Nólsoyingar stovna heimavirki

Í gjár var stovnandi fundur hjá Nólsoyar Heimavirkisfelag, har smá 20 fólk vóru møtt.

Ítriv, sum hoyrir undir heimavirkishøpi, hevur verið á skránni í Nólsoy í fleiri ár, og longu í 2007 vórðu stig tikin til at hava eitt sølustað opið um sumrarnar, og nú heldur hetta virksemið fram, bara undir meira skipaðum viðurskiftum.

Tað vóru eg og Jana Holm, sum í 2007 tóku stig til at hava eina heimavirkissølu opna tríggjar mánaðir um sumrarnar, og tað fekk góða undirtøku. Nú hildu vit, at tíðin var komin til at fáa virksemið undir meira skipað viðurskifti, sigur Una Hansen.

Hon sigur, at tað heilt frá byrjan hevur verið stórur áhugi vístur fyri hesum tiltakinum, og at tað munnu vera eini 40 til 50 fólk í bygdini, ið virka ynmiskar lutir til heimavirkið.

Tað allarmesta er ullavørur, men eisini slíkt sum keramikklutir, prýðislutir og lutir úr horni hava verið til sølu hjá heimaviskinum i Nólsoy, sigur Una Hansen.

Tað eru so at siga bert kvinnur, ið virka lutir til heimavirkið, men onkur einstakur maður hevur onkuntíð verið við.

Nólsoyar Heimavirkisfelag er eitt áhugafelag, men nú viðurskiftini verða meira skipað, er eisini ætlanin at hava hálvan mánað opið longri í summar. Hini árini hevur verið opið frá juni til august, men nú ætla vit at lata upp hálvan mai, sigur Una Hansen.

Tey hava øll árini verið nøgd við søluna av heimavirkisvørum, men tey hava eingi hagtøl sum vísa, hvør keypir.

Vit hava varhugan av, at talan í mesta lagi er um føroyingar, sum keypa, men útlendingar leggja eisini nakað av peningi eftr seg, sigur Una Hansen.

Ætlanin er í ár at far undir at fáa betri hagtøl, og tí er ætlanin at skráseta hvør tað er, sum keypir lutir frá Nólsoyar Heimavirkisfelag.

Fólkini, ið virka til heimavirkið, sita hvør í sínum lagi og virka sínar vørur, og tað, sum gevur serligt treysti er, at so stórur stuðul er millum bygdarfólkið, sigur Una Hansen, sum saman við Janu Holm og Lis Poulsen vórðu vald í fyrstu nevndina hjá Nólsoyar Heimavirkisfelag.