Fyri nøkrum mánaðum síðani boðaði Kári Müller frá, at hann læt handilin Feðgar í SMS aftur.
Hann varð vorðin troyttur av yrkinum og helt, at nú var tíð at gevast.
Skelti varð tikið niður og ikki so langa tíð aftaná, lat annar handil upp í gmlu hølunum hjá Feðgum.
Kortini slepti Kári ikki SMS heilt, tí felag hansara átti handilin Skálk, sum búleikast á loftinum beint omanfyri har Feðgar helt til áðrenn handilin lat aftur.
Men nú er eisini tað ein saga blot. Tann 1. marts seldi Kári soninum Lars tann handilin og við tí var seinasta klædnahandilin avviklaður.
P/F Feðgar hevði annars handlar í Havn, Fuglafirði og í Klaksvík, men teir eru seldir við árunum.
Yngra ættarliðið
Tað er Sp/F Total, sum hevur keypt klædnahandilin Skálk, burtur úr P/F Feðgum.
Lars Müller, sum er einsamallur eigari av Sp/F Total er, sum vera mann, ikki ókendur í fakinum, tí felag hansara eigur ein handil av sama navnið - Total - í Klaksvík. Hesin handilin lat upp 29. september í fjør, og nú hálvt ár seinni er so tann næsti í røðini komin.
Lars Müller greiðir frá, at tey, síðani hann yvirtók handilin, hava gjørt nakrar broytingar, sum tey hildu vera neyðugar.
? V it hava bygt handilin eitt sindur um og tað eru vit stak væl nøgd við, greiðir hann frá.
Vørurnar í handlinum vera so at siga tær somu sum áðrenn.
? Vit fara at selja tey somu merkini, umframt at vit fáa onkur merki afturat. Ice Man og Dockers, sum er eitt merki hjá Levi´s, fara vit eisini at selja, sigur Lars.
Sum handilsmenn flest er hann ikki so tíðindafróður, hvussu tað gongur hjá honum at sleja, men hann sigur kortini at tað gongur hampuliga væl.
? Tað melur runt, sum tað skal, bæði í Klaksvík og her, sigur hann.
Handilin Skálkur er ein harra/dreingjahandil burturav, meðan Total í Klaksvík er eitt sindur øðrvísi, greiðir Lars frá.
? Har selja vit eisini klæðir til dámur og til børn og tað gongur fínt, sigur Lars.