Abraham er besti leikarin

Fyrrverandi miðvallarovastin hjá landsliðnum verður í næstum heiðraður sum besti føroyski leikarin seinastu 50 árini

Hall of Fame

Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur komandi ár 50 ár á baki, og sum vera man, so er hetta nakað, sum skal haldast. Ein partur av hátíðarhaldinum verður eitt slag av eini avdúking, har bestu fótbóltsleikararnir hesi 50 árini skulu kjósast.
Hetta er gjørt á tann hátt, at hvørt limalandið sær hevur fingið setningin at finna fram til, hvør hevur verið besti leikarin hjá temum hesi árini. Eisini FSF hevur fingið hesi boðini, og hósdagin í farnu viku var so dagurin, tá Fótbóltssambandið skuldi boða UEFA frá, hvør besti føroyski leikarin seinasu hálvu øldina hevur verið.

Ovurfegin
Fótbóltssambandið hevði gjørt av, at teirra partur av atkvøðugreiðsluni skuldi gerast soleiðis, at panelið aftan fyri kjósanina var so breitt, sum gjørligt. Tí varð gjørt av, at umframt FSF sjálvt, so skuldi almenningurin, fjølmiðlarnir og føroysku feløgini sleppa at vera við í hesum.
Og tá alt varð talt saman, lagaði tað seg soleiðis, at Abraham Løkin varð leikarin við flestu atkvøðunum.
Sunnudagin fingu vit orðið á Abraham, og tað var ein ikki sørt bilsin maður, sum segði frá, at tað var nústaðni nú, at hann trúði hesum.
- Teir ringdu til mín frá FSF fríggjadagin, men eg má siga sum er, at eg ikki rættiliga havi trúð hesum. Ikki fyrr enn nú tit ringja, fái eg meg rættiliga at trúgva tí. Tað er næstan sum á sama hátt, tá tú vinnur 10 milliónir. Tú trýrt tí ikki, fyrr enn tú stendur við pengunum í hondini, vóru fyrstu orðini hjá Abraham.
Men hóast bilsin, so skerst ikki burtur, at tað eisini var ein errin vinnari av atkvøðugreiðsluni, sum vit høvdu í horninum.
- Tað sigur seg sjálvt, at eg eri sera fegin um hendan heiðurin. Eg trúi í øllum førum sjálvur, at mann langt síðani var gloymdur í so máta. Havi enntá onkra tíð spurt meg sjálvan, hvat eg fekk burturúr øllum hesum árunum við fótbóltinum. Eina rúgvu av upplivingum sjálvandi, men í aðrar mátar kendist tað so, at einki varandi stóð eftir. Men tað fatanina havi eg í øllum førum broytt nú. Eg kenni tað í øllum førum soleiðis, at eg eri mettir til besta føroyska leikaran nakrantíð, og tað er ikki ein so lítil heiður. Eisini hóast eg sjálvur nokk kundi peikað á fleiri aðrar, sum áttu hetta meira uppiborið, tí hetta skal so vera breiða fatanin millum manna.
Í dag man tó vera avmarkað, hvat ein slíkur heiður kann nýtast til. Í øllum førum um metast skal á tann hátt, hvørt hetta kann hjálpa leikaranum sjálvum víðari á yrkisleiðini. Men hetta tykist tó á ongan hátt skerja gleðina.
- Hetta er í øllum førum nakað, sum rørir meg heilt nógv, og eg má so bara takka teimum, sum hava valt meg. Tað mugu so hóast alt vera nøkur. Annað fái eg ikki gjørt, sigur Abraham at enda.

Stórt hóvasták
Júst hvussu tað formliga fer fram, tá Abraham skal fáa heiðurin, er enn ikki heilt greitt. Men vanliga ger UEFA nógvan háva burturúr, og talan verður neyvan um minni hóvasták, nú bestu leikararnir í 50 ár skulu kjósast. Talan plagar vanliga at verða um stórfingna gallaveitslu, og verður Abraham so við á hesari, fær hann samstundis høvi at hitta teir størstu í øllum hinum UEFA-londunum. Og so verður talan sjálvandi eisini um at finna tann størsta yvirhøvur. Her hevur UEFA gjørt ein lista við 250 kandidatum, og tó at Abraham ikki er at finna millum hesar, so man hann hóast alt vera væl nøgdur um heiðurin, sum hann nú hevur fingið.

Fakta
Abraham Løkin
føddur: 16. juni 1959

Leikt fyri:
ÍF, 1976-81
Sleipnir (Svøríki) 1981-82
NSÍ (leikandi venjari) 1982-84
Odense KFUM (Danmark) 1984-85
OB (Danmark) 1985-86
NSÍ (leikandi venjari) 1986
B36 1987-88
Frem (Danmark) 1989-90
ÍF (leikandi venjari) 1990-91
B68 1992-94
Boulogne (Frakland) 1994-95
1995 ÍF
1996 B68
1997-2002 NSÍ