnin bæði er ímóti, at føroyingar yvirtaka fleiri málsøki, lækka blokkin, ella í evsta føri skipa Føroyar sum fullveldi. Tað behagar óivað tí partinum av Føroya fólki, sum annaðhvørt ikki ynskir størri sjálvræði, tíansheldur fullveldi. Men illviljin frá donsku stjórnini hevur júst ta avleiðing, at fleiri siga, at nú kann vera well við hasum danska kolonipolitikkinum.


Viðmerkingar ta seinastu tíðina frá landsstýrismannninum í sjálvstýrismálum benda á, at onkur vil hava konfrontatión, meðan løgmaður, sum rætt er, er meiri sinniligur. Rætt er eisini, sum hann hevur gjørt vart við, at løgreglumál er mál, sum kann yvirtakast eftir samráðingar. Men hvar er andstøðan í hesum máli?


Danska stjórnin hevur áður umhugsað at brúka løgreglu og marinu í samband við sjálvstýrisstremban føroyinga fyri stívliga 50 árum síðani. Føroyingar fáa seg neyvan at trúgva, at slíkt kann endurtaka seg, hóast evsta stjórnarvaldið, sum liggur á Slotsholminum í Keypmannahavn, óivað eisini vil hava løgregluvaldið í síni hond. Er hetta veruliga orsøkin til, at stjórnin setir seg ímóti, at føroyingar yvirtaka løgverju og rættarmál?